v1 Men Elisa segði: »Hoyrið orð Harrans! So sigur Harrin: Um hetta leitið í morgin skal ein sea av fínum mjøli kosta ein sikul í silvuri og tvær seur av byggi ein sikul í silvuri í borgarliði Sámáriu!« v2 Hirðmaðurin, ið kongur styðjaði seg við, svaraði Guðsmanninum og segði: »Um Harrin setti gluggar á himmalin, man tó tílíkt ikki fara at bera á!« Men hann svaraði: »Tú skalt fáa tað sjálvur at síggja, men einki njóta av tí!« v3 Í borgarliðinum sótu fýra líktráir menn. Teir søgdu hvør við annan: »Hví skulu vit sita her, til vit doyggja? v4 Gera vit av at fara inn í borgina, so mega vit doyggja har, tí at svøltur er í borgini, og verða vit sitandi her, doyggja vit eisini! Latum okkum tí fara yvir í herbúðir Áramita; lata teir okkum á lívi, so bjarga vit lívinum; og taka teir okkum av lívi, ja, so doyggja vit!« v5 Síðan fóru teir í skýmingini yvir í herbúðir Áramita; men tá ið teir komu fram at herbúðum Áramita, tá var eingin maður har. v6 Tí at Harrin hevði latið hoyrast í herbúðum róm av vagnum og rossum og miklum herliði, so at teir søgdu hvør við annan: »Ísraels kongur hevur leigað sær kongar Hetita og kongar Mizráims til tess at ráðast á okkum!« v7 Tessvegna høvdu teir í skýmingini tikið til beins og latið herbúðirnar vera eftir, sum tær vóru við øllum tjøldum, hestum og øsnum og høvdu firrað lívinum. v8 Tá ið hinir líktráu nú vóru komnir fram at herbúðunum, gingu teir inn í eitt tjald, ótu og drukku og tóku við sær haðan silvur og gull og klæði og fóru burtur og krógvaðu tað. Síðan komu teir aftur, gingu inn í annað tjald og tóku eisini ymist haðan, sum teir fluttu burtur og krógvaðu. v9 Men tá søgdu teir hvør við annan: »Hetta er ikki rætt, sum vit havast at nú! Hesin dagur er dagur við fagnaðartíðindum; men um vit tiga og bíða, til tað fer at lýsa, tá gera vit okkum sekar. Latum okkum tí fara nú og flyta hesi tíðindi í kongshøllina!« v10 Og teir komu og rópaðu á liðvørðir borgarinnar og søgdu fyri teimum: »Vit komu inn í herbúðir Áramita og hvørki sóu ella hoyrdu nakran mann, men hestar og asnar vóru tjóðraðir, og tjøldini stóðu, eins og tey altíð høvdu staðið!« v11 Liðvørðirnir rópaðu hetta út, og tíðindini fluttust inn í kongshøllina. v12 Men kongur fór upp á miðjari nátt og mælti við menn sínar: »Eg skal siga tykkum, hvat ið Áramitar ætla at gera við okkum; teir vita, at vit svølta; tessvegna eru teir rýmdir úr herbúðunum og hava krógvað seg úti á víðavangi í teirri hugsan, at vit munnu fara út úr borgini, so at teir mega taka okkum á hondum livandi og síðan brótast inn í borgina!« v13 Tá svaraði ein av monnunum og mælti: »Lat menn taka eini fimm av rossunum, ið eftir eru, og fara út at njósnast; tað man neyvan fara at ganga teimum verri enn øllum teim nógvu av fólkinum, ið longu eru týndir!« v14 Tóku teir tá tveir vagnar við hestum fyri, og kongur beyð teimum at fara aftan á herlið Áramita at njósnast. v15 Teir hildu tá aftan á teir alt at Jórdan, og allur vegurin var avtakin við klæðum og vápnum, sum Áramitar høvdu tveitt frá sær á skundisligu ferð teirra. Síðan komu ørindrekar aftur og søgdu kongi frá. v16 Tá fór alt fólkið út og rændi herbúðir Áramita, og soleiðis gekk út tað, ið Harrin hevði sagt, at ein sea av fínum mjøli skuldi kosta ein sikul í silvuri og tvær seur av byggi ein sikul í silvuri, eins og Harrin hevði sagt.
v17 Kongur hevði givið hirðmanni tí, sum hann styðjaði seg við, umsjón við borgarliðinum, men fólkið traðkaði hann í liðinum, so at hann doyði samsvarandi tí orði, ið Guðsmaðurin hevði talað ta ferðina, tá kongur var komin oman til hansara. v18 Tí at tá ið Guðsmaðurin segði við kongin: »Um hetta leitið í morgin skulu tvær seur av byggi kosta ein sikul og ein sea av fínum mjøli ein sikul í borgarliði Sámáriu,« v19 tá svaraði hirðmaðurin Guðsmanninum og mælti: »Um so Harrin setir gluggar á himmalin, man tó tílíkt ikki fara at bera á.« Men hann svaraði: »Tú skalt fáa tað sjálvur at síggja, men einki njóta av tí!« v20 Og soleiðis barst honum til; fólkið traðkaði hann til deyða í borgarliðinum.