v1 Síðan legðist Ábia til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í Dávidsborgini, og Ása, sonur hans, tók ríkið eftir hann. Á hansara døgum var friður í landinum í tíggju ár.
v2 Og Ása gjørdi tað, sum gott og rætt var í eygum Harrans, Guðs síns. v3 Hann beindi fyri hinum fremmandu altarunum og offurheyggjunum, breyt steinsúlurnar og høgdi niður Ásjerustólparnar. v4 Hann beyð Júda monnum at søkja Harran, Guð fedra teirra, og at halda lógina og fyriskipan hans. v5 Hann oyddi úr øllum Júda borgum offurheyggjarnar og sólsúlurnar, og friður var í ríkinum, meðan hann var á døgum. v6 Í Júda bygdi hann vígvirki, tí at landið hevði náðir, og eingin ófriður gekk á hann tey árini, tí at Harrin hevði givið honum náðir. v7 Og hann mælti við Júda menn: »Latum okkum víggirða hesar borgir og gera kring um tær borgargarðar, torn og hurðar og lokur, tí at enn er landið okkara, av tí at vit hava søkt Harran, Guð okkara; vit hava leitað til hans, og hann hevur veitt okkum frið alt íkring!« Síðan fóru teir undir at byggja, og væl gekst í hond. v8 Ása hevði her, sum vápnaður var við langskjøldrum og spjótum, úr Júda trý hundrað túsund mans og úr Benjamin tvey hundrað og áttati túsund mans, ið bóru rundskildir og spentu boga; allir teir vóru reystar hetjur.
v9 Men Zera Blálendingur fór til bardaga móti teimum við eini millión av hermonnum og trý hundrað vagnum; og tá ið hann var komin til Máresja, v10 fór Ása ímóti honum, og fylktu teir til orrustu í Zefatadali við Máresja. v11 Tá rópaði Ása til Harran, Guð sín, og segði: »Harri, einki er tað fyri hjá tær at lata hin máttlítla bera sigur av hinum máttmikla; hjálp nú okkum, Harri, Guð vár, tí at á teg vit troysta, og í tínum navni eru vit farnir ímóti hesi mannfjøld. Harri, tú ert Guð vár, móti tær kann eingin deyðiligur standast!« v12 Tá læt Harrin Blálendingar lúta fyri Ása og Júda monnum, og Blálendingar flýddu. v13 Ása og tað lið, sum við honum var, eltu teir alt at Gerar; og allir Blálendingar fullu, hagar til eingin teirra var eftir á lívi, tí at teir vórðu sorlaðir sundur fyri Harranum og fyri heri hans. Júda menn tóku haðan ovurmiklan herfong. v14 Somuleiðis vunnu teir allar borgirnar kring Gerar, tí at ræðsla frá Harranum var komin yvir tær; og teir rændu allar borgirnar, tí at har var ovurmikið at ræna; v15 eisini fenaðarkvíggini rændu teir og tóku haðan almiklan herfong av smalum og kamelum. Síðan vendu teir aftur til Jerúsalem.