v1 Tá kom andi Guðs yvir Ázarja Ódedson. v2 Hann gekk inn fyri Ása og segði við hann: »Hoyrið meg, Ása og allir menn í Júda og Benjamin: Harrin er við tykkum, um tit eru við honum, og um tit søkja hann, letur hann tykkum finna seg; men siga tit hann burtur, vil eisini hann siga tykkum burtur! v3 Langar tíðir var Ísrael uttan sannan Guð og uttan prestar til at leiðbeina seg og uttan lóg; v4 men í neyð síni vendu teir við til Harrans, Ísraels Guðs, og søktu hann, og hann læt teir finna seg. v5 Á teimum døgum gekk ófriður á bæði burtur og heima, tí at mikil øsing var yvir øllum íbúgvum landsins; v6 tá soraðist tjóð móti tjóð og borg móti borg, tí at Guð loypti ekka á teir og alskyns ræðslur. v7 Men verið tit hugreystir og latið ikki hendurnar ørmegnast, tí at verk tykkara skal fáa løn.«
v8 Tá ið Ása hoyrdi hesi orð og henda spádóm, tá megnaðist hann, so at hann beindi fyri andstygdunum í øllum landi Júda og Benjamins og øllum teimum borgunum, hann hevði tikið í Efraims fjallalandi, og bygdi av nýggjum altar Harrans fyri framman forsal Harrans. v9 Síðan savnaði hann allan Júda og Benjamin og teir, sum úr Efraim og Manasse og Símeon búðu hjá teimum sum fremmandir tí at nógvir Ísraelitar høvdu bundið felag við hann, tá ið teir sóu, at Harrin, Guð hans, var við honum. v10 Og teir komu saman í Jerúsalem í triðja mánaði á fimtanda ríkisári Ása v11 og frambóru henda dag Harranum offur av tí herfangi, sum teir høvdu tikið, sjey hundrað stórdýr og sjey túsund smalur. v12 Tínæst gjørdu teir tann sáttmála, at teir skuldu søkja Harran, Guð fedra teirra, av heilum huga og allari sál, v13 og at hvør, ið ikki vildi søkja Harran, Ísraels Guð, skuldi týna lívið, hvørt hann var háur ella lágur, kallur ella kona. v14 Hetta játtaðu teir Harranum við eiði hart og við fagnaðarrópum, meðan blást varð í lúðrar og horn. v15 Og allur Júda gleddist við eiðin; tí at teir høvdu svorið av øllum hjarta og søkt Harran av øllum vilja. Harrin læt teir finna seg og veitti teimum frið allar vegir.
v16 Og eisini frá Máaku, móður síni, tók Ása kongur drotningartignina, av tí at hon hevði tilbúgvið skemdarmynd Ásjeru til heiðurs; hann beindi fyri skemdarmynd hennar, sorlaði hana sundur og brendi hana í Kedronsdali. v17 Offurheyggjarnir hvurvu ikki úr Ísrael, men tó var Ása av heilum huga við Harranum alla ævi sína; v18 hann læt flyta inn í hús Guðs halgigávur faðirs síns og sínar egnu halgigávur, silvur, gull og aðrar lutir.