Forskriftir fyri umsjónarmenn

v1  Tað er eitt satt orð: Um einhvør tráar eftir umsjónarembæti, tá er tað ein vakur gerningur, sum hann hevur hug til. v2  Ein umsjónarmaður eigur tí at vera óatfinnandi, einar konu maður, fráhaldandi, hóvsamur, høviskur, gestablíður, dúgligur at læra onnur, v3  ikki tráur eftir víni, ikki eftir bardøgum, men mildur, ikki klandursamur, ikki peningagrammur; v4  maður, sum stendur væl fyri sínum egna húsi, sum heldur børnum sínum í lýdni við øllum sóma – v5  um einhvør ikki hevur skil á at standa fyri sínum egna húsi, hvussu skal hann tá kunna hava umsorgan fyri kirkjuliði Guðs? – v6  ikki nýggjur í trúnni, fyri at hann ikki skal verða hástórur og falla inn undir dóm djevulsins. v7  Men hann eigur eisini at hava gott ummæli hjá teimum, sum eru uttanfyri, til tess at hann ikki skal verða fyri háð og falla í snerru djevulsins.

Forskriftir fyri kirkjuliðstænarar

v8  Somuleiðis eiga kirkjuliðstænarar at verða siðaðir, ikki tvítungutir, ikki tráir eftir nógvum víni, ikki hugaðir eftir ljótum vinningi, v9  og skulu teir hava loyndarmál trúarinnar í reinari samvitsku. v10  Men eisini hesir skulu fyrst verða royndir, síðan skulu teir veita tænastu í kirkjuliðinum, um teir eru ólastandi. v11  Somuleiðis eiga konur at vera siðaðar, ikki baktalandi, fráhaldandi, trúgvar í øllum lutum. v12  Kirkjuliðstænarar skulu vera einar konu menn og standa væl fyri børnum sínum og sínum egnu húsum. v13  Tí at teir, sum væl hava tænað kirkjuliðinum, vinna sær sjálvum eina góða støðu og mikið treyst í trúnni á Krist Jesus.

Trúgv kirkjuliðsins

v14  Hetta skrivi eg til tín, tó at eg vóni brátt at koma til tín, v15  fyri at tú skalt vita, um eg skuldi verið tarnaður, hvussu tað eigur at vera farið fram í Guðs húsi, sum er kirkjulið hins livandi Guðs, stólpi og grundvøllur sannleikans. v16  Og eyðvitað er loyndardómur gudsóttans mikil: Hann, sum varð opinberaður í holdi, varð rættvísgjørdur í anda, sæddur av einglum, boðaður heidninga millum, trúgvin í heimi, tikin upp í dýrd.