Boðskapur Sjemaja profets

v1  Tá ið Rehábeam kom aftur til Jerúsalem, savnaði hann saman Júda ætt og Benjamin, eitt hundrað og áttati túsund úrvalshermenn, til tess at berjast við Ísrael og fáa ríkið aftur undir Rehábeam. v2  Men tá kom orð Harrans til Sjemaja Guðsmans soljóðandi: v3  »Tala til Rehábeams Sálomonssonar, Júda kongs, og til allar Ísraels menn í Júda og Benjamin og sig: v4  So sigur Harrin: Tit skulu ikki fara í bardaga móti brøðrum tykkara; vendið hvør heim aftur til sín sjálvs; tí at hetta, sum er hent, er frá mær!« Lýdnir orðum Harrans vendu teir aftur og fóru ikki móti Jeróboami.

Rehábeam byggir víggirdar borgir

v5  Rehábeam búði síðan í Jerúsalem. Hann gjørdi úr bygdum víggirdar borgir. v6  Soleiðis víggirdi hann Betlehem, Etam, Tekóa, v7  Bet-Zur, Sóko, Ádullam, v8  Gát, Máresja, Zif, v9  Ádoráim, Lákisj, Ázeka, v10  Zórea, Ajjalon, Hebron, allar í Júda og Benjamin. v11  Hann gjørdi vígvirkini sterk, setti høvdingar fyri teimum og hevði har goymslur fyri vistum, olju og víni, v12  og í hvørji borg hevði hann skildir og spjót og gjørdi tær soleiðis ovursterkar. Júda og Benjamin hoyrdu honum til.

Prestar og Levitar rýma til Júda

v13  Men prestarnir og Levitarnir í øllum Ísrael komu til hansara, hvør úr síni sýslu og gingu í tænastu hjá honum, v14  tí at Levitarnir fóru frá jørð og ognum sínum og rýmdu til Júda og Jerúsalem, av tí at Jeróboam og synir hans høvdu rikið teir úr prestatænastu Harrans, v15  og hevði hann sjálvur skipað sær prestar fyri offurheyggjarnar og fyri skógartrøllini og kálvarnar, sum hann hevði latið gera; v16  og saman við teimum komu frá øllum Ísraels ættum teir, sum høvdu hug at søkja Harran, Ísraels Guð, til Jerúsalem til tess at frambera Harranum, Guði fedra teirra, offur. v17  Teir styrktu Júdaríki og magnaðu Rehábeam Sálomonsson í trý ár, tí at so leingi gingu teir á vegi Dávids og Sálomons.

Konur og synir Rehábeams (smbr. 1 Kong 12,21-24)

v18  Rehábeam tók sær til konu Máhalat, dóttur Jerimots Dávidssonar, og Ábihail, dóttur Eliabs Ísaisonar. v19  Hon føddi honum synirnar Jeusj, Sjemarja og Záham. v20  Seinni tók hann eisini til konu Máaku, Absalons dóttur, ið føddi honum Ábia, Attai, Ziza og Sjelomit. v21  Rehábeam unti Máaku, dóttur Absalons, meira, enn øllum øðrum konum og hjákonum sínum; hann hevði tikið sær átjan konur og seksti hjákonur og gat tjúgu og átta synir og seksti døtur. v22  Og Rehábeam setti Ábia, son Máaku, sum høvdinga og oddamann millum brøðra hans, tí at hann ætlaði at gera hann til kong. v23  Við skynsemi læt hann allar synir sínar hvønn fyri seg búsetast í øllum landslutum Júda og Benjamins og øllum hinum víggirdu borgunum og fekk teimum nøgdir av vistum og nógvar konur.