Jóram kongur drepur brøður sínar

v1  Síðan legðist Jósafat til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í Dávidsborgini. Og Jóram, sonur hans, tók ríkið eftir hann. v2  Hann átti brøður – synir Jósafats: Ázarja, Jehiel, Zekarja, Ázarjahu, Mikael og Sjefatja; allir hesir vóru synir Jósafats Júda kongs. v3  Faðir teirra hevði givið teimum miklar gávur í silvuri og gulli og skartgripum og hartil víggirdar borgir í Júda. Men Jórami gav hann kongsdømið, av tí at hann var frumgitin. v4  Men tá ið Jóram hevði fingið undir seg ríki faðirs síns og grundfest veldi sítt, drap hann allar brøður sínar og somuleiðis nakrar av høvdingum Ísraels.

Gudloysi Jóram kongs

v5  Jóram var tríati og tvey ára gamal, tá ið hann varð kongur, og hann sat átta ár sum kongur í Jerúsalem. v6  Hann steig í fótaspor Ísraels konga, eins og Ákabs ætt hevði gjørt; tí at hann hevði tikið sær dóttur Ákabs til konu; og hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans. v7  Tó vildi Harrin ikki avoyða Dávids ætt, av tí at hann hevði gjørt sáttmála við Dávid og hevði heitt honum, at hann og eftirkomarar hans altíð skuldu hava lampu.

Bardagi við Edóm

v8  Á hansara døgum slitu Edómitar seg leysar undan yvirvaldi Júda og kjósaðu sær sjálvir kong. v9  Tá fór Jóram við øllum hervagnum sínum yvir til Záir; og um náttina fór hann upp við øllum vagnliðshøvdingum sínum og breyt sær slóð gjøgnum fylking Edómita, sum høvdu gjørt manngarð um hann. v10  Soleiðis sleit Edóm seg leysan undan yvirvaldi Júda, eins og enn er í dag; um sama leitið sleit eisini Libna seg leysa undan yvirvaldi hans, av tí at hann hevði sagt burtur Harran, Guð fedra sína. v11  Eisini hann bygdi offurheyggjar í Júda borgum og tøldi Jerúsalembúgvar til at dýrka skurðgudar og vilti Júda av leið.

Bræv frá Elia profeti

v12  Tá fekk hann bræv frá Elia profeti soljóðandi: »So sigur Harrin, Guð Dávids, forfaðirs tíns: Av tí, at tú ikki steigst í fótaspor faðirs tíns og í fótaspor Ása Júda kongs, v13  men steigst í fótaspor Ísraels konga, sum tøldu Júda og Jerúsalembúgvar til at dýrka skurðgudar, eins og Ákabs ætt hevði gjørt, og at tú eisini drapst brøður tínar, ættarmenn tínar, ið vóru betri enn tú, v14  sí, tí skal Harrin lata mikla ógævu koma yvir fólk títt, børn tíni og konur tínar og alt, sum tú eigur; v15  og sjálvur skalt tú leggjast sjúkur av indrasótt, so at indur tíni loksins hanga úti av sjúkuni!«

Fíggindar gera herferð móti Júda; deyði Jórams (smbr. 1 Kong 22,51. 2 Kong 8,17-22)

v16  Og Harrin østi Filistar og Árábar, teir, ið búðu næstir Blálendingum, upp ímóti Jórami, v17  so at teir fóru herferð móti Júda, brutust inn og rændu alt, sum fanst í kongsins høll, eisini børn og konur hans; eingin av sonum hans var eftir uttan Jóahaz, yngsti sonur hans. v18  Og oman á alt hetta sló Harrin hann við ógrøðandi indrasjúku. v19  Tá ein tíð var umliðin, okkurt um tvey ár, tá duttu indrini út úr honum av sjúkuni, og hann doyði eftir mikla pínu. Men fólk hansara brendu einki bál honum til heiðurs eins og fedrum hans. v20  Hann var tríati og tvey ára gamal, tá hann varð kongur; og hann sat átta ár sum kongur í Jerúsalem; eingin saknaði hann, tá ið hann var farin. Teir jarðaðu hann í Dávidsborgini, tó ikki í kongagrøvunum.