Heilsan

v1  Paulus, ápostul Krists Jesu eftir boði frá Guði, frelsara várum, og Kristi Jesusi, vón vári, v2  til Timoteusar, sum er mín skilgitni sonur í trúnni: Náði, miskunn, friður frá Guði faðir og Kristi Jesusi, harra várum!

Paulus minnir Timoteus á at stríða móti falslærarum

v3  Sum eg álegði tær at verða verandi í Efesus, tá ið eg fór til Makedóniu, fyri at tú skuldi bjóða summum monnum ikki at fara við fremmandari læru, v4  og ikki at taka eftir ævintýrum og endaleysum ættartølum, sum heldur elva trætur enn fremja húshald Guðs í trúgv, ger tú so! v5  Men endamál boðsins er kærleiki av reinum hjarta og góðari samvitsku og falsleysari trúgv, v6  sum summir eru viknir frá og hava tikið sær ónyttutalu fyri, v7  við tað at teir vilja vera lóglærarar, men ikki skilja, hvørki hvat teir siga ella hvat teir tala so ráðisliga um. v8  Men vit vita, at lógin er góð, um einhvør nýtir hana á lógligan hátt, v9  og hann veit tað, at lógin er ikki ætlað rættvísum manni, men lógloysingum og tvørlyntum, gudleysum og syndarum, vanheilagum og óreinum, faðirmorðarum og móðurmorðarum, manndráparum, v10  horkallum, siðloysingum móti náttúruni, mannatjóvum, lygnarum, meinsvornum, og hvat so annað er, sum er ímót hini heilnæmu læruni, v11  samsvarandi gleðiboðskapinum um dýrd hins sæla Guðs, sum mær er litin til.

Paulus takkar Guði fyri náðina í Kristi

v12  Eg takki honum, sum meg gjørdi sterkan, Kristi Jesusi, harra várum, fyri tað at hann helt meg vera trúgvan, við tað at hann setti meg til tænastu, v13  meg, sum áður var spottari og forfylgjari og yvirgangsmaður; men mær varð miskunnað, tí at eg gjørdi tað óvitandi, í vantrúgv, v14  og náði várs harra varð ovurstór við trúgv og kærleika í Kristi Jesusi. v15  Tað orðið er satt og til fulnar tess vert, at tikið verður við tí, at Kristus Jesus kom í heimin at frelsa syndarar, og teirra millum eri eg fremstur; v16  men tí varð mær miskunnað, at Kristus Jesus skuldi sýna á mær, sum var fremstur, alt langmóð sítt, til eitt fyridømi fyri teimum, sum skuldu trúgva á hann til ævigt lív. v17  Men kongi ævanna, hinum óforgongiliga, ósjónliga, einasta Guði veri heiður og dýrd um aldur og allar ævir! Amen.

Paulus stuðlar Timoteusi til at stríða hitt góða stríðið

v18  Hesa fyriskipan seti eg tær fyri, sonur mín Timoteus, samsvarandi teimum profetaorðum, sum áður eru talað um teg, at tú í teimum stríðir hitt góða stríðið, v19  við tað at tú hevur trúgv og góða samvitsku, sum summir hava koyrt frá sær og hava liðið skipbrot á trúnni; v20  teirra millum eru teir Hýmeneus og Aleksander, sum eg havi givið upp til Sátan, fyri at teir mega verða agaðir til at lata vera at spotta.