v1 Men tá ið Rehábeam hevði grundfest kongsdømi sítt og kendi seg sterkan, tá segði hann burtur lóg Harrans og við honum allur Ísrael. v2 Og á fimta ríkisári Rehábeams kongs fór Sjisjak, Egyptalands kongur, herferð móti Jerúsalem tí at teir høvdu verið Harranum ótrúgvir v3 við tólv hundrað hervagnum og seksti túsund reiðmonnum, og ikki fekst tal á øllum tí herfólki, honum fylgdi úr Egyptalandi, Libiumenn, Sukkitar og Blálendingar. v4 Og tá ið hann hevði tikið tær víggirdu borgirnar, sum vóru í Júda, helt hann móti Jerúsalem. v5 Tá kom Sjemaja profetur til Rehábeams og til Júda høvdinga, sum leitað høvdu til Jerúsalem undan Sjisjaki, og segði við teir: »So sigur Harrin: Tit søgdu meg burtur, nú havi eisini eg sagt tykkum burtur og givið tykkum upp í Sjisjaks hendur!« v6 Ísraels høvdingar og kongurin eyðmýktu seg tá og søgdu: »Harrin er rættvísur!« v7 Men tá ið Harrin sá, at teir eyðmýktu seg, kom orð Harrans til Sjemaja soljóðandi: »Teir hava eyðmýkt seg. Eg vil tí ikki beina fyri teimum, men lata teir komast undan við neyð og deyð, so at ikki vreiði mín verður úthelt yvir Jerúsalem við Sjisjaki. v8 Tá skulu teir verða honum lýðskyldigir og fáa at kenna munin á at tæna mær og at tæna heidnum kongum!«
v9 Síðan fór Sjisjak, Egyptalands kongur, herferð móti Jerúsalem og tók fægripirnar úr húsi Guðs og fægripir kongshallarinnar, alt samalt tók hann; og somuleiðis tók hann teir gullskildir, sum Sálomon hevði latið gera. v10 Í stað teirra læt Rehábeam kongur gera skildir av kopari, sum hann gav lívvarðarhøvdingunum í varðveitslu, teimum, ið gæta dyr kongshallarinnar; v11 og hvørja ferð kongur gekk inn í hús Guðs, komu lívvarðarmenninir berandi teir og fóru síðan aftur við teimum inn í lívvarðarherbergið. v12 Men tá ið hann eyðmýkti seg, veik vreiði Harrans frá honum og beindi ikki fyri honum med alla. Okkurt gott var eisini í Júda.
v13 Soleiðis megnaðist Rehábeam kongur í Jerúsalem og hevði ræðið, tí at hann var fjøruti og eitt ára gamal, tá ið hann varð kongur, og í seytjan ár sat hann sum kongur í Jerúsalem, borgini, sum Harrin hevði útvalt sær av øllum Ísraels ættum til tess at lata navn sítt búgva har. Móðir hans var ammonitisk, Náama nevnd at navni. v14 Hann gjørdi tað, sum ilt var, tí at hugur hansara stundaði ikki á at søkja Harran.
v15 Men søga Rehábeams, øll sum hon er, er jú ritað í søgu Sjemaja profets og Iddo síggjara. Millum Rehábeams og Jeróboams var alla tíðina ófriður. v16 Og Rehábeam legðist til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í Dávidsborgini, og Ábia, sonur hansara, tók ríkið eftir hann.