Jehu profetur hevur at Jósafati

v1  Men Jósafat, Júda kongur, kom í øllum góðum heim aftur til Jerúsalem. v2  Tá gekk Jehu síggjari Hánanison inn fyri Jósafat kong og segði við hann: »Hjálpir tú gudloysingum og elskar tú teir, ið hata Harran? Fyri hetta liggur vreiði Harrans yvir tær. v3  Tó er funnið nakað gott við tær, tí at tú hevur oytt úr landinum Ásjerustólparnar og snúð hjarta tínum til at søkja Harran.«

Jósafat bøtir um rættarskipanina

v4  Jósafat dvaldi nú bil í Jerúsalem. Síðan fór hann at ferðast um hjá fólkinum frá Beersjebu og alt at Efraims fjøllum og beindi teimum aftur til Harrans, Guðs fedra teirra. v5  Hann skipaði eisini dómarar um alt landið í hvørji borg av teim víggirdu borgunum í Júda. v6  Og hann segði við dómararnar: »Ansið eftir, hvat tit gera; tí at ikki eru tit dómarar í umboði manna, men Harrans, og hann er hjá tykkum í dóminum. v7  Veri tí ótti Harrans yvir tykkum, og verið tit varnir í verkum tykkara, tí at hjá Harranum, Guði várum, er eingin órættur, hann ger ongan mannamun og tekur ikki við mutri!« v8  Eisini í Jerúsalem skipaði hann nakrar Levitar og prestar og ættarhøvdingar av Ísrael til at greina dómar Harrans og døma í rættartrætum hjá Jerúsalembúgvum. v9  Og hann beyð teimum og segði: »Soleiðis skulu tit fara fram í ótta Harrans av sonnum og reinmeintum huga: v10  Hvørja ferð brøður tykkara, sum búgva í borgum tykkara, koma við rættartrætu fram fyri tykkum, hvørt tað er blóðsekt, lógir, boð, fyriskipanir, tá skulu tit vara teir við, so at teir ikki verða sekir fyri Harranum, og so at vreiði kemur ikki yvir tykkum og brøður tykkara. Soleiðis skulu tit fara fram, til tess at tit ikki verða sekir. v11  Men Ámarja høvuðsprestur skal vera oddamaður tykkara í øllum málevnum Harrans, og Zebadja Jisjmaelsson, høvdingi Júdaættar, í øllum málevnum kongs, og undir tykkum skulu tit hava levitiskar umsjónarmenn. Farið nú fúsir til starvið; Harrin vil vera við hvørjum einum, ið rættiligur er.«