Elisa og hin horvna øksin

v1  Einaferð søgdu profetasynirnir við Elisa: »Sí, hetta høli, sum vit sita í framman fyri tær, er vorðið okkum ov trongt. v2  Loyv okkum at fara oman at Jórdan og taka haðan hvør sín stokk og byggja okkum har høli at sita í!« Hann svaraði: »Ja, gerið so!« v3  Tá mælti ein teirra: »Ger okkum tann beina at koma við tænarum tínum!« Hann svaraði: »Ja, eg skal koma!« v4  Síðan fór hann við teimum, og tá ið teir komu oman at Jórdan, tóku teir at fella trø. v5  Men sum nú ein teirra fekst við at høgga eitt træ, misti hann øksina í ánna. Tá rópaði hann: »Á, harri mín, hatta var øks, sum eg hevði lænt!« v6  Men Guðsmaðurin mælti: »Hvar datt hon?« Og tá ið hann hevði sýnt honum staðin, skar hann viðargrein av og blakaði hana út hagar; tá flotnaði øksin. v7  Síðan segði hann: »Tak hana nú!« Tá rætti maðurin hondina út og tók hana.

Elisa blindar hin árameiska herin

v8  Eina ferð tá kongur Áramita stríddist móti Ísrael, samráddist hann við menn sínar og mælti: »Á tí og tí staði skulu tit leggja tykkum á loynum!« v9  Men Guðsmaðurin sendi Ísraels kongi boð um hetta og segði: »Varnist at fara fram við hasum staði, tí at har liggja Áramitar á loynum!« v10  Ísraels kongur sendi tá varðmenn á tann stað, sum Guðsmaðurin hevði talað um. Soleiðis varaði hann Ísraels kong við ikki bert eina, men mangar ferðir. v11  Árams kongur órógvaðist í huga um hetta, og hann stevndi monnum sínum saman og mælti við teir: »Kunnu tit ikki siga mær, hvør tað er, ið smettar fyri Ísraels kongi um loyndarmál okkara?« v12  Tá mælti ein av monnum hansara: »Nei, kongur, harri mín, tað er ikki so, men Elisa profetur í Ísrael er tað, sum flytur Ísraels kongi boð um alt, sum tú talar í skemmu tíni.«

v13  Tá segði hann: »Farið og vitið, hvar hann er, so skal eg senda menn og lata hann taka á hondum!« Tá ið hann nú frætti, at hann var í Dótan, v14  sendi hann avstað ross og vagnar og mikið herlið, og teir komu hagar á náttartíð og kringsettu borgina. v15  Snimma morgunin eftir, tá ið Guðsmaðurin fór út fyri dyr, sær hann herlið kring um borgina og ross og vagnar. Tá segði sveinur hansara við hann: »Á, harri mín, hvussu skulu vit gera?« v16  Hann svaraði: »Óttast ikki, tí at teir, ið við okkum eru, eru fleiri enn teir, ið eru við teimum!« v17  Tá fór Elisa at biðja og mælti: »Harri, lat eygu hans upp, so hann sær!« Og Harrin læt eygu sveinsins upp, og tá sá hann fjallið avtakið við eldhestum og eldvagnum kring um Elisa. v18  Teir fóru nú oman ímóti honum, men Elisa ákallaði Harran og segði: »Blinda tú hetta fólkið!« Tá blindaði hann eygu teirra, eins og Elisa hevði biðið. v19  Elisa segði tá við teir: »Hetta er ikki vegurin, og hetta er ikki borgin. Komið við mær, so skal eg fylgja tykkum til mannin tann, ið tit leita eftir!« Síðan fylgdi hann teimum til Sámáriu. v20  Men tá ið teir vóru komnir inn í Sámáriu, fór Elisa at biðja og segði: »Harri, lat nú eygu teirra upp, so at teir síggja!« Tá læt Harrin eygu teirra upp, og teir sóu, at teir vóru í miðjari Sámáriu. v21  Tá ið Ísraels kongur sá teir, segði hann við Elisa: »Faðir mín, skal eg høgga teir niður?« v22  Men hann svaraði: »Ikki mást tú høgga teir niður! Ert tú vanur at jarðleggja teir, sum tú hertekur við svørði og boga? Gev teimum heldur at eta og drekka, og lat teir síðan snúgvast heim aftur til harra síns!« v23  Hann setti tá nógvan mat fyri teir; og tá ið teir høvdu etið og drukkið, sendi hann teir avstað; og fóru teir heim aftur til harra síns. Eftir tað ráddust áramitiskir ránsflokkar ikki aftur á Ísrael.

Hungursneyðin í hini kringsettu Sámáriu

v24  Eftir hetta bar so á, at Benhádad, kongur Áramita, dró saman allan her sín og fór og kringsetti Sámáriu. v25  Men meðan teir sótu um Sámáriu, var tílíkur svøltur har, at eitt asnahøvd kostaði áttati siklar í silvuri og ein fjórðings káb av dúgvudriti fimm siklar í silvuri. v26  Meðan Ísraels kongur ein dagin spákaði uppi á borgargarðinum, rópaði ein kona á hann og mælti: »Hjálp, kongur, harri mín!« v27  Hann svaraði henni: »Hjálpir Harrin tær ikki, hvaðan skal eg tá veita hjálp? Frá treskivøllinum ella frá vínfarginum?« v28  Kongur spurdi hana aftur: »Hvat er tað tá, tú vilt?« Hon svaraði: »Handa konan segði við meg: Kom við syni tínum, latum okkum eta hann í dag, í morgin skulu vit eta son mín! v29  Síðan kókaðu vit son mín og ótu hann; men tá ið eg dagin eftir segði við hana: Kom nú við syni tínum og latum okkum eta hann! Tá krógvaði hon son sín.« v30  Tá ið kongur hoyrdi konuna siga hetta, skræddi hann klæði síni, har sum hann stóð uppi á borgargarðinum; tá sá fólkið, at hann var ílatin sekki innast við holdið. v31  Og hann mælti: »Harrin lati bæði hetta og hatta koma yvir meg nú og framvegis, um høvdið á Elisa Sjáfatssyni verður sitandi á honum til kvølds!«

v32  Tessámillum sat Elisa heima við hús, og hinir elstu sótu kring um hann. Tá sendi kongur ørindreka undan sær; men áður enn hann var komin vegin fram, mælti Elisa við hinar elstu: »Vita tit, at hasin blóðmaðurin hevur sent mann avstað at høgga høvdið av mær? Ansið tí eftir at loka dyrnar, tá ið hann kemur og standið fyri hurðini, so at hann ikki sleppur inn! Longu man eg hoyra harra hansara koma rennandi aftan á hann.« v33  Áðrenn hann hevði lokið talu sína, tá var kongur komin oman til hansara og mælti: »Nú sært tú sjálvur, hvussu mikla ógævu Harrin hevur sent; hví skal eg longur vóna á Harran?«