Frá Ábia kongi (smbr. 1 Kong 15,1)

v1  Á átjanda ríkisári Jeróboams kongs varð Ábia kongur í Júda. v2  Trý ár sat hann sum kongur í Jerúsalem. Móðir hans æt Mikaja, dóttir Úriels úr Gibeu. Millum Ábia og Jeróboams gekk ófriður á. v3  Ábia byrjaði bardagan við valdra manna herliði, fýra hundrað túsund úrvalsmonnum, og Jeróboam fylkti til orrustu móti honum átta hundrað túsund úrvalsmenn, allir reystir kappar. v4  Tá fór Ábia niðan á Zemaráim fjall, sum er á Efraims fjøllum, og rópaði: »Lýðið á meg, Jeróboam og allur Ísrael! v5  Vita tit ikki, at Harrin, Ísraels Guð, hevur givið Dávidi og eftirkomarum hans kongsdømi yvir Ísrael allar ævir við óslítandi sáttmála? v6  Men Jeróboam Nebatsson, trælur Sálomons Dávidssonar, gjørdi uppreist móti harra sínum. v7  Og nøkur rekavætti og bølmenni savnaðust um hann og vórðu Rehábeami Sálomonssyni yvirmentir; hann var ungur og stimburlítil og kundi ikki standast ímóti teimum. v8  Og nú halda tit tykkum vera nóg sterkar til at gera tykkum inn á kongsríki Harrans, ið Dávids eftirkomarar hava í hondum, nú tit eru ovurfjølmentir og hava við tykkum teir gullkálvar, sum Jeróboam gjørdi tykkum til gudar! v9  Hava tit ikki rikið burtur prestar Harrans, synir Árons og Levitanna, og sjálvir fingið tykkum prestar eftir siði heidninganna? Hvør, ið kemur við ungneytum og sjey veðrum til tess at verða vígdur, hann verður prestur hjá gudum, ið ikki eru gudar! v10  Men vár Guð er Harrin, og vær høvum ikki sagt hann burtur; synir Árons gera prestatænastu fyri Harranum, men Levitarnir hava hini størvini. v11  Hvønn morgun og hvørt kvøld ofra teir Harranum brennioffur, og teir kveikja yndisangandi roykilsi, leggja sýnisbreyðini til rættis á borðið av gulli og tendra hvørt kvøld gullljósastakan og lampur hans, tí vit halda fyriskipanir Harrans, Guðs várs, men tit hava sagt hann burtur! v12  Sí, við okkum, á odda fyri okkum er Guð og prestar hans og teir, sum í lúðrar blása til atløgu móti tykkum! Ísraels menn, berjist ikki ímóti Harranum, Guði fedra tykkara, tí at tað verður tykkum ikki at frama!«

v13  Men Jeróboam læt loyniliðið fara ein skákveg aftur um Júda menn, soleiðis at loyniliðið var í hølunum á Júda monnum og herurin fyri framman teir. v14  Og tá ið Júda menn litu aftur um bak og sóu, at ófriður gekk á teir bæði aftan og framman, rópaðu teir til Harrans, meðan prestarnir tóku til at blása í hornini. v15  Síðan hevjaðu Júda menn herrópið, og tá ið teir soleiðis høvdu rópað, tá vá Guð Jeróboam og allan Ísrael fyri eygunum á Ábia og Júda monnum. v16  Ísraels menn flýddu fyri Júda monnum, og Guð gav teir upp í hendur teirra. v17  Ábia og lið hansara elvdu Ísraels monnum mikið mannfall; av Ísrael fullu fyri svørði fimm hundrað túsund úrvalshermenn. v18  Soleiðis máttu Ísraels menn lúta á tí sinni, og Júda menn fingu styrki, av tí at teir studdust við Harran, Guð fedra sína. v19  Men Ábia elti Jeróboam og vann av honum borgirnar: Betel við bygdunum uttanum, Jesjana við bygdunum uttanum og Efraim við bygdunum uttanum. v20  Jeróboam kom ikki aftur fyri seg, so leingi sum Ábia var á lívi; og Harrin sló hann, so at hann doyði. v21  Men Ábia megnaðist; hann tók sær fjúrtan konur og gat tjúgu og tveir synir og sekstan døtur.

v22  Tað, sum meira er at siga um Ábia, um atburð og orð hans, tað stendur jú ritað í frágreiðing Iddo profets.