v1 Sálomon Dávidsson festist nú í kongsdømi sínum, og Harrin, Guð hans, var við honum og gjørdi hann ovurmáttugan. v2 Og Sálomon læt boð fara um allan Ísrael til túsundhøvdingarnar og hundraðhøvdingarnar og dómararnar, til oddamenninar í øllum Ísrael og til ættarhøvdingarnar, v3 og fylgdur av øllum savnaðinum fór hann niðan á offurheyggin í Gibeon, tí at har var samfundartjald Guðs, tað sum Móses, tænari Harrans, hevði gjørt í oyðimørkini. v4 Men Guðs ørk hevði Dávid flutt niðan úr Kirjat-Jearim á tann stað, sum hann hevði búgvið henni til, við tað at hann hevði reist henni tjaldbúð í Jerúsalem. v5 Koparaltarið, sum Bezalel Urison Hurssonar hevði gjørt, stóð har frammi fyri bústaði Harrans, og Sálomon og savnaðurin søktu hann har. v6 Síðan ofraði Sálomon har fyri ásjón Harrans á koparaltari samfundartjaldsins, og hann ofraði á tí túsund brennioffur.
v7 Somu nátt birtist Guð fyri Sálomoni og segði við hann: »Bið um eitthvørt, og eg skal geva tær tað!« v8 Sálomon svaraði Guði: »Tú hevur eyðsýnt Dávidi, faðir mínum, mikla miskunn og gjørt meg til kong eftir hann. v9 Lat tá, Harri Guð, orð tíni til Dávids faðirs míns standa við, tí at tú hevur gjørt meg til kong yvir tjóð, sum er fjølment eins og dustið á jørðini. v10 Gev mær tí fróðskap og vitsku, so at eg má leiðbeina hetta fólk, tí at hvør er førur fyri at døma hetta títt mikla fólk?« v11 Tá mælti Guð við Sálomon: »Fyri at tú hugsaði soleiðis og ikki baðst um ríkidømi, ognir og heiður ella um lív teirra, sum hata teg, ikki heldur um langt lív, men um fróðskap og vitsku til at døma fólk mítt, sum eg havi gjørt teg til kong yvir, v12 so skalt tú fáa bæði fróðskap og vitsku, men eisini ríkidømi, ognir og heiður skal eg geva tær, meira enn nakar kongur undan tær hevur havt, og meira enn nakar eftir teg skal hava.« v13 Síðan helt Sálomon niður av offurheygnum í Gibeon, frá samfundartjaldinum aftur til Jerúsalem; og hann var kongur yvir Ísrael.
v14 Sálomon fekk sær hervagnar og reiðmenn, og hevði hann fjúrtan hundrað hervagnar og tólv túsund reiðmenn; summar teirra læt hann vera í vagnborgum, og summar hevði hann hjá sær í Jerúsalem. v15 Kongurin gjørdi silvur og gull eins algongt í Jerúsalem og grót, og sedristrøini eins og morberjatrøini á láglendinum. v16 Ross síni fekk Sálomon úr Mizráim og Kove. Keypmenn kongs komu við teimum fyri ásett virði. v17 Og hvør hervagnur, sum teir fluttu út úr Mizráim, kostaði seks hundrað siklar av silvuri, og hvørt ross hundrað og fimmti; soleiðis vórðu eisini við teirra millumgongu ross seld til allar kongar Hetita og Áramita.