Ámazja av Júda

v1  Á øðrum ríkisári Jóasar Jóahazsonar, Ísraels kongs, varð Ámazja Jóasson kongur í Júda. v2  Hann var tjúgu og fimm ára gamal, tá ið hann varð kongur, og hann ríkti í Jerúsalem í tjúgu og níggju ár. Móðir hans æt Jehóaddan og var úr Jerúsalem. v3  Hann gjørdi tað, ið rætt var í eygum Harrans, tó ikki eins og Dávid, forfaðir hansara. Í øllum gjørdi hann eins og Jóas, faðir hansara. v4  Men offurheyggjarnir vórðu ikki avtiknir; enn ofraði fólkið sláturoffur og roykilsisoffur á heyggjunum.

v5  Men tá ið hann hevði fingið fastatøkur á kongsdøminum, tók hann allar menn sínar av lívi, sum høvdu dripið kongin, faðir hans. v6  Men børn drápsmannanna læt hann ikki taka av lívi samsvarandi tí, sum ritað er í Móse lógbók, har ið Harrin býður soleiðis: »Fedrar skulu ikki láta lív fyri tað, sum børnini hava brotið, og børn skulu ikki láta lív fyri tað, sum fedrarnir hava brotið; men hvør skal láta lív fyri sína egnu synd.«

v7  Tað var hann, ið vá Edóm í Saltdalinum, tíggju túsund mans, og hertók Sela, og hann nevndi hana Jokteel, sum hon eitur enn í dag.

v8  Um tað mundið sendi Ámazja ørindrekar á fund við Jóas Jóahazson, Jehusonar, Ísraels kong, við hesum boðum: »Kom, latum okkum royna okkum!« v9  Men Jóas, Ísraels kongur, sendi Ámazja, Júda kongi, hetta svar: »Tistilin á Libanon sendi sedristrænum á Libanon hesi boð: Lat son mín fáa dóttur tína til konu! Men villdjórini á Libanon komu har framvið og traðkaðu tistilin niður. v10  Tú hevur vunnið miklan sigur á Edóm og ert vorðin stórlátin. Njót nú sømdir tínar og sit heima! Hví vilt tú bjóða ógævuni av, bæði tær og Júda til fals!« v11  Men Ámazja vildi ikki lurta eftir honum; í tí skili legði Jóas, Ísraels kongur, út, og hann og Ámazja, Júda kongur, brustu saman í Bet-Sjemesj, sum er í Júda. v12  Men Júda mátti lúta fyri Ísrael, og teir flýddu heim aftur hvør til sín sjálvs. v13  Jóas, Ísraels kongur, tók Ámazja, Júda kong, son Jóasar Áhazjasonar, á hondum í Bet-Sjemesj og hevði hann við sær til Jerúsalem. Síðan breyt hann niður fýra hundrað alnir av Jerúsalem borgargarði frá Efraims liði og alt at hornaliðinum. v14  Og hann tók alt gull og silvur og øll ílát, sum funnust í húsi Harrans og í fæhirðslu kongshallarinnar. Umframt tað tók hann eisini gíslar og snúðist síðan aftur í Sámáriu.

v15  Tað, ið meira er at siga um Jóas og tað, ið hann útinti, um roysnisbrøgd hansara, og hvussu hann stríddist móti Ámazja, Júda kongi, tað er jú ritað í árbókum Ísraels konga. v16  Síðan legðist Jóas til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í Sámáriu hjá Ísraels kongum. Og Jeróboam, sonur hansara, tók ríkið eftir hann.

v17  Ámazja Jóasson, Júda kongur, livdi fimtan ár, eftir at Jóas Jóahazson, Ísraels kongur, var deyður.

v18  Tað, ið meira er at siga um Ámazja, tað er jú ritað í árbókum Júda konga. v19  At endanum íbirtu Jerúsalem borgarar samansvørjing ímóti honum. Hann flýddi tá til Lákisj; men teir hildu aftan á hann til Lákisj og drópu hann har. v20  So fluttu teir hann á hestbaki haðan, og hann varð jarðaður í Jerúsalem hjá fedrum sínum í Dávidsborgini. v21  Allir Júdamenn tóku tá Ázarja, ið tá var sekstan ára gamal, og lótu hann taka ríkið eftir Ámazja, faðir sín. v22  Tað var hann, ið víggirdi Elat og vann hana aftur undir Júda, eftir tað at kongurin var lagstur til hvíldar hjá fedrum sínum.

Jeróboam annar av Ísrael

v23  Á fimtanda ríkisári Ámazja Jóassonar, Júda kongs, varð Jeróboam, sonur Jóasar, Ísraels kongs, kongur, og hann ríkti í Sámáriu í fjøruti og eitt ár. v24  Hann gjørdi tað, ið ilt var í eygum Harrans, og veik ikki frá øllum teim syndum, ið Jeróboam Nebatsson hevði fingið Ísrael til at gera. v25  Hann vann aftur alt Ísraels landaøki, haðan leiðin liggur til Hámat og alt at Árabavatninum, samsvarandi tí orði, sum Harrin, Ísraels Guð, hevði talað við tænara sínum Jónasi profeti, syni Ámittai úr Gát-Hefer. v26  Tí at Harrin hevði sæð Ísraels sváru eymd, at bæði fjøtraður og frælsur var avoyddur og eingin hjálpari í Ísrael. v27  Men Harrin hevði ikki sagt, at hann ætlaði at strika út navn Ísraels undir himni, tí bjargaði hann teimum við Jeróboami Jóassyni.

v28  Tað, ið meira er at siga um Jeróboam og alt tað, sum hann útinti, um roysnisbrøgd hansara á herferðum, og um hvussu hann vann aftur Dámaskus og Hámat undir Ísrael, tað er jú ritað í árbókum Ísraels konga. v29  Og Jeróboam legðist til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í Sámáriu hjá Ísraels kongum. Og Zekarja, sonur hansara, tók ríkið eftir hann.