v1 Sonur hans, Jósafat, tók nú ríkið eftir hann; hann vann sær mikið vald yvir Ísrael v2 við at hava hermenn í øllum víggirdum borgum í Júda og seta varðmenn um alt Júda land og í teimum Efraims borgum, ið Ása, faðir hans, hevði tikið. v3 Harrin var við Jósafati, av tí at hann gekk tær leiðir, sum Dávid, forfaðir hans, í fyrstuni hevði gingið, og leitaði ikki til Báalarnar, v4 men leitaði til Guð faðirs síns og gekk eftir boðorðum hans og gjørdi ikki sum Ísrael. v5 Tessvegna grundfesti Harrin kongsdømið fyri Jósafati; og allur Ísrael flutti honum gávur, so at honum ognaðist bæði eyður og æra. v6 Og hann fekk dirvi til at ganga leiðir Harrans, so at hann eisini beindi fyri offurheyggjum og Ásjerustólpum Júda.
v7 Á triðja ríkisári sínum sendi hann høvdingar sínar Benhájil, Óbadja, Zekarja, Netánel og Mikaja til tess at kenna í Júdaborgum; v8 saman við teimum vóru Levitarnir Sjemaja, Netanja, Zebadja, Ásael, Sjemiramot, Jónatan, Ádónija, Tóbija og Tób-Ádónija, Levitarnir og prestarnir Elisjáma og Jóram. v9 Teir kendu í Júda og høvdu við sær lógbók Harrans, og teir ferðaðust um allar Júda borgir og kendu fólkinum.
v10 Ræðsla frá Harranum kom yvir øll ríki og lond, ið lógu kring um Júda, so at tey ikki tordu at leggja til bardaga við Jósafat. v11 Av Filistum komu menn við gávum til Jósafats og góvu honum silvur í skatt; eisini Árábar fluttu honum smáfenað, sjey túsund og sjey hundrað veðrar og sjey túsund og sjey hundrað havrar. v12 Soleiðis mentist Jósafat og vaks í mæti; og hann bygdi hallir og vistaborgir í Júda. v13 Hann hevði nógvar vistir í Júda borgum, og í Jerúsalem hevði hann hermenn, reystar kappar. v14 Her skulu teljast túsundhøvdingarnir eftir ættargreinum teirra: Av Júda: Adna høvdingi við trý hundrað túsund hetjum; v15 honum næstur fylgdi Jóhanan høvdingi við tvey hundrað og áttati túsund monnum; v16 honum næstur Ámasja Zikrison, ið sjálvboðin hevði gingið Harranum til handar, við tvey hundrað túsund hetjum. v17 Og av Benjamini reystmennið Eljada við tvey hundrað túsund monnum, ið høvdu boga og skjøldur; v18 honum næstur fylgdi Józabad við eitt hundrað og áttati túsund herbúnum monnum. v19 Hesir vóru í tænastu kongs umframt teir, sum kongur hevði um allan Júda í teimum víggirdu borgunum.