v1 Tá ið Jósafat hevði vunnið sær ovurmiklan eyð og heiður, bant hann mágskap við Ákab. v2 Nøkur ár seinni fór hann til Ákabs í Sámáriu; tá læt Ákab slátra nøgdir av smalum og stórdýrum fyri honum og monnunum, ið við honum vóru, og teipaði hann síðan til at koma við og herja á Rámot í Gilead, v3 tí at Ákab Ísraels kongur, spurdi Jósafat Júda kong: »Vilt tú koma við mær móti Rámot í Gilead?« Og hann svaraði honum: »Eg eins og tú og mítt fólk eins og títt fólk, eg skal fylgja tær í bardagan.«
v4 Framvegis segði Jósafat við Ísraels kong: »Gakk tú fyrst og vita, hvat Harrin sigur!« v5 Tá savnaði Ísraels kongur profetarnar, fýra hundrað menn, og spurdi teir: »Skulum vær fara í hernað móti Rámot í Gilead ella ikki?« Teir svaraðu honum: »Far, tí at Guð vil geva hana upp í hendur kongs!« v6 Men Jósafat mælti: »Er her eingin annar profetur Harrans eftir, sum kann spyrja Harran fyri okkum?« v7 Ísraels kongur svaraði Jósafati: »Enn er ein eftir, sum vit mega lata leita ráð við Harran; men eg hati hann, av tí at hann ongantíð spáar mær gott, men altíð ilt; hann eitur Mika Jimlason.« Men Jósafat svaraði: »Soleiðis má kongur ikki siga!« v8 Tá rópaði Ísraels kongur ein av hirðmonnunum og segði: »Far sum skjótast eftir Mika Jimlasyni!«
v9 Tessámillum sótu teir Ísraels kongur og Jósafat Júda kongur skreytbúnir hvør í sínum hásæti úti fyri borgarliði Sámáriu, meðan allir profetarnir spáaðu frammi fyri teimum. v10 Tá gjørdi Zidkia Kenáanason sær horn av jarni og mælti: »So sigur Harrin: Við hesum skalt tú renna Áramitar um koll, til beint er fyri teimum!« v11 Allir hinir profetarnir spáaðu á sama hátt og søgdu: »Far tú móti Rámot í Gilead; eydnan man tær fylgja, og Harrin vil geva hana upp í hendur kongs!« v12 Sendimaðurin, ið farin var eftir Mika, segði við hann: »Sí, nú hava allir profetarnir boðað kongi eydnu; ger tú nú sum teir og boða honum eisini eydnu!« v13 Men Mika svaraði: »So satt sum Harrin livir, vil eg einans tala tað, sum Guð mín sigur!« v14 Tá ið hann kom til kongin, mælti kongur við hann: »Mika, skulum vær fara í hernað móti Rámot í Gilead, ella skulum vær ikki?« Hann svaraði: »Farið, tí at eydnan skal fylgja tykkum, og teir skulu verða givnir upp í hendur tykkara!« v15 Men kongur svaraði honum: »Hvussu leingi skal eg leggja tær dýrt við, at tú sigur mær sannleikan í navni Harrans?« v16 Tá mælti hann: »Eg sá allan Ísrael spjaddan um fjøllini eins og seyð, ið ongan hirða hevur; og Harrin segði: Hesi hava ongan harra; fari tey í friði heim aftur til sín sjálvs!« v17 Tá mælti Ísraels kongur við Jósafat: »Er nú ikki, sum eg sigi tær? Hann spáar mær einki gott, men einans ilt!« v18 Tá segði Mika: »Hoyrið tá orð Harrans: Eg sá Harran sita í hásæti sínum og allan her himinsins standa honum til høgru og vinstru handar; v19 Harrin mælti: Hvør vil fara og teipa Ákab, Ísraels kong, so at hann fer móti Rámot í Gilead og fellur har? Ein segði nú hetta og ein annar hatta. v20 Tá gekk fram andi og tók støðu frammi fyri Harranum og mælti: Eg vil fara og teipa hann! Harrin spurdi hann: Við hvørjum? v21 Hann svaraði: Eg vil fara og vera lygiandi í munninum á øllum profetum hansara! Tá segði Harrin: Ja, tú manst vera førur fyri at teipa hann; far tú og ger tað! v22 Soleiðis hevur nú Harrin lagt lygianda í munnin á hesum profetum tínum, tí at Harrin hevur lagað tær ógævu!«
v23 Tá gekk Zidkia Kenáanason fram, sló Mika undir vangan og mælti: »Hvønn veg skuldi andi Harrans verið farin frá mær til tess at tala við teg?« v24 Men Mika svaraði: »Tað manst tú fáa at síggja tann dag, tá ið tú flýggjar úr einum herberginum í annað til tess at krógva teg!« v25 Tá segði Ísraels kongur: »Takið Mika og fáið Ámoni borgarstjóra og Jóasji kongssyni hann upp í hendur v26 og sigið: So býður kongur: Setið henda mann fastan í myrkustovu og gevið honum skamtað breyð og vatn, hagar til eg komi aftur í øllum góðum!« v27 Tá mælti Mika: »Kemur tú aftur í øllum góðum, tá hevur Harrin ikki talað við mær!« Og hann mælti: »Hoyrið hetta allar tjóðir!«
v28 Síðan fóru teir Ísraels kongur og Jósafat móti Rámot í Gilead. v29 Og Ísraels kongur segði við Jósafat: »Eg vil fara í dularbúna og ganga í orrustuna; men ver tú í tínum vanligu klæðum!« Tá læt Ísraels kongur seg í dularbúna, og gingu teir síðan í orrustuna. v30 Men Árams kongur hevði boðið vagnliðshøvdingum sínum: »Tit mega ongan berjast við, hvørki háan ella lágan, uttan eina Ísraels kong.« v31 Tá ið vangliðshøvdingarnir sóu Jósafat og hildu hann vera Ísraels kong, tá ráddust teir á hann úr øllum ættum; men Jósafat skar í róp, og Harrin hjálpti honum, við tað at Guð teipaði teir burtur frá honum. v32 Men tá ið vagnliðshøvdingarnir sóu, at tað ikki var Ísraels kongur, lættu teir av at elta hann.
v33 Og einhvør maður, ið legði ørv á strong og skeyt av handahógvi, rakti Ísraels kong inn ímillum brynjuskoytini; tá mælti hann við vagnsvein sín: »Vend aftur og før meg út úr orrustuni, tí at eg eri særdur!« v34 Men orrustan harðnaði í hvørjum henda dagin, og Ísraels kongur helt sær á fótum í vagni sínum ímóti Áramitum alt at kvøldi; men tá ið sól fór vil viða, andaðist hann.