Átalja av Júda

v1  Men tá ið Átalja, móðir Áhazja, fekk at vita, at sonur hennara var deyður, fór hon undir at týna alla kongsættina. v2  Men Jósjeba, dóttir Jórams kongs, systir Áhazja, tók Jóas, son Áhazja, og fekk hann loyniliga burtur frá kongssonunum, ið drepast skuldu, og krógvaði hann og fostru hans í svøvnherberginum. Soleiðis fjaldi hon hann fyri Átalju, so at hann ikki varð dripin. v3  Og hon hevði hann hjá sær fjaldan í húsi Harrans í seks ár, meðan Átalja ráddi í landinum.

v4  Men á sjeynda ári sendi Jójada boð eftir hundraðhøvdingunum fyri Kárunum og lívvarðarmonnunum og læt teir koma til sín í húsi Harrans; og hann gjørdi sáttmála við teir og læt teir gera eið í húsi Harrans. Síðan sýndi hann teimum kongssonin v5  og legði soleiðis fyri teir: »Hetta skulu tit gera: Tann triðingur tykkara, ið fer út um hvíludagin at halda vakt í kongshøllini, v6  og teir báðir bólkar tykkara, ið halda vakt í kongshøllini, ein triðingur í Sur-liðinum og annar triðingurin aftan fyri lívvarðarmenninar, v7  og sum báðir ganga út um hvíludagin at halda vakt í húsi Harrans – v8  tit skulu allir fylkja tykkum um kongin, allir alvápnaðir, og hvør tann, sum roynir at bróta seg gjøgnum manngarðin, skal verða dripin. Soleiðis skulu tit vera um kongin, bæði tá ið hann fer inn, og tá ið hann fer út. v9  Hundraðhøvdingarnir gjørdu nú alt tað, sum Jójada prestur hevði boðið, og teir tóku hvør sínar menn, bæði teir, sum komu aftur, og teir, sum fóru út at halda vakt á hvíludegnum, og komu til Jójada prests.« v10  Og presturin fekk hundraðhøvdingunum spjótini og skildirnar, sum Dávid kongur hevði átt, og sum vóru í húsi Harrans. v11  Og alvápnaðir tóku lívvarðarmenninir støðu kring um kongssonin bæði fyri sunnan og fyri norðan templið, frá altarinum og fram móti templinum. v12  Síðan leiddi hann kongssonin út og setti á hann krúnuna og ringarnar, gav honum kongsnavn og salvaði hann. Tá slógu teir lógvar saman og rópaðu: »Kongur livi!«

v13  Men tá ið Átalja hoyrdi rómin frá fólkinum, fór hon út til fólkið í húsi Harrans. v14  Har sá hon kongin standa við súluna, eins og siður var, og honum við lið stóðu høvdingarnir og lúðrasveinarnir, og øll mannamúgvan fegnaðist og blásti í lúðrar. Tá skræddi Átalja klæði síni og rópaði: »Svikræði! Svikræði!« v15  Men Jójada prestur beyð hundraðhøvdingunum og herhøvdingunum og segði við teir: »Leiðið hana út um forgarðin og jarðleggið við svørði hvønn tann, ið fer aftan á hana!« Tí at presturin hevði sagt: »Hon má ikki verða dripin í húsi Harrans!« v16  Síðan tóku teir hana á hondum; og tá ið hon var komin um rossaliðið inn í kongshøllina, varð hon dripin har.

v17  Tá læt Jójada kongin og fólkið gera sáttmála við Harran um, at teir skuldu vera fólk hansara; somuleiðis fekk hann sáttmála í lag millum kongs og fólksins. v18  Síðan fór øll mannamúgvan at húsi Báals og breyt tað niður; altarini og myndirnar sorlaðu teir sundur og drópu Mattan, prest Báals, frammi fyri altarinum. Presturin setti varðmenn við hús Harrans, v19  og hann tók hundraðhøvdingarnar, Kárarnar, lívvarðarmenninar og alla mannamúgvu landsins, og teir leiddu kongin oman úr húsi Harrans. Og tá ið teir vóru komnir um lívvarðarliðið inn í kongshøllina, settu teir hann í kongshásætið. v20  Tá fegnaðist øll mannamúgva landsins, og stilnaður var aftur í borgini; men Átalju drópu teir við svørði í kongshøllini.