Jehu verður kongur í Ísrael

v1  Elisa profetur kallaði ein av profetasonunum til sín og segði við hann: »Gyrð teg um lendar tínar og tak hesa oljufløskuna og far til Rámot í Gilead. v2  Og tá ið tú kemur hagar, skalt tú sóknast eftir Jehu Nimsjisyni, Jósafatssonar; gakk síðan til hansara og tak hann frá stallbrøðrum sínum og leið hann inn í insta herbergið. v3  So skalt tú taka oljufløskuna, hella yvir høvur hans og siga: So sigur Harrin: Eg salvi teg til kong yvir Ísrael! Lat síðan hurðina upp og flýggja og dvøl ikki!«

v4  Sveinur profetsins helt tá ferð síni til Rámot í Gilead. v5  Og tá ið hann kom hagar, sótu herhøvdingarnir saman har. Og hann tók til orða: »Eg havi ørindi til tín, herhøvdingi!« Jehu svaraði: »Til hvønn okkara?« Hann svaraði: »Til tín, høvdingi!« v6  Tá fór hann á føtur og gekk inn í húsið; har helti hann olju yvir høvur hans og segði við hann: »So sigur Harrin, Ísraels Guð: Eg salvi teg til kong yvir fólki Harrans, yvir Ísrael! v7  Og tú skalt týna ætt Ákabs, harra tíns, til tess at eg má fáa hevnd yvir Jesabel fyri blóð tænara mína, profetanna, og fyri blóð alra tænara Harrans. v8  Ja, alla Ákabs ætt skal eg týna. Eg vil avoyða hjá Ákabi hvørt mannkyn, bæði fjøtraðan og frælsan í Ísrael. v9  Og eg skal fara við ætt Ákabs, eins og eg fór við ætt Jeróboams Nebatssonar og við ætt Básja Áhiasonar. v10  Men Jesabel skulu hundarnir eta á bønum í Jizreel, og eingin skal jarða hana!« Síðan læt hann hurðina upp og flýddi.

v11  Tá ið Jehu kom aftur til tænarar harra síns, spurdu teir hann: »Hvussu veit við? Hví er hesin ørvitisskalli komin til tín?« Hann svaraði teimum: »Tit kenna jú henda mannin og talu hans!« v12  Men teir søgdu: »Tvætl í teg! Sig tað fyri okkum!« Tá mælti hann: »Soleiðis hevur hann við meg talað og sagt: So sigur Harrin: Eg salvi teg til kong yvir Ísrael!« v13  Tá tóku teir allir beinanvegin klæði síni og løgdu tey fyri hann beint á trappurnar, og teir blástu í lúðurin og rópaðu: »Jehu er vorðin kongur!« v14  Soleiðis fekk Jehu Nimsjison Jósafatssonar samansvørjing í lag móti Jórami. Jóram hevði saman við øllum Ísrael vart Rámot í Gilead móti Házaeli, kongi Áramita; v15  men Jóram kongur var afturvendur til tess at leita sær heilsubót í Jizreel fyri tey sár, ið Áramitar høvdu veitt honum, tá ið hann stríddist móti Házaeli, kongi Áramita.

Blóðuga ferð hans móti Jórami

Men Jehu mælti: »Eru tit samdir við meg, tá skal eingin komast undan út úr borgini til tess at flyta hesi tíðindi í Jizreel!« v16  Síðan fór Jehu upp í vagnin og helt ferðini til Jizreel, tí at har lá Jóram sjúkur, og Áhazja, Júda kongur, var komin at vitja hann. v17  Tá ið varðmaðurin, sum stóð uppi í torninum í Jizreel, sá Jehu koma við nógvum fólki, rópaði hann: »Eg síggi mannfjøld!« Tá mælti Jóram: »Tak reiðmann og send hann móti honum til tess at fregnast, um hann kemur við friði!« v18  Reiðmaðurin fór ímóti honum og mælti: »So sigur kongur: Kemur tú við friði?« Jehu svaraði: »Hvat liggur tær á tí! Far afturum og fylg mær!« Varðmaðurin boðaði og segði: »Ørindrekin er komin til teirra, men kemur ikki aftur!« v19  Síðan sendi hann annan reiðmann út; og tá ið hann kom til teirra, mælti hann: »So sigur kongur: Kemur tú við friði?« Jehu svaraði: »Hvat liggur tær á tí! Far afturum og fylg mær!« v20  Varðmaðurin boðaði nú frá og mælti: »Hann er komin til teirra, men kemur ikki aftur. Ferðin á teimum er ógvulig, eins og var tað Jehu Nimsjison, tí at hann ekur sum óður maður!«

v21  Tá mælti Jóram: »Búgvið til ross og vagnar!« So varð gjørt. Og Jóram, Ísraels kongur, og Áhazja, Júda kongur, fóru hvør í sínum vagni út ímóti Jehu og hittu hann á bøi Nábots Jizreelita. v22  Tá ið Jóram bar eyga við Jehu, mælti hann: »Kemur tú við friði, Jehu?« Hann svaraði: »Hvat er um frið at mæla, so leingi Jesabel, móðir tín, heldur áfram við øllum hordómi og trøllskapi sínum?« v23  Tá snúðist Jóram við og flýddi; og hann rópaði á Áhazja: »Svikræði, Áhazja!« v24  Men Jehu spenti boga sín og skeyt Jóram millum herða, so at ørvin fór ígjøgnum hjarta hans; og hann hoknaði niður í vagnin. v25  Tá mælti Jehu við Bidkar, hirðmann sín: »Tak og tveit hann út á bøin hjá Náboti Jizreelita, tí at mær rennur í huga, hvussu tú og eg riðu lið um lið aftan á Ákab, faðir hansara, ta ferðina tá ið Harrin boðaði honum hetta dómsorð: v26  Vissuliga sá eg í gjár blóð Nábots og blóð barna hansara, sigur Harrin; tí vil eg endurgjalda tær á hesum bøi, sigur Harrin! Tak tí og tveit hann út á bøin, eins og Harrin hevur sagt!«

Áhazja

v27  Tá ið Áhazja, Júda kongur, sá hetta, flýddi hann í ættina móti Bet-Hágan. Men Jehu helt aftan á hann og rópaði: »Eisini hann!« Og í Gurbrekkuni, sum er við Jibleam, skeyt hann hann í vagninum; hann flýddi til Megiddo og doyði har. v28  Og menn hansara fluttu hann á vagni til Jerúsalem og jarðaðu hann í grøv hansara hjá fedrum hans í Dávidsborgini. v29  Á ellivta ríkisári Jórams Ákabssonar var Áhazja vorðin kongur yvir Júda.

Jesabel

v30  Men tá ið Jesabel frætti, at Jehu var komin til Jizreel, smurdi hon eygu síni, snákaði høvur sítt og hugdi út um gluggan. v31  Og tá ið Jehu var komin inn í borgarliðið, rópaði hon: »Hvussu gongst Zimri, sum myrdi harra sín?« v32  Men hann leit upp móti glugganum og mælti: »Hvør heldur við mær? Hvør?« Og tá ið eisini tveir ella tríggir hirðmenn hugdu út til hansara, v33  rópaði hann: »Kastið hana oman!« Tá kastaðu teir hana oman. Og blóð hennara slettist upp ímóti vegginum og upp á hestarnar; og teir traðkaðu hana sundur. v34  Síðan fór hann inn; og tá ið hann hevði etið og drukkið, mælti hann: »Hyggið eftir hasi bølbidnu konu og jarðið hana, tí at kongsdóttir var hon kortini!« v35  Men tá ið teir fóru út at jarða hana, funnu teir einki av henni uttan høvuðskálina og føtur og hendur. v36  Og tá ið teir komu aftur og søgdu hetta fyri honum, mælti hann: »Nú sannast tey orð, sum Harrin talaði við tænara sínum Elia úr Tisjbe: Á bønum í Jizreel skulu hundarnir eta hold Jesabelar; v37  og lík Jesabelar skal liggja á Jizreels vøllum eins og tøð á veltu, so at eingin skal kunna siga: Hetta er Jesabel!«