v1 Um hetta mundið legðist Hizkia deyðasjúkur; tá kom Jesaja Ámozson profetur til hansara og segði við hann: »Skipa nú fyri húsi tínum, tí at tú skalt doyggja og ikki liva longur!« v2 Tá snúði hann andliti sínum móti bróstinum og bað soleiðis til Harran: v3 »Á, Harri, minst tó til, hvussu eg havi gingið fyri ásjón tíni í trúfesti og av heilum huga og gjørt tað, ið gott er í tínum eygum!« v4 Men áður enn Jesaja var komin út um miðforgarðin, kom orð Harrans til hansara soljóðandi: v5 »Snúgv aftur og sig við Hizkia, høvdinga yvir fólki mínum: So sigur Harrin, Guð Dávids, forfaðirs tíns: Eg havi hoyrt bøn tína og sæð tár tíni! Sí, eg man grøða teg; í ovurmorgin manst tú fara niðan í hús Harrans. v6 Og eg vil leggja fimtan ár aftur at lívi tínum og frelsa teg og hesa borg undan valdi Assýriu kongs, og man eg verja hesa borg vegna mín og vegna Dávids, tænara míns!« v7 Tá segði Jesaja: »Komið við fikudeiggi!« Teir so gjørdu og løgdu tað á kýlið; tá batnaði hann. v8 Men Hizkia segði við Jesaja: »Hvat tekin skal eg fáa fyri, at Harrin grøðir meg, og at eg í ovurmorgin aftur má ganga niðan í hús Harrans?« v9 Jesaja svaraði: »Hetta skal vera tær tekinið frá Harranum, at hann man útinna tað, sum hann hevur heitt: Skal skuggin fara tíggju stig fram, ella skal hann fara tíggju stig aftur?« v10 Hizkia svaraði: »Lítið er tað fyri hjá skugganum at fara tíggju stig fram nei, tíggju stig aftur skal skuggin fara!« v11 Tá rópaði Jesaja profetur til Harrans, og hann læt skuggan á sóluri Ákazar fara tíggju stig aftur.
v12 Um tað mundið sendi Merodak-Báladan Báladansson, kongur í Bábel, bræv og gávu til Hizkia; tí at hann hevði frætt, at Hizkia var sjúkur. v13 Og Hizkia fagnaði komu teirra og sýndi teimum alla fæhirðslu sína, silvurið og gullið, roykilsisurtirnar og ta fínu oljuna, vápnabúr sítt og alt, sum fanst í fægoymslum hans. Eingin lutur var í húsi Hizkia og í øllum kongaríki hans, sum hann ikki sýndi teimum. v14 Tá kom Jesaja profetur til Hizkia kongs og segði við hann: »Hvat søgdu hesir menn, og hvaðan komu teir til tín?« Hizkia svaraði: »Úr fjarlagdum landi komu teir, úr Bábel!« v15 Tá spurdi hann: »Hvat fingu teir at síggja?« Hizkia svaraði: »Alt, sum í húsi mínum er, hava teir sæð, eingin lutur er í fæhirðslum mínum, sum eg ikki havi sýnt teimum!« v16 Tá mælti Jesaja við Hizkia: »Hoyr orð Harrans! v17 Sí, teir dagar koma, tá ið alt tað, sum í húsi tínum er, og sum fedrar tínir hava drigið saman alt fram at hesum degi, verður flutt til Bábel; einki skal vera eftir, sigur Harrin. v18 Og nakrir av sonum tínum, ið koma av tær, og sum tú hevur gitið, skulu tiknir verða og gjørdir til hirðmenn í kongshøllini í Bábel!« v19 Men Hizkia segði við Jesaja: »Gott man orðið frá Harranum vera, sum tú hevur talað!« Tí at hann hugsaði: »So verður tá friður og trygd, so leingi sum eg livi!«
v20 Tað, ið meira er at siga um Hizkia og øll roysnisverk hansara, hvussu hann gjørdi tjørnina og vatnstokkin og leiddi vatnið inn í borgina, tað er jú ritað í árbókum Júda konga.
v21 Og Hizkia legðist til hvíldar hjá fedrum sínum. Og Manasse, sonur hansara, tók ríkið eftir hann.