v1 Á hansara døgum fór Nebukadnezar, kongur av Bábel, herferð hagar, og Jójakim kom at standa undir honum; men eftir trimum árum sleit hann trúnað við hann. v2 Tá sendi Harrin ránsflokkar av Kaldeum og Áramitum og ránsflokkar av Móabitum og Ammonitum, og hann sendi teir inn í Júda til tess at oyða hann samsvarandi tí orði, sum Harrin hevði talað við tænarum sínum profetunum. v3 Tað var einans av vreiði síni, at Harrin rak Júda burtur frá ásjón síni, og aftur fyri synd Manasse fyri alt tað, sum hann hevði gjørt; v4 eisini aftur fyri tað sakleysa blóð, sum hann hevði úthelt so nógv av, at hann fylti Jerúsalem við sakleysum blóði; tað vildi Harrin ikki fyrigeva.
v5 Tað, ið meira er at siga um Jójakim og um alt, sum hann útinti, tað er jú ritað í árbókum Júda konga. v6 Og Jójakim legðist til hvíldar hjá fedrum sínum. Og Jójakin, sonur hans, tók ríkið eftir hann. v7 Men Egyptalands kongur fór ikki aftur av landi sínum í hernað, tí at Bábel kongur hevði vunnið alt tað land, sum hevði ligið undir Egyptalands kongi frá Egyptalandsánni og alt at Eufratánni.
v8 Jójakin var átjan ára gamal, tá ið hann varð kongur, og hann sat sum kongur í Jerúsalem í tríggjar mánaðir. Móðir hansara æt Nehusjta Elnatansdóttir úr Jerúsalem. v9 Hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans, júst soleiðis sum faðir hans hevði gjørt. v10 Um hetta mundið fóru menn Nebukadnezars, Bábel kongs, herferð móti Jerúsalem og kringsettu hana. v11 Síðan kom Nebukadnezar, Bábel kongur, sjálvur til Jerúsalem, meðan menn hansara trongdu at henni. v12 Tá fór Jójakin, Júda kongur, út og gav seg undir Bábel kong saman við móður síni og monnum sínum, herhøvdingum og hirðmonnum. Og hann tók við honum. Hetta var á áttanda ríkisári Bábel kongs. v13 Og sum Harrin hevði sagt, flutti hann haðan allar dýrgripirnar í húsi Harrans og í kongshøllini og breyt gullið burtur av øllum lutum, ið Sálomon, Ísraels kongur, hevði latið gera í halgidómi Harrans. v14 Hann herleiddi alla Jerúsalem, allar høvdingar og allar megnarmenn, tíggju túsund í tali; og somuleiðis allar træsmiðir og jarnsmiðir; einans roðstúkufólk landsins læt hann vera eftir. v15 Og hann herleiddi Jójakin til Bábel; og kongsmóður og konur kongs og alt hirðfólkið og allar tignarmenn landsins herleiddi hann úr Jerúsalem til Bábel. v16 Allar ríkmenn, sjey túsund í tali, træsmiðir og jarnsmiðir, túsund í tali, og allar reystar hetjur herleiddi Bábel kongur til Bábel. v17 Og Bábel kongur skipaði Mattanja, faðirbróður hansara, kong í hansara stað og broytti navn hans til Zidkia.
v18 Zidkia var tjúgu og eitt ára gamal, tá ið hann varð kongur, og hann sat sum kongur í Jerúsalem í ellivu ár. Móðir hans æt Hámital Jeremjadóttir úr Libna. v19 Hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans, júst soleiðis sum Jójakim hevði gjørt. v20 Men vegna vreiði Harrans kom hetta yvir Jerúsalem og Júda, og at endanum rak hann tey burtur frá ásjón síni.