v1 Men í Sámáriu vóru sjeyti synir Ákabs. Jehu skrivaði nú brøv til Sámáriu til borgarstjórarnar og teir elstu og til teirra, sum fostraðu kongssynirnar. Í brøvunum stóð: v2 »Tá ið tit fáa hetta brævið, tit, sum hava hjá tykkum synir harra tykkara og ráða yvir vagnum og hestum, víggirdum borgum og hervápnum, v3 tá veljið tykkum tann besta og rættiligasta av sonum harra tykkara, setið hann í hásæti faðirs síns og berjist fyri ætt harra tykkara!« v4 Men teir vóru ræddir og søgdu: »Sí, báðir kongarnir stóðust ikki fyri honum, hvussu skulu vit tá standast?« v5 Drottsetin, borgarstjórin, hinir elstu og fostrarnir sendu tí Jehu hesi boð: »Vit eru trælir tínir, og vit vilja gera alt, sum tú býður okkum. Ongan vilja vit taka til kong; ger tú, sum tær líkar best!« v6 Tá skrivaði hann annað brævið til teirra. Í tí stóð: »Vilja tit fylgja mær í lýdni, tá takið høvdini av sonum harra tykkara og komið til mín um hetta mundið í morgin til Jizreel!« Kongssynirnir vóru sjeyti í tali og vóru til fosturs hjá stórmonnum borgarinnar.
v7 Tá ið teir høvdu fingið brævið, tóku teir kongssynirnar og drópu teir allar sjeyti, og teir løgdu høvur teirra í tægur og sendu honum tey til Jizreel. v8 Tá ið ørindrekin kom og boðaði frá, at høvur kongssonanna vóru komin, mælti hann: »Leggið tey í tvær rúgvur úti fyri borgarliðinum til morgins!« v9 Morgunin eftir fór hann út hagar, steig fram og mælti við alt fólkið: »Tit eru sakleysir; tað eri eg, sum havi fingið samansvørjing í lag móti harra mínum og dripið hann. Men hvør hevur dripið allar hesar? v10 Nú síggja tit, at einki av teimum orðum, ið Harrin talaði móti ætt Ákabs, er fallið til jarðar, men Harrin hevur útint tað, ið hann talaði við tænara sínum Elia!« v11 Síðan læt Jehu jarðleggja alt, ið eftir var av ættarfólki Ákabs í Jizreel, allar høvdingar hans, vinir og prestar, ikki ein teirra komst undan.
v12 Síðan helt hann ferðini til Sámáriu, og tá ið hann kom til Bet-Eked-Hároim, v13 hitti hann brøður Áhazja, Júda kongs, og hann mælti: »Hvørjir eru tit?« Teir svaraðu: »Vit eru brøður Áhazja og ætla okkum at vitja kongssynirnar og synir kongsmóðurinnar.« v14 Tá mælti hann: »Takið teir á hondum livandi!« Og teir tóku teir á hondum livandi og drópu teir við Bet-Ekeds brunn, fjøruti og tveir mans; eingin teirra komst undan.
v15 Tá ið hann nú fór haðan, hitti hann Jónadab Rekabsson, ið kom ímóti honum. Hann heilsaði honum og segði við hann: »Ert tú reinmeintur móti mær, eins og eg eri móti tær?« Jónadab svaraði: »Tað er vist!« Tá mælti Jehu: »Tá rætt mær hond tína!« Hann rætti honum hond sína; og Jehu tók hann upp í vagnin til sín v16 og segði: »Fylg nú við mær, so skalt tú fáa at síggja vandlæti mítt fyri Harranum!« Og hann hevði hann við sær í vagninum. v17 Tá ið hann kom til Sámáriu, læt hann drepa alt, ið eftir var av ættarfólki Ákabs í Sámáriu, so alt avoyddist samsvarandi tí orði, sum Harrin hevði talað við Elia.
v18 Síðan stevndi Jehu øllum fólkinum saman og segði við teir: »Ákab dýrkaði Báal lítið, Jehu vil dýrka hann í stórum! v19 Savnið nú higar til mín allar profetar Báals, allar dýrkarar og prestar hansara; eingin má sita heima, tí at eg ætli at halda mikla blótveitslu fyri Báali; hvør tann, ið situr heima, skal láta lív!« Men Jehu gjørdi hetta í brøgdum til tess at kunna avoyða allar dýrkarar Báals. v20 Síðan mælti Jehu: »Boðið hátíðarstevnu fyri Báali!« Teir so gjørdu. v21 Og Jehu læt boð fara um allan Ísrael, og allir dýrkarar Báals komu; eingin sat eftir heima, og teir gingu inn í tempul Báals, til tað var dýrandi fult. v22 Síðan segði hann við mannin, ið varðaði um klædnabúrið: »Tak fram búnar og flýggja hvørjum Báalsdýrkara sín!« Hann so gjørdi. v23 Jehu og Jónadab Rekabsson gingu tá inn í tempul Báals: »Ansið nú væl eftir, at eingin er her tykkara millum, ið dýrkar Harran, men einans dýrkarar Báals!« v24 Síðan gekk hann inn at ofra sláturoffur og brennioffur. Men Jehu hevði sett áttati mans uttan fyri dyrnar og sagt: »Tann, sum letur nakran av teimum monnum, sum eg nú gevi upp í hendur tykkara, komast undan, hann skal bøta aftur fyri lív hansara við egna lívi sínum!« v25 Tá ið hann hevði lokið við brenniofrið, segði hann við lívvarðarmenninar og hetjurnar: »Farið inn og jarðleggið teir; eingin má sleppa út!« Og lívvarðarmenninir og hetjurnar jarðløgdu teir og tveittu teir út á geilar. Síðan gingu teir inn í insta høli í templi Báals v26 og kastaðu Ásjerustólparnar út úr templi Báals og brendu teir. v27 Og teir rivu steinsúlu Báals um koll og brutu síðan niður alt tempul Báals og gjørdu úr tí nátthús, sum tað er enn í dag.
v28 Soleiðis oyddi Jehu allar Báalsdýrkarar úr Ísrael. v29 Tó lætti Jehu ikki av teimum syndum, ið Jeróboam Nebatsson hevði tølað Ísrael við til at synda: við gullkálvunum í Betel og Dán. v30 Tá mælti Harrin við Jehu: »Fyri at tú hevur greitt væl úr hondum tað, sum rætt var í mínum eygum, og gjørt móti ætt Ákabs alt tað, sum eg ætlaði, tí skulu eftirkomarar tínir í fjórða lið sita í hásætinum í Ísrael!« v31 Men Jehu skettaði ikki eftir at fylgja lóg Harrans, Ísraels Guðs, av heilum huga. Hann lætti ikki av teimum syndum, ið Jeróboam hevði fingið Ísrael til at gera.
v32 Um tað leitið fór Harrin at sneiða lutir burtur av Ísrael; Házael vann sigur á Ísrael á øllum landamarkum teirra, v33 frá Jórdan og eystureftir alt Gileadland, sum Gáditar, Rubenitar og Manassitar áttu, frá Ároer, sum liggur við ánna Arnon, bæði Gilead og Básjan.
v34 Tað, ið meira er at siga um Jehu, um alt, sum hann gjørdi og øll roysnisbrøgd hansara, tað er jú ritað í árbókum Ísraels konga. v35 Og Jehu legðist til hvíldar hjá fedrum sínum, og teir jarðaðu hann í Sámáriu. Og Jóahaz, sonur hansara, tók ríkið eftir hann. v36 Jehu ríkti í Sámáriu yvir Ísrael í tjúgu og átta ár.