Elisa grøðir Náaman

v1  Náaman, herhøvdingi hjá kongi Áramita, var í miklum metum hjá harra sínum og væl umtóktur, av tí at Harrin við honum hevði givið Áramitum sigur. Men maðurin var líktráur. v2  Eina ferð, tá ið Áramitar høvdu verið á herferð í Ísraels landi, høvdu teir tikið unga gentu aftur við sær, ið var komin at tæna hjá konu Náamans. v3  Hon segði nú við húsmóður sína: »Hevði harri mín bert verið hjá profetinum í Sámáriu, tá mundi hann ivaleyst grøtt hann fyri líktrá hansara!« v4  Náaman fór nú og segði harra sínum frá, hvat ið hin ísraelitiska gentan hevði sagt. v5  Og kongur Áramita segði: »Far tú hagar! Eg skal senda við tær Ísraels kongi bræv!« Síðan fór hann avstað og tók við tíggju talentir av silvuri og seks túsund siklar av gulli og tíggju skartbúnar. v6  Og hann flýggjaði Ísraels kongi brævið, ið ljóðaði soleiðis: »Tá ið tú fært hetta bræv upp í hendur, skalt tú vita, at eg havi sent Náaman, tænara mín, til tín, til tess at tú skalt loysa hann við líktrá hans!« v7  Men tá ið Ísraels kongur hevði lisið brævið, skræddi hann klæði síni og mælti: »Eri eg Guð? Havi eg vald á deyða og lívi, at hann biður meg loysa mann við líktrá hans? Nei, vita skulu tit og fáa at sanna, at hann leitar sær høvi til at herja á meg!«

v8  Men tá ið Elisa Guðsmaður frætti, at Ísraels kongur hevði skrætt klæði síni, sendi hann kongi henda spurning: »Hví skræðir tú klæði tíni? Lat hann koma til mín, so skal hann sanna, at til er profetur í Ísrael!« v9  Tá kom Náaman við rossum og vagnum og steðgaði fyri durunum hjá Elisa. v10  Elisa sendi út til hansara hesi boð: »Far og baða tær sjey ferðir í Jórdan, so skal hold títt grøðast, og tú verður reinur!« v11  Tá varð Náaman illur og fór burtur, meðan hann helt fyri: »Eg hevði hugsað mær, at hann fór at koma út, og at hann hevði staðið og ákallað Harran, Guð sín, og reiggjað hondum móti halgidóminum og soleiðis grøtt líktrá mína! v12  Eru ikki áirnar í Dámaskus, Ábana og Parpar, ólíka betri enn allar áir í Ísrael? Kundi eg ikki tváað mær í teimum og vorðið reinur?« Og hann snúðist við og fór burtur í vreiði. v13  Tá komu sveinar hansara og talaðu við hann og søgdu: »Um profeturin hevði lagt stórar treytir á teg, mundi tú so ikki gingið undir tær? Hvussu nógv heldur nú, tá ið hann bert sigur við teg: Tváa tær, so verður tú reinur!« v14  Tá fór hann oman og stakk seg sjey ferðir undir kav í Jórdan, eins og Guðsmaðurin hevði sagt. Og í sama bili varð hold hansara aftur eins og holdið á lítlum barni, og hann var reinur.

v15  Síðan snúðist hann aftur til Guðsmansins við øllum fylgismonnum sínum, og tá ið hann var komin aftur til hansara, gekk hann fram fyri hann og mælti: »Nú veit eg, at eingin Guð er til í nøkrum landi uttan Ísrael! Og tak nú við takkargávu av træli tínum!« v16  Men hann svaraði: »So satt sum Harrin livir, fyri hvørs ásjón eg standi, vil eg ikki taka við nøkrum!« Og tó at hann bønaði hann, vildi hann ikki taka við gávuni. v17  Tá mælti Náaman: »Um ikki, so lat træl tín fáa tvær klyvjar av mold; tí at trælur tín vil ikki meira ofra øðrum gudum brennioffur og sláturoffur, men einans Harranum. v18  Hetta eina man Harrin tó fara at fyrigeva tænara tínum: Tá ið harri mín gongur í hús Rimmons til tess at biðja, og hann styðjar seg við arm mín, og eg tá saman við honum tilbiði í húsi Rimmons, tá man Harrin fyrigeva tænara tínum hetta!« v19  Elisa svaraði honum: »Far tú í friði!«

Elisa revsar Gehazi

Men tá ið hann var farin frá honum og komin nakað á leið, v20  segði Gehazi, sveinurin hjá Elisa Guðsmanni, við sjálvan seg: »Sí, harri mín hevur sloppið Náamani, hesum Áramita, undan gjaldi og ikki tikið frá honum tað, sum hann hevði við sær. So satt sum Harrin livir, vil eg renna aftan á hann og fáa eitthvørt frá honum!« v21  Síðan helt Gehazi aftan á Náaman, og tá ið Náaman sá hann koma rennandi aftan á seg, fór hann niður av vagninum ímóti honum og mælti: »Veit væl við?« v22  Hann svaraði: »Ja, men harri mín sendir meg við hesum boðum: Beint nú eru komnir til mín úr Efraims fjøllum tveir av profetasonunum. Gev mær eina talent av silvuri og tveir skreytbúnar til teirra!« v23  Men Náaman segði: »Fegin gevi eg tær tvær talentir!« Og tá ið hann hevði bønað hann at taka við tí, bant hann tvær talentir av silvuri upp í tveir pjøkar saman við tveimum skreytbúnum og fekk tveir av sveinum sínum at bera tað fyri hann. v24  Men tá ið teir komu fram at heygnum, tók hann gripirnar frá teimum og goymdi teir í húsinum og sendi síðan menninar heim aftur. v25  Gekk hann so inn fyri harra sín. Tá mælti Elisa: »Hvaðan kemur tú, Gehazi?« Hann svaraði: »Tænari tín hevur ongastaðni verið!« v26  Men hann segði við hann: »Eg fylgdi við tær í andanum, tá ið maðurin fór av vagninum ímóti tær. Nú hevur tú fingið silvur, og nú manst tú fáa klæði og oljugarðar og víngarðar, smalur og stórdýr, trælir og trælkonur. v27  Men líktrá Náamans skal eisini loða við teg og avkom títt um allar ævir!« Síðan fór hann út frá honum snjóhvítur av líktrá síni.