v1 Manasse var tólv ára gamal, tá ið hann varð kongur; og hann ríkti í Jerúsalem í fimti og fimm ár. Móðir hansara æt Hefziba. v2 Hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans, og livdi andstyggiliga eins og tær tjóðir, ið Harrin hevði rikið burtur undan Ísraelsmonnum. v3 Hann bygdi hovini uppaftur á offurheyggjunum, sum Hizkia, faðir hansara, hevði brotið niður; hann reisti Báali altar og gjørdi Ásjerustólpar, eins og Ákab, Ísraels kongur, hevði gjørt, og hann tilbað og dýrkaði allan her himinsins. v4 Hann reisti eisini altar í húsi Harrans, tó at Harrin hevði sagt: »Í Jerúsalem vil eg staðfesta navn mítt!« v5 Í báðum forgørðum við hús Harrans reisti hann altar fyri øllum heri himinsins. v6 Hann læt eisini son sín ganga gjøgnum eldin, fór við gandi og fjølkunnu og skipaði sær fjøld av manarum og gandakøllum og gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans til tess at reita hann. v7 Og Ásjerustólpan, sum hann hevði latið gera, setti hann upp í tí húsi, sum Harrin hevði talað um við Dávid og við Sálomon, son hansara, og sagt: »Í hesum húsi og í Jerúsalem, sum eg havi útvalt úr øllum ættargreinum Ísraels, vil eg staðfesta navn mítt um allar ævir; v8 og eg vil ongantíð aftur reka Ísrael burtur úr tí landi, sum eg gav fedrum teirra, um teir eina varðveita alt, sum eg havi boðið teimum, og halda ta lóg, ið Móses, tænari mín, legði fyri teir.« v9 Men teir lurtaðu ikki eftir, og Manasse fekk teir til at bera seg verri at enn tær tjóðir, ið Harrin hevði avoytt undan Ísraelsmonnum. v10 Tá talaði Harrin við tænarum sínum profetunum soleiðis: v11 »Av tí at Manasse, Júda kongur, hevur gjørt andstygdir, ið verri eru enn alt, sum Ámoritar gjørdu, ið undan teimum vóru, og sum tøldu Ísrael við skurðgudum sínum til at synda, v12 tessvegna sigur Harrin, Ísraels Guð, soleiðis: Sí, eg man lata ógævu koma yvir Jerúsalem og Júda, so at tað skal gella fyri báðum oyrum alra teirra, ið tað hoyra. v13 Eg vil spenna út sama máliband yvir Jerúsalem sum yvir Sámáriu á sinni og nýta sama málilodd sum yvir Ákabs ætt; og eg vil turka burtur Jerúsalem, eins og køsk verður turkað og síðan holvd. v14 Og eg vil skúgva frá mær tað, ið eftir er av arvagrein míni, og geva teir upp í hendur fígginda teirra, so at teir verða bráð og herfongur alra fígginda teirra, v15 fyri at teir hava gjørt tað, sum ilt er í eygum mínum, og hava reitt meg frá tí degi, fedrar teirra fóru út úr Egyptalandi, og alt fram at hesum degi!«
v16 Manasse úthelti eisini sakleyst blóð so nógv, at tað fylti Jerúsalem á tremur, umframt ta synd hansara, sum hann tøldi Júda við, so at hann fekk teir at gera tað, sum ilt er í eygum Harrans.
v17 Tað, ið meira er at siga um Manasse, um alt tað, ið hann útinti, og ta synd, sum hann gjørdi, tað er jú ritað í árbókum Júda konga. v18 Síðan legðist Manasse til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í garðinum við hús sítt, í garði Uzza. Og Ámon, sonur hansara, tók ríkið eftir hann.
v19 Ámon var tjúgu og tvey ára gamal, tá ið hann varð kongur, hann ríkti í Jerúsalem í tvey ár. Móðir hans æt Mesjullemet, Háruzardóttir, úr Jotba. v20 Hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans eins og Manasse, faðir hans, v21 hann steig fullkomuliga í fótaspor faðirs síns og dýrkaði somu andstyggiligu gudar, sum faðir hans hevði dýrkað, og tilbað teir. v22 Hann segði burtur Harran, Guð fedra sína, og gekk ikki á vegi Harrans. v23 Tænarar Ámons fingu samansvørjing í lag móti honum og drópu kongin í húsi hans. v24 Men almúga landsins drap allar teir, ið høvdu svorið seg saman móti Ámoni kongi, og tók Jósia, son hansara, til kong eftir hann.
v25 Tað, ið meira er at siga um Ámon, og tað, sum hann útinti, tað er jú ritað í árbókum Júda konga. v26 Hann varð jarðaður í grøv faðirs síns í garði Uzza. Og Jósia, sonur hans, tók ríkið eftir hann.