v1 Á tjúgunda og sjeynda ríkisári Jeróboams, Ísraels kongs, varð Ázarja, sonur Ámazja, kongur í Júda. v2 Hann var sekstan ára gamal, tá ið hann varð kongur; og hann ríkti í Jerúsalem í fimmti og tvey ár. Móðir hansara æt Jekolja og var úr Jerúsalem. v3 Hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum Harrans, í øllum gjørdi hann eins og Ámazja, faðir hans. v4 Tó vórðu offurheyggjarnir ikki avtiknir; enn ofraði fólkið sláturoffur og roykilsisoffur á heyggjunum. v5 Men Harrin sló kongin, so at hann varð líktráur alt til deyðadags. Hann sat nú kvirrur einsæris, meðan Jótam kongssonur ráddi fyri borgum og dømdi fólkið í landinum.
v6 Tað, ið meira er at siga um Ázarja og um alt, sum hann gjørdi, tað er jú ritað í árbókum Júda konga. v7 Síðan legðist Ázarja til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður hjá fedrum sínum í Dávidsborgini. Og Jótam, sonur hansara, tók ríkið eftir hann.
v8 Á tríatiunda og áttanda ríkisári Ázarja, Júda kongs, varð Zekarja Jeróboamsson kongur yvir Ísrael, og hann ríkti í Sámáriu í seks mánaðir. v9 Hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans, eins og fedrar hans; hann lætti ikki av teimum syndum, ið Jeróboam Nebatsson hevði fingið Ísrael til at gera. v10 Men Sjallum Jábesjson birti í samansvørjing móti honum og vá hann við Jibleam, drap hann og tók ríkið eftir hann.
v11 Tað, ið meira er at siga um Zekarja, er jú ritað í árbókum Ísraels konga. v12 Soleiðis sannaðust tey orð, ið Harrin hevði talað til Jehu: »Eftirkomarar tínir skulu í fjórða ættarlið sita í hásæti Ísraels.« Og so varð.
v13 Á tríatiunda og níggjunda ríkisári Uzzia, Júda kongs, varð Sjallum Jábesjson kongur. Og hann sat sum kongur í Sámáriu okkurt um ein mánað. v14 Tá legði Menáhem Gádison út av Tirza og kom til Sámáriu; har vá hann Sjallum Jábesjson, drap hann og tók ríkið eftir hann.
v15 Tað, ið meira er at siga um Sjallum og ta samansvørjing, sum hann birti í, tað er jú ritað í árbókum Ísraels konga. v16 Tá oyddi Menáhem Tappua og alt, sum har var innanfyri, og alt tað landøkið alt frá Tirza; av tí at teir ikki høvdu latið liðini upp fyri honum, oyddi hann borgina, og allar burðarbúnar konur har kruvdi hann.
v17 Á tríatiunda og níggjunda ríkisári Ázarja, Júda kongs, varð Menáhem Gádison kongur yvir Ísrael. Og hann sat sum kongur í Sámáriu í tíggju ár. v18 Hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans; hann lætti ikki av teimum syndum, ið Jeróboam Nebatsson hevði fingið Ísrael til at gera. v19 Á hansara døgum ráddist Pul, Assurs kongur, á landið; tá gav Menáhem Puli eitt túsund talentir í silvuri til tess at fáa hann at hjálpa sær við at tryggja kongsvald sítt. v20 Menáhem álegði Ísrael at greiða Puli hetta fæ á tann hátt, at ríkmenninir guldu fimmti siklar í silvuri hvør. Tá snúðist Assurs kongur heim aftur og dvaldi ikki longur í landinum.
v21 Tað, ið meira er at siga um Menáhem og alt, sum hann gjørdi, tað er jú ritað í árbókum Ísraels konga. v22 Síðan legðist Menáhem til hvíldar hjá fedrum sínum, og Pekaja, sonur hansara, tók ríkið eftir hann.
v23 Á fimmtiunda ríkisári Ázarja, Júda kongs, varð Pekaja Menáhemsson kongur yvir Ísrael; og hann ríkti í Sámáriu í tvey ár. v24 Hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans og lætti ikki av teimum syndum, ið Jeróboam Nebatsson hevði fingið Ísrael til at gera. v25 Men Peka Remaljason, hirðmaður hansara, íbirti saman við fimmti Gileadmonnum samansvørjing ímóti honum og vá hann í Sámáriu í kongshøllini. Og tá ið hann hevði dripið hann, tók hann ríkið eftir hann.
v26 Tað, ið meira er at siga frá Pekaja og øllum tí, sum hann útinti, tað er jú ritað í árbókum Ísraels konga.
v27 Á fimmtiunda og øðrum ríkisári Ázarja, Júda kongs, varð Peka Remaljason kongur yvir Ísrael; hann ríkti í Sámáriu í tjúgu ár. v28 Hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans og lætti ikki av teimum syndum, ið Jeróboam Nebatsson hevði fingið Ísrael til at gera. v29 Á døgum Peka, Ísraels kongs, kom Tiglat-Pilesar, Assurs kongur, og tók Ijjon og Ábel-Bet-Máaka og Jánóa og Kedesj og Házor og Gilead og Galileu, alt Naftaliland, og herleiddi fólkið til Assurs. v30 Tá íbirti Hósea Elason samansvørjing móti Peka Remaljasyni, og á tjúgunda ríkisári Jótams Uzziasonar vá hann hann, drap hann og tók ríkið eftir hann. v31 Tað, ið meira er at siga frá Peka og øllum tí, sum hann gjørdi, tað er jú ritað í árbókum Ísraels konga.
v32 Á øðrum ríkisári Peka Remaljasonar, Ísraels kongs, varð Jótam, sonur Ázarja, kongur yvir Júda. v33 Hann var tjúgu og fimm ára gamal, tá ið hann varð kongur; og hann ríkti í Jerúsalem í sekstan ár. Móðir hansara æt Jerúsja Zádoksdóttir. v34 Hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum Harrans, og gjørdi í øllum eins og Ázarja, faðir hans. v35 Tó vórðu offurheyggjarnir ikki avtiknir; fólkið ofraði enn sláturoffur og roykilsisoffur á heyggjunum. Tað var hann, ið gjørdi Ovaralið á húsi Harrans. v36 Tað, ið meira er at siga frá Jótami og øllum tí, sum hann útinti, tað er jú ritað í árbókum Júda konga. v37 Um tað mundið byrjaði Harrin at beita Rezin, kong Áramita, og Peka Remaljason eftir Júda. v38 Síðan legðist Jótam til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður hjá fedrum sínum í borg Dávids, forfaðirs síns. Og Ákaz, sonur hansara, tók ríkið eftir hann.