Jóas av Júda

(11,21)  Jóas var sjey ára gamal, tá ið hann varð kongur. v1  Á sjeynda ríkisári Jehu varð Jóas kongur, og hann sat sum kongur í Jerúsalem í fjøruti ár. Móðir hansara æt Zibja og var úr Beersjebu. v2  Jóas gjørdi alla ævi sína tað, sum rætt var í eygum Harrans, av tí at Jójada prestur hevði verið lærari hansara. v3  Tó vórðu offurheyggjarnir ikki avtiknir; fólkið helt áfram at ofra sláturoffur og roykilsisoffur á heyggjunum.

v4  Jóas segði við prestarnar: »Alt tað fæ, ið kemur í hús Harrans sum halgigávur, tað fæ, ið álagt verður fyri hvønn mann eftir tí virði, sum hann verður mettur til, og alt tað fæ, ið menn sjálvbodnir lata til hús Harrans, v5  tað skulu prestarnir taka hvør av sínum kunningum; og við tí skulu teir væla um brek á templinum allar staðir, har sum umvælingar tørva!« v6  Men á tjúgunda og triðja ríkisári Jóasar kongs høvdu prestarnir enn ikki bøtt um brekini á templinum. v7  Tá stevndi Jóas kongur Jójada presti og hinum prestunum til sín og segði við teir: »Hví gera tit ikki brekini á templinum aftur? Nú mega tit ikki meira taka fæ av kunningum tykkara, heldur skulu tit lata tað úr hondum til at gera brekini á templinum aftur við!« v8  Prestarnir gingu tá undir tær treytir ikki at taka nakað fæ av fólkinum og so sleppa undan at gera brekini á templinum aftur. v9  Síðan tók Jójada prestur kistu, boraði hol í lokið og setti hana hjá steinsúluni høgrumegin inngongdina í hús Harrans; í hana løgdu prestarnir, sum goymdu at gáttini, alt tað fæ, ið latið varð til hús Harrans. v10  Og tá ið teir sóu, at nógv fæ var í kistuni, komu skrivari kongsins og høvuðspresturin niðan, og teir bundu saman alt tað fæ, sum fanst í húsi Harrans, og taldu tað. v11  Tað fæ, sum vegið var, flýggjaðu teir verkstjórunum, teimum, ið høvdu umsjón við húsi Harrans, og teir fingu tað upp í hendur á træsmiðunum og byggingarmonnunum, ið starvaðu við hús Harrans, v12  og upp í hendur á múrarum og steinhøggarum til at keypa við fyri og høgdar steinar til tess at gera aftur hús Harrans og yvirhøvur til allan kostnað við umvæling tempulsins. v13  Tó vóru hvørki silvurkøskir ella knívar, hvørki offurbollar ella lúðrar, ei heldur nøkur amboð av gulli ella silvuri gjørd í húsi Harrans av tí fæ, ið latið var til hús Harrans. v14  Men tað varð fingið verkstjórunum, at teir við tí skuldu væla um hús Harrans. v15  Eingin roknskapur varð hildin við teir menn, ið fingið høvdu hetta fæ upp í hendur til tess at lata verkstjórarnar fáa tað, tí at teir gjørdu tað upp á æru og trúgv. v16  Men fæ av sektarofrum og syndaofrum var ikki latið til hús Harrans; tað áttu prestarnir.

v17  Um tað mundið fór Házael, kongur Áramita, herferð móti borgini Gát og hertók hana. Síðan ætlaði hann at halda á Jerúsalem. v18  Men Jóas, Júda kongur, tók allar tær halgigávur, sum Jósafat, Jóram og Áhazja, forfedrar hansara, Júda kongar, høvdu halgað, og sínar egnu halgigávur og alt gullið, sum var í fæhirðslunum í húsi Harrans og kongshøllini, og flýggjaði Házaeli, kongi Áramita. Tá lætti hann av ferðini móti Jerúsalem.

v19  Tað, ið meira er at siga um Jóas og um alt tað, sum hann útinti, tað er jú ritað í árbókum Júda konga. v20  Men tænarar hansara risu upp og fingu samansvørjing í lag og drópu hann, meðan hann var á veg oman í Millo húsið. v21  Józakar Sjimeatsson og Józabad Sjómersson, tænarar hansara, vóru teir, ið drópu hann, og hann varð jarðaður hjá fedrum sínum í Dávidsborgini. Og Ámazja, sonur hansara, tók ríkið eftir hann.