Áhazja

v1  Jerúsalembúgvar tóku nú Áhazja, yngsta son hans, til kong eftir hann; tí at ránsmannaflokkurin, ið saman við Árábunum var komin inn í herbúðirnar, hevði dripið allar hinar eldru. Soleiðis varð Áhazja Jóramsson kongur av Júda. v2  Áhazja var tjúgu og tvey ára gamal, tá ið hann varð kongur, og hann ríkti eitt ár í Jerúsalem. Móðir hansara æt Átalja Omridóttir. v3  Eisini hann steig í fótaspor Ákabs ættar, tí at móðir hans fekk við ráðum sínum tølt hann út í gudloysi. v4  Hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans eins og ættarmenn Ákabs, tí at eftir deyða faðirs hans vórðu teir ráðgevar hansara – sjálvum honum til skaða. v5  Eftir teirra ráðum var tað eisini, at hann fór herferð við Jórami Ákabssyni, Ísraels kongi, móti Házael, Árams kongi, til Rámot í Gilead. Men Áramitar særdu Jóram. v6  Síðan vendi Jóram aftur til tess at leita sær heilsubót í Jizreel fyri tey sár, sum hann hevði fingið við Ráma, tá ið hann bardist við Házael, Árams kong. Og Áhazja Jóramsson, Júda kongur, fór oman at vitja Jóram Ákabsson, av tí at hann lá sjúkur. v7  Men tað var eftir Guðs ráði, at Áhazja skuldi fara at vitja Jóram sjálvum sær til undirgangs; tí at tá ið hann var komin hagar, fór hann saman við Jórami móti Jehu Nimsjisyni, sum Harrin hevði salvað til at avoyða Ákabs ætt. v8  Og tá ið Jehu útinti dómin yvir Ákabs ætt, hitti hann Júda høvdingar og brøðrasynir Áhazja, sum vóru í tænastu hjá Áhazja, og læt drepa teir. v9  Síðan læt hann leita eftir Áhazja; men teir funnu hann í Sámáriu, har hann hevði krógvað seg, og varð hann tá fingin Jehu, sum læt drepa hann. Og teir jarðaðu hann, tí at teir søgdu: »Hann var tó sonur Jósafats, ið søkti Harran av øllum sínum hjarta.« Men av Áhazja ætt var eingin eftir, sum var førur at taka við kongsdømi.

Manndráp Átalju; frelsa Jóasar (smbr. 2 Kong 8,28-29; 11,1-3)

v10  Men tá ið Átalja, móðir Áhazja, fekk at vita, at sonur hennara var deyður, fór hon undir at týna øll, sum vóru av kongsætt í Júda. v11  Tá tók Jósjabat, kongsdóttir, Jóas Áhazjason og fekk hann loyniliga burtur frá kongssonunum, ið lívið skuldu týna; og hon fjaldi hann og fostru hans í svøvnhúsinum; soleiðis krógvaði Jósjabat, dóttir Jórams kongs, kona Jójada prests, hon, sum jú var systir Áhazja, hann fyri Átalju, so at hon fekk ikki dripið hann. v12  Og tey høvdu hann fjaldan í húsi Guðs í seks ár, meðan Átalja hevði ræðið í landinum.