v1 Á seytjanda ríkisári Peka Remaljasonar varð Ákaz Jótamsson kongur yvir Júda. v2 Ákaz var tjúgu ára gamal, tá ið hann varð kongur, og hann ríkti í Jerúsalem í sekstan ár. Hann gjørdi ikki tað, sum rætt var í eygum Harrans, Guðs síns, eins og Dávid, forfaðir hans, v3 men steig í fótaspor Ísraels konga, ja, eisini son sín læt hann ganga gjøgnum eldin eftir andstyggiligu siðum teirra tjóða, sum Harrin hevði rikið burtur frá Ísraelsmonnum. v4 Hann ofraði sláturoffur og roykilsisoffur á heyggjunum og hólunum og undir hvørjum grønum træi.
v5 Tá fóru teir Rezin, kongur Áramita, og Peka Remaljason, Ísraels kongur, niðan í hernað móti Jerúsalem, kringsettu Ákaz, men vunnu ikki á honum. v6 Ta ferðina vann Edóms kongur Elat aftur undir Edóm; og tá ið hann hevði rikið Júdamenn burtur úr Elat, komu Edómitar og búsettust í Elat; og har búgva teir enn í dag. v7 Ákaz sendi ørindrekar á fund við Tiglat-Pilesar, Assurs kong, og læt siga: »Eg eri trælur tín og sonur tín! Kom og frels meg undan valdi Árams kongs og Ísraels kongs, ið hava ráðst á meg!« v8 Ákaz tók tá eisini gullið og silvurið, sum var í húsi Harrans og í fæhirðslum kongshallarinnar, og sendi Assurs kongi tað sum gávu. v9 Assurs kongur eftirlíkaði honum; hann fór herferð móti Dámaskus, hertók borgina og flutti íbúgvarnar til Kir, og Rezin læt hann drepa. v10 Ákaz kongur fór nú til Dámaskus á fund við Tiglat-Pilesar, Assurs kong, og tá ið Ákaz kongur sá altarið í Dámaskus, sendi hann Uria presti mát og mynd av tí, sum líktust út í odd og egg. v11 Uria prestur bygdi altarið, í øllum lutum samsvarandi teirri mynd, sum Ákaz kongur hevði sent úr Dámaskus, bygdi Uria prestur altarið, áður enn Ákaz kongur var afturkomin úr Dámaskus. v12 Tá ið kongur kom aftur úr Dámaskus og sá altarið, gekk hann at tí og fór upp á tað. v13 Og hann ofraði brennioffur sítt og grónoffur og droypti droypioffur sítt og sletti blóðið av takkarofrum sínum upp á altarið. v14 Men koparaltarið, sum stóð frammi fyri ásjón Harrans fyri framman templið millum tempuls og nýggja altarsins, tað tók hann burtur og setti tað norðanvert við nýggja altarið. v15 Síðan beyð Ákaz kongur Uria presti: »Á tí stóra altarinum skalt tú ofra morgunbrennioffur og kvøldargrónoffur, brennioffur kongsins og grónoffur hans, brennioffur fyri almúgu landsins og grónoffur og droypioffur hennara, og alt blóð av brenniofrum og alt blóð av sláturofrum skalt tú sletta á tað. Men hvat ið gerast skal við koparaltarið, vil eg hugsa um.« v16 Og Uria prestur gjørdi alt, sum Ákaz kongur hevði boðið. v17 Ákaz kongur breyt eisini borðini av kervagnunum og tók kerini burtur av teimum; hann læt havið taka niður av koparoksunum, ið undir tí stóðu, og setti tað á steinpallin. v18 Ta taktu hvíludagsgongdina inni í templinum og somuleiðis ytru kongsdyr tók hann burtur úr templinum vegna Assurs kongs. v19 Tað, ið meira er at siga frá Ákazi og øllum tí, sum hann útinti, tað er jú ritað í árbókum Júda konga. v20 Síðan legðist hann til hvíldar hjá fedrum sínum í Dávidsborgini. Og Hizkia, sonur hans, tók ríkið eftir hann.