v1 Ein av konum profetasonanna rópaði eina ferð á Elisa og mælti: »Trælur tín, maður mín, er deyður; og tú veitst, at trælur tín var gudrøkin maður, men nú er lángevi hans komin og krevur báðar synir hansara sum trælir!« v2 Elisa segði við hana: »Hvat skal eg gera fyri teg? Sig mær, hvat hevur tú í húsinum?« Hon svaraði: »Trælkona tín hevur einki í húsinum uttan eitt krúss við olju.« v3 Tá mælti hann: »Far út um bygdina og bið grannar tínar læna tær tómar kaggar, ikki ov fáar. v4 Far síðan inn og lat hurðarnar aftur eftir tær og sonum tínum og lat av oljuni upp í allar kaggarnar og set teir burtur, so hvørt sum teir fyllast.« v5 Hon fór tá frá honum og lokaði hurðarnar aftur eftir sær og sonum sínum. Teir fluttu henni kaggarnar, og hon læt upp í teir. v6 Men tá ið kaggarnir vóru fullir, segði hon við son sín: »Kom við fleiri køggum!« Men hann svaraði henni: »Eingin kaggi er eftir!« Tá lætti oljan av at renna. v7 Hetta kom konan og segði fyri Guðsmanninum, men hann segði: »Far nú og sel oljuna og rinda aftur skuld tína. Tað, ið eftir verður, mega tú og synir tínir hava at liva av!«
v8 Tað bar so á, at Elisa ein dagin var á ferð yvir til Sjúnem; har búði rík kona, ið bønaði hann at koma inn og fáa sær at eta; og hvørja ferð hann seinni kom har framvið, fór hann inn har at fáa sær at eta. v9 Einaferð segði hon við mann sín: »Eg veit, at hesin maðurin, ið støðugt ferðast um hjá okkum, er heilagur Guðsmaður. v10 Latum okkum tí gera lítið loftsherbergi og seta honum har legu og borð og stól og ljósastaka, so hann kann fara hagar, hvørja ferð hann kemur til okkara!« v11 So ein dagin kom hann hagar, fór upp á loftsherbergið og legði seg at sova. v12 Seinni segði hann við Gehazi, svein sín: »Rópa mær hesa sjúnamitisku konuna!« Hann rópaði á hana, og hon kom inn til hansara. v13 Tá segði hann við Gehazi: »Sig við hana: Tú hevur havt alt hetta stríðið av okkum; hvat eigi eg nú at gera tær afturfyri? Er tað nakað, sum eg skal bera upp á mál við kong fyri teg ella við herhøvdingan?« Hon svaraði: »Eg búgvi her í miðjum fólki mínum!« v14 Tá segði hann: »Hvat kann eg tá gera fyri hana?« Gehazi svaraði: »Jú, hon eigur ongan son, og maður hennara er gamal.« v15 Tá segði hann: »Rópa hana!« Og hann rópaði á hana, og hon kom í dyrnar at standa. v16 Og hann mælti: »Um hetta leitið aftur í áramótið skalt tú hava son á brósti!« Men hon svaraði: »Nei, harri mín, tú Guðsmaður, skrøgga ikki tílíkt fyri trælkonu tíni!« v17 Men konan varð við barn og føddi son sama dagin aftur í áramótið, eins og Elisa hevði sagt fyri henni. v18 Tá ið sveinurin var tilkomin, fór hann ein dagin út á bøin til faðir sín, ið var hjá akurskurðarmonnunum. v19 Tá tók hann at rópa á faðir sín: »Á, høvur mítt, høvur mítt!« Men faðirin segði við sveinin: »Leið hann heim til móður sína!« v20 Og sveinurin tók hann og leiddi hann heim til móður hans; hon setti seg undir hann til hádegis; tá doyði hann. v21 Tá fór hon upp við honum og legði hann á leguna hjá Guðsmanninum, lokaði so hurðina aftur fyri honum og fór haðan. v22 Síðan rópaði hon mann sín og segði: »Send mær ein av sveinunum og eina øsnu, so at eg sum skjótast kann koma á fund við Guðsmannin og síðan heim aftur!« v23 Men hann svaraði: »Hví ætlar tú tær til hansara í dag? Tað er jú hvørki tendring ella hvíludagur!« Men hon svaraði: »Legg einki í tað!« v24 Hon saðlaði tá øsnuna og segði við svein sín: »Koyr nú hart á og steðga ikki ferðini, fyrr enn eg sigi tær til!« v25 Síðan helt hon ferðini til fundar við Guðsmannin á Karmels fjalli. Og tá ið Guðsmaðurin bar eyga við hana nakað frá, mælti hann við Gehazi, svein sín: »Hygg, hatta er hin sjúnamitiska konan! v26 Far ímóti henni og sig við hana: Hvussu veit tær við, og hvussu veit manni tínum við og dreinginum?« Gehazi so gjørdi, og hon svaraði: »Okkum veit væl við.« v27 Men tá ið hon var komin niðan á fjallið til Guðsmansins, treiv hon um føtur hansara. Tá kom Gehazi og vildi reka hana burtur, men Guðsmaðurin mælti: »Lat hana vera, tí at hon ber mikla sorg, og Harrin hevur dult tað fyri mær og ikki latið meg vita av tí!« v28 Tá mælti hon: »Var tað eg, sum bað teg, harri, um son? Segði eg ikki við teg, at tú ikki mátti teipa meg?« v29 Tá segði hann við Gehazi: »Gyrð teg um lendar, tak stav mín í hond og far avstað; møtir tú onkrum, tá heilsa honum ikki, og heilsar onkur tær, tá svara honum ikki; og tú skalt leggja stav mín yvir andlit drongsins!« v30 Men móðir drongsins mælti: »So satt sum Harrin livir, og tú livir, skiljist eg ikki við teg!« Tá reis hann og fór við henni. v31 Tessámillum var Gehazi farin undan teimum og hevði lagt stavin yvir andlit drongsins, men har var hvørki ljóð ella lívsbragd. Í tí skili vendi hann aftur ímóti Elisa og segði: »Drongurin vil ikki vakna!« v32 Og tá ið Elisa kom inn í húsið, tá lá drongurin deyður á legu hans. v33 Og hann fór inn til drongsins, lokaði hurðina eftir sær og bað til Harrans. v34 Síðan fór hann upp og legði seg oman á dreingin við munni sínum yvir hansara munni, eygum sínum yvir hansara eygum og við hondum sínum yvir hansara hondum, og sum hann trýsti seg niður á hann, ornaði drongurin. v35 So fór hann niður aftur og gekk eina ferð aftur og fram í húsinum, fór síðan upp aftur og boygdi seg yvir hann; tá neys drongurin sjey ferðir og læt eygu síni upp. v36 Tá rópaði hann á Gehazi og bað hann fara eftir teirri sjúnamitisku konuni. Hann kallaði á hana, og tá ið hon var komin til hansara, segði hann við hana: »Tak son tín!« v37 Og hon kom og fell honum til kníggja og lútaði til jarðar. Síðan tók hon son sín og fór út.
v38 Ta ferðina tá ið hallár var í landinum, kom Elisa aftur úr Gilgal; meðan nú profetasynirnir sótu frammi fyri honum, sigur hann við svein sín: »Far og set stórapott útá og kóka profetasonunum urtagreytin!« v39 Sveinurin fór tá út í hagan at henta urtir, og tá ið hann kom fram á villa vavurt, tíndi hann av aldin hennara upp í fulla skikkju. Síðan fór hann heim aftur og skar tað niður í matarpottin, tí at hann visti ikki, hvat tað var. v40 So oysti hann uppúr og gav monnum, men beinanvegin sum teir bragdaðu matin, rópaðu teir: »Deyðin er í pottinum, tú Guðsmaður!« Og teir kundu ikki eta matin. v41 Tá mælti hann: »Fáið mær eitt sindur av mjøli!« Og tá ið hann hevði gjørt tað út á pottin, segði hann: »Oys nú uppúr og gev monnunum at eta!« Tá var einki skaðiligt í pottinum meira.
v42 Eina ferð kom maður úr Báal-Sjálisja við frumgróðri til Guðsmannin; tjúgu byggbreyð og nýheystað korn hevði hann í skreppu síni. Tá mælti Elisa: »Fá monnunum hetta at eta!« v43 Men tænari hansara mælti: »Hvat munar hetta til hundrað menn?« Hann svaraði: »Borðreið bara og lat teir eta, tí at so sigur Harrin: Teir skulu eta og leiva.« v44 Tá setti hann fyri teir, og teir ótu og leivdu, eins og Harrin hevði sagt.