Siðbót Jósia

v1  Tá læt kongur boð fara um og savnaði til sín allar hinar elstu í Júda og Jerúsalem. v2  Síðan gekk kongur niðan í hús Harrans og við honum allir Júdamenn og íbúgvar Jerúsalem, prestarnir og profetarnir og alt fólkið, bæði ung og gomul, og hann las upp fyri teimum alt, sum stóð í sáttmálabókini, ið funnin var í húsi Harrans. v3  Tá gekk kongur fram at súluni og gjørdi tann sáttmála fyri ásjón Harrans at varðveita boðorð hans, vitnisburð og fyriskipanir av heilum huga og av allari sál til tess at halda henda sáttmála, so sum hann var niðurskrivaður í hesa bók. Og alt fólkið gekk undir sáttmálan.

v4  Síðan beyð kongur Hilkia høvuðspresti og prestinum av øðrum stigi og duravørðunum at taka út úr templi Harrans allar teir lutir, ið gjørdir høvdu verið Báali og Ásjeru og øllum heri himinsins til handa, og hann læt brenna teir upp fyri uttan Jerúsalem á Kedrons vøllum, og øsku teirra læt hann flyta til Betel. v5  Hann rak eisini skurðgudaprestarnar burtur, ið Júda kongar høvdu skipað, og sum høvdu tendrað offureld í borgum Júda og grannaløgum Jerúsalems og ofrað Báali, sól, mána og stjørnumerkjum og øllum heri himinsins roykilsisoffur. v6  Hann læt Ásjerustólpan taka út úr húsi Harrans og flutti hann út um Jerúsalem og brendi hann upp í Kedrons dali, muldi hann sundur og spjaddi dustið um har, sum almúgan hevði grevstur. v7  Hann tók niður herbergini hjá mannskøkjunum við hús Harrans, har sum konurnar vóvu línklæði Ásjeru til handar. v8  Hann læt allar prestarnar koma úr borgum Júda og avhalgaði offurheyggjarnar, har sum prestarnir høvdu tendrað offureld, frá Geba til Beersjebu. Eisini breyt hann niður havuroffurheyggin, ið var uttan fyri liðið hjá Jehósjua borgarstjóra til vinstru handar, tá ið inn verður gingið um borgarliðið. v9  Offurheyggjaprestarnir máttu ikki ganga upp á altar Harrans í Jerúsalem, tó sluppu teir at eta ósúrgað breyð saman við brøðrum sínum. v10  Hann avhalgaði offureldstaðin í dali Hinnomssonar, til tess at eingin aftur skuldi lata son sín ella dóttur ganga gjøgnum eldin Móloki til handar. v11  Hann tók eisini burtur teir hestar, sum Júda kongar høvdu sett sólini við inngongdina í hús Harrans, nærindis skemmu Netan-Meleks hirðmans í Parvarim; og vagnar sólarinnar brendi hann upp. v12  Altarini, sum Júda kongar høvdu reist uppi á takinum – á takskemmu Ákazar – og altarini, sum Manasse hevði reist í báðum forgørðum við hús Harrans, tey breyt kongur niður, smildraði tey smátt og spjaddi dustið út um Kedronsdal. v13  Og hann avhalgaði offurheyggjarnar fyri eystan Jerúsalem sunnantil á fjalli oyðingarinnar, ið Sálomon, Ísraels kongur, hevði bygt Astarte, skrímsli Zidonita, og Kemosj, skrímsli Móabita, og Milkomi, andstygd Ammonita. v14  Hann breyt niður steinsúlurnar, høgdi sundur Ásjerustólparnar og fylti stað teirra upp við mannabeinum.

v15  Somuleiðis breyt hann niður altarið í Betel saman við offurheyggi tí, sum Jeróboam Nebatsson hevði bygt, hann ið fekk Ísrael til at synda; eisini tað altarið og tann offurheyggin reiv hann niður; og steinarnar, sum tað var bygt av, muldi hann at dusti; og Ásjerustólpan brendi hann upp. v16  Men tá ið Jósia snúði sær á og bar eyga við gravirnar, sum vóru har á fjallinum, sendi hann menn avstað og læt teir taka beinini út úr grøvunum, og hann brendi tey á altarinum og avhalgaði tað eftir teimum orðum Harrans, ið Guðsmaðurin hevði boðað, hann, sum boðaði frá hesum lutum. v17  Síðan spurdi hann: »Hvør gravsteinur er hasin, sum eg síggi?« Borgarmenninir svaraðu honum: »Hatta er grøvin hjá tí Guðsmanni, ið kom úr Júda og boðaði frá hesum, sum tú nú hevur gjørt móti altarinum í Betel.« v18  Tá mælti hann: »Latið hann vera, eingin má ónáða bein hansara!« Soleiðis fingu bein hansara og bein profetsins úr Sámáriu frið.

v19  Jósia tók eisini burtur hovini á heyggjunum í borgum Sámáriu, tey, sum Ísraels kongar høvdu reist til tess at reita Harran, og hann fór við teimum á sama hátt, sum hann hevði gjørt í Betel. v20  Og offurheyggjaprestarnar, sum har vóru, slátraði hann á sjálvum altarunum og brendi mannabein á teimum. Síðan fór hann aftur til Jerúsalem.

v21  Tá beyð kongur øllum fólkinum: »Haldið nú páskir fyri Harranum, Guði tykkara, so sum fyriskipað er í hesi sáttmálabók!« v22  Tí at einar tílíkar páskir høvdu ikki verið hildnar alla ta tíð, sum kongar høvdu verið í Ísrael og Júda, ikki síðan dómararnir dømdu Ísrael. v23  Men á átjanda ríkisári Jósia kongs vórðu hesar páskir hildnar fyri Harranum í Jerúsalem. v24  Somuleiðis manararnar og gandakallarnar, húsgudarnar og hinar andstyggu og ræðuligu gudar, ið sóust í Júdalandi og Jerúsalem, avoyddi Jósia til tess at halda ta lóg, ið skrivað stóð í teirri bók, sum Hilkia prestur hevði funnið í húsi Harrans. v25  Javningi hans hevði eingin kongur verið undan honum, ið soleiðis hevði snúð sær at Harranum av heilum huga og við allari sál og øllum mátti alt eftir Móselóg, og eftir hann var eingin honum líkur. v26  Hóast tað lætti Harrin ikki av síni miklu vreiði, tí at bræði hans brann móti Júda fyri alt tað illa, ið Manasse hevði elvt honum. v27  Og Harrin mælti: »Eisini Júda skal eg reka burtur; og eg vil siga burtur Jerúsalem, hesa útvaldu borg mína, sum eg ætlaði, navn mítt skuldi búgva í!« v28  Tað, ið meira er at siga um Jósia og um alt tað, sum hann útinti, tað er jú ritað í árbókum Júda konga.

Atsókn Neko. Jósia doyr

v29  Á hansara døgum fór Fárao Neko, Egyptalands kongur, herferð móti Assýriu kongi eystur at Eufratánni. Tá legði Jósia kongur út ímóti honum, men Neko feldi hann í fyrstu atløgu við Megiddo. v30  Og menn hansara fluttu hann deyðan á vagni úr Megiddo til Jerúsalem og jarðaðu hann í grøv hansara; men fólkið í landinum tók Jóahaz Jósiason og salvaði hann til kong og læt hann taka ríkið eftir faðir sín.

Jóahaz

v31  Jóahaz var tjúgu og trý ára gamal, tá ið hann varð kongur, og hann sat sum kongur í Jerúsalem í tríggjar mánaðir. Móðir hans æt Hámutal Jeremjadóttir úr Libna. v32  Hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans, júst soleiðis sum forfedrar hansara høvdu gjørt. v33  Men Fárao Neko fjøtraði hann í Ribla í Hámatlandi og gjørdi enda á kongsdømi hans í Jerúsalem; og hann læt landið bøta eitt hundrað talentir í silvuri og tíggju talentir í gulli. v34  Fárao Neko gjørdi Eljakim Jósiason til kong í stað Jósia, faðirs hans, og broytti navn hans í Jójakim; men Jóahaz tók hann við sær til Egyptalands; og har doyði hann. v35  Jójakim greiddi Fárao silvurið og gullið; men hann mátti leggja skatt á landið til tess at fáa rindað tað fæ, ið Fárao kravdi; hann heimtaði av fólkinum í landinum tað silvur og gull, sum hvør maður skuldi lata til tess at kunna greiða Fárao tað, sum hann kravdi.

Jójakim

v36  Jójakim var tjúgu og fimm ára gamal, tá ið hann varð kongur, og hann sat sum kongur í Jerúsalem í ellivu ár. Móðir hansara æt Zebida Pedajadóttir úr Ruma. v37  Hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans, júst soleiðis sum fedrar hansara høvdu gjørt.