(15,19) Í tey tríati og fimm árini, sum Ása var kongur, hevði eingin ófriður gingið á. v1 Men á tríatiunda og sætta ríkisári Ása fór Báasja, Ísraels kongur, herferð móti Júda og víggirdi Ráma, so at eingin maður hjá Ása, Júda kongi, kundi sleppa burtur og aftur. v2 Ása tók tá silvur og gull úr goymslunum í húsi Harrans og úr kongshøllini og sendi Benhádadi, Árams kongi, sum búði í Dámaskus, við hesum orðum: v3 »Sáttmáli er millum mín og tín, millum faðir mín og faðir tín; sí, nú sendi eg tær silvur og gull, til tess at tú skalt slíta bandalag títt við Báasja, Ísraels kong, so at hann má hava seg burtur frá mær!« v4 Benhádad eftirlíkaði Ása kongi og sendi herhøvdingar sínar móti Ísrael og vann av teimum borgirnar Ijjon, Dán, Ábel-Máim og allar vistagoymslurnar í Naftali borgum. v5 Tá ið Báasja frætti hetta, lætti hann av at víggirða Ráma og steðgaði starvan síni. v6 Men Ása kongur beyð út øllum Júda monnum, og fluttu teir burtur alt tað grót og allan tann við, sum Báasja hevði havt til at víggirða Ráma við, og við tí víggirdi hann Geba og Mizpa.
v7 Um tað leitið kom Hánani síggjari til Ása, Júda kong, og segði við hann: »Av tí, at tú studdist við Árams kong og ikki við Harran, Guð tín, tí skal herurin hjá Árams kongi gleppa tær úr hondum! v8 Høvdu ikki Blálendingar og Libiumenn miklan her við mongd av vagnum og reiðmonnum? Men av tí at tú studdist við Harran, gav hann teir upp í tínar hendur! v9 Tí at eygu Harrans reika um allan heimin til tess at magna tey, sum av heilum huga eru við honum; býttliga hevur tú borið teg at; eftir hetta skal altíð ófriður ganga á teg!« v10 Men Ása ilskaðist inn á síggjaran og setti hann fastan í fangahúsið; so illur varð hann av hesum. Um sama mundið fór Ása eisini illa við øðrum av fólkinum.
v11 Men søga Ása er annars frá upphavi til enda ritað í bókini um kongar Júda og Ísraels. v12 Á tríatiunda og níggjunda ríkisári sínum varð Ása sjúkur í fótunum, og sjúkan versnaði í stórum; men heldur ikki í sjúkleika sínum søkti hann Harran, men læknarnar. v13 Og Ása legðist til hvíldar hjá fedrum sínum; hann doyði í fjørutiunda og fyrsta ríkisári sínum. v14 Teir jarðaðu hann í teirri grøv, sum hann hevði latið høgga sær út í Dávidsborgini; og hann varð lagdur á líkbøru, sum fylt var við angandi urtum og roykilsi, tilbúgvið við alskyns smyrslum; og óføra mikið bál varð brent honum til heiðurs.