Ríkið sundurskift (smbr. 1 Kong 12,1-20)

v1  Rehábeam fór nú til Sikem, tí at hagar var allur Ísrael komin saman at taka hann til kong. v2  Men tá ið Jeróboam, sonur Nebats, fekk fregn av hesum – hann var tá staddur í Egyptalandi, hagar hann var flýddur undan Sálomoni kongi – tá kom hann heim aftur úr Egyptalandi. v3  Boð vórðu nú send eftir honum, og Jeróboam kom. Tá mælti allur Ísrael við Rehábeam: v4  »Faðir tín nívdi okkum við tungum oki, men lætt nú tú um tað harða strevið, ið faðir tín kravdi av okkum, og tað tunga okið, sum hann legði á okkum, tá vilja vit tæna tær!« v5  Hann svaraði teimum: »Farið heim og komið aftur til mín um tríggjar dagar!« Fólkið fór tá heim.

v6  Síðan ráddist Rehábeam kongur við hinar gomlu, sum høvdu staðið í tænastu hjá Sálomoni, faðir hans, so leingi hann livdi, og mælti: »Hvat andsvar ráða tit mær til at geva hesum fólki?« v7  Teir svaraðu honum: »Um tú í dag fert væl við hesum fólki, eftirlíkar teimum, talar blídliga til teirra, tá vilja teir tæna tær allar dagar.« v8  Men hann havnaði hesum ráðum, sum hinir gomlu løgdu honum, og fór at ráðast við hinar ungu, sum vaksnir vóru upp saman við honum og vóru í tænastu hansara, v9  og spurdi teir: »Hvat ráða tit okkum til at svara hesum fólki, sum krevur av mær, at eg skal lætta um tað ok, sum faðir mín legði á teir?« v10  Hinir ungu, sum vaksnir vóru upp saman við honum, svaraðu honum: »Soleiðis skalt tú svara hesum fólki, sum segði við teg: Faðir tín legði tungt ok á okkum, men lætt nú tú um ok okkara – soleiðis skalt tú siga við teir: Lítlifingur mín er tjúkri enn mjadnir faðirs míns! v11  Og hevur faðir mín nívt tykkum við tungum oki, vil eg gera ok tykkara enn tyngri; faðir mín revsaði tykkum við koyrlum, men eg vil revsa tykkum við sporðdrekum!«

v12  Tá ið Jeróboam og alt fólkið kom aftur til Rehábeams á triðja degi, eins og kongur hevði sagt, v13  veitti hann teimum hart andsvar uttan at leggja nakað í tað, sum hinir gomlu høvdu rátt honum, v14  men fór eftir ráðunum hjá teimum ungu og svaraði teimum: »Hevur faðir mín lagt tungt ok á tykkum, vil eg gera tað enn tyngri; hevur faðir mín revsað tykkum við koyrlum, vil eg revsa tykkum við sporðdrekum!« v15  Men kongur lurtaði ikki eftir fólkinum, tí at Guð lagaði tað soleiðis, at tað orð skuldi sannast, ið Harrin hevði talað við Áhija frá Silo til Jeróboams Nebatssonar. v16  Tá ið nú allur Ísrael sá, at kongur ikki vildi lurta eftir teimum, góvu teir honum hetta andsvar: »Hvønn lut høvum vær í Dávidi? Onga arvagrein hava vit í Ísai syni! Til tjalda tína, hvør Ísraels maður! Gæta nú, Dávid, títt egna hús!« Síðan fór allur Ísrael heim aftur. v17  Men yvir teimum Ísraels monnum, sum búðu í Júda borgum, varð Rehábeam kongur.

v18  Rehábeam kongur sendi nú Ádóniram, formannin fyri skylduvinnuni, til teirra; men Ísraels menn grýttu hann til bana. Tá leyp Rehábeam kongur í skundi upp í hervagn sín og flýddi til Jerúsalem. v19  Á henda hátt sveik Ísrael Dávids ætt, og so hevur verið fram at hesum degi.