v1 Á triðja ríkisári Hósea Elasonar, Ísraels kongs, varð Hizkia, sonur Ákazar, kongur yvir Júda. v2 Hann var tjúgu og fimm ára gamal, tá ið hann varð kongur, og sat sum kongur í Jerúsalem í tjúgu og níggju ár. Móðir hans æt Ábi Zekarjadóttir. v3 Hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum Harrans; í øllum førum gjørdi hann eins og Dávid, forfaðir hans. v4 Hann tók av offurheyggjarnar, breyt niður steinsúlurnar og høgdi sundur Ásjerustólparnar og muldi koparormin, Móses hevði latið gera, tí at alt fram at tí degi høvdu Ísraelsmenn kveikt offureld fyri honum; hann varð kallaður Nehusjtan. v5 Hann troystaði á Harran, Ísraels Guð, so at eftir hann var eingin hansara líki millum alra Ísraels konga og heldur ikki millum teirra, sum undan honum høvdu verið. v6 Hann helt fast við Harran og fylgdi honum støðugt og varðveitti boðorð tey, ið Harrin hevði lagt fyri Móses. v7 Tí var Harrin við honum, og alt, sum hann tók sær fyri, eydnaðist honum. Hann breyt seg undan Assýriu kongi og galt honum ikki longur skatt. v8 Hann vá Filistar og herjaði land teirra alt til Gaza, bæði varðtorn og víggirdar borgir.
v9 Á fjórða ríkisári Hizkia kongs, tað er á sjeynda ríkisári Hósea Elasonar, Ísraels kongs, fór Salmanassar, Assýriu kongur, herferð móti Sámáriu og kringsetti hana. v10 Eftir trimum árum vunnu teir hana, á sætta ríkisári Hizkia, tað er á níggjunda ríkisári Hósea, Ísraels kongs, var Sámária vunnin. v11 Og Assýriu kongur herleiddi Ísrael til Assýriu og læt teir taka upp bústað í Hála og við Hábor, Gózans á, og í Medialands borgum, v12 tí at teir høvdu ikki verið Harranum, Guði sínum, lýdnir; teir høvdu slitið sáttmála hans, alt tað, sum Móses, tænari Harrans, hevði boðið, og høvdu hvørki verið tí lýdnir ella fylgt tí.
v13 Á fjúrtanda ríkisári Hizkia kongs fór Sankerib, Assýriu kongur, herferð móti øllum víggirdum borgum í Júda og vann tær. v14 Tá sendi Hizkia, Júda kongur, Assýriu kongi hesi boð til Lákisj: »Eg havi gjørt illa; men far nú heim aftur og lat meg sleppa, so skal eg greiða ta bót, ið tú áleggur mær.« Og Ássýriu kongur álegði Hizkia, Júda kongi, at greiða trý hundrað talentir í silvuri og tríati talentir í gulli. v15 Hizkia greiddi alt tað fæ, sum var í húsi Harrans og í fæhirðslum kongshallarinnar. v16 Ta ferðina læt Hizkia taka av hurðunum í húsi Harrans og av durastøvunum tað gull, sum hann sjálvur hevði lagt, og flýggjaði tað Assýriu kongi.
v17 Tá sendi Assýriu kongur Tartan og Rabsaris og Rabsjake við miklum herliði frá Lákisj til Jerúsalem á fund við Hizkia kong; og tá ið teir vóru komnir niðan, steðgaðu teir við vatnstokkin úr ovaru tjørn, sum er við vegin út á Tóvaravøllin. v18 Og tá ið teir rópaðu eftir kongi har, gingu teir Eljakim Hilkiason drottseti og Sjebna skrivari og Jóa Ásafsson frásagnarmeistari út til teirra. v19 Tá mælti Rabsjake til teirra: »Sigið við Hizkia: So sigur hin mikli kongur, Assýriu kongur: Hvat er hetta fyri álit, tú troystar á? v20 Tú manst halda, at ber orð galda tað sama sum hyggjuráð og styrki í bardaga! Hvør er tað, ið tú troystar á, at tú hevur gjørt uppreist móti mær? v21 Jú, tú troystar á Egyptaland, henda brákaða sevlegg, ið gjøgnumgatar hondina á øllum, ið taka um hann og styðja seg við hann. v22 Og um tit siga við meg: Á Harran, Guð váran, troysta vit, er tað tó ikki hann, hvørs offurheyggjar og altar Hizkia hevur tikið av, tá ið hann segði við Júda og Jerúsalem: Frammi fyri hesum altari her í Jerúsalem skulu tit tilbiðja! v23 Men kom nú og vedda við harra mín, Assýriu kong. Eg vil geva tær tvey túsund ross, um tú hevur nóg mikið av reiðmonnum til teirra! v24 Hvussu kanst tú tá standast ímóti sjálvt tí minsta av jøllum harra míns? Og tú troystar á vagnar og hestar Egyptalands! v25 Men mundi ikki Harrin sjálvur stuðla mær til at herja á henda stað? Jú, víst segði Harrin við meg: Far inn í hetta landið og oyð tað!«
v26 Tá mæltu teir Eljakim Hilkiason, Sjebna og Jóa við Rabsjake: »Tala við trælir tínar á árameiskum, tí vit skilja tað og tala ikki á júdeiskum máli, so fólkið, ið gongur uppi á borgargarðinum, hoyrir!« v27 Men Rabsjake svaraði teimum: »Man harri mín hava sent meg til tín og harra tíns við hesum orðum? Man tað ikki heldur vera til teirra, sum eru hjá tykkum uppi á borgargarðinum, og sum skjótt verða noyddir at eta sítt egna drit og drekka sítt egna land!« v28 Síðan gekk Rabsjake fram og rópaði hart á júdeiskum máli og mælti: »Hoyrið orð hins mikla kongs, Assýriu kongs! v29 So sigur kongurin: Latið ikki Hizkia tøla tykkum, tí at ikki fær hann bjargað tykkum undan mínum valdi. v30 Og latið ikki Hizkia fáa tykkum til at troysta á Harran við at siga: Harrin man vissuliga frelsa okkum; á ongum sinni verður henda borg givin upp í hendur Assýriu kongs! v31 Lurtið ikki eftir Hizkia, tí at so sigur Assýriu kongur: Gerið friðarsáttmála við meg og gevið tykkum undir meg, so skal hvør tykkara eta av víntræi sínum og fikutræi sínum og drekka vatn úr brunni sínum, v32 til eg komi og flyti tykkum burtur í annað land, ið líkist tykkara, land við korni og aldinløgi, land við víngørðum, land við oljuviði og hunangi, so at tit mega liva og ikki doyggja. Lurtið ikki eftir Hizkia, tá ið hann villleiðir tykkum og sigur: Harrin skal frelsa okkum! v33 Man nakar gudur hjá nakrari tjóð hava verið førur fyri at frelsa land sítt undan valdi Assýriu kongs? v34 Hvar eru gudar Hámats og Arpads? Hvar eru gudar Sefarváims, Hena og Ivva? Hvar eru gudar Sámáriulands? Mundu teir bjargað Sámáriu undan mínum valdi? v35 Hvør av gudum í øllum londum hevur nakrantíð frelst land sítt undan mínum valdi? Man tá Harrin kunna bjarga Jerúsalem undan mínum valdi?« v36 Men fólkið tagdi og ønti honum ikki aftur, tí at kongur hevði boðið teimum ikki at svara honum. v37 Tá komu teir Eljakim Hilkiason drottseti og Sjebna skrivari og Jóa Ásafsson frásagnarmeistari á fund við Hizkia í skræddum klæðum og søgdu honum frá tí, sum Rabsjake hevði mælt.