Frá Jóasi

v1  Jóas var sjey ára gamal, tá ið hann varð kongur; fjøruti ár ríkti hann í Jerúsalem. Móðir hans æt Zibja og var úr Beersjebu. v2  Jóas gjørdi tað, sum rætt var í eygum Harrans, so leingi sum Jójada prestur livdi. v3  Jójada tók honum tvær konur, og hann gat synir og døtur.

Jóas vælar um templið

v4  Eftir hetta kom Jóasi til hugs at væla um hús Harrans; v5  og hann stevndi saman prestunum og Levitunum og segði við teir: »Farið um í Júda borgum og savnið fæ úr øllum Ísrael til tess at væla um hús Guðs tykkara, tað, sum tørvar á hvørjum ári, og fáið hetta sum skjótast upp í lag!« Men Levitarnir løgdu tó einki í at bera skjótt at. v6  Tá boðsendi kongur Jójada høvuðspresti og segði við hann: »Hví hevur tú ikki lagt Levitunum eina við at heimta úr Júda og Jerúsalem tann avskurð, sum Móses, tænari Harrans, álegði savnaði Ísraels til vitnisburðartjaldið? v7  Tí at hatta illkvendið Átalja og synir hennara hava brotist inn í hús Guðs og hava hartil oytt upp á Báalarnar halgigávurnar í húsi Harrans.« v8  Eftir boði kongs varð nú kista gjørd og sett uttanvert við liðið á húsi Harrans; v9  og síðan varð tað kunngjørt í Júda og Jerúsalem, at tann avskurður, sum Móses, tænari Guðs, hevði álagt Ísrael í oyðimørkini, skuldi verða latin Harranum til handar. v10  Høvdingarnir komu nú glaðir og somuleiðis fólkið alt við avskurðinum og løgdu í kistuna, til hon var full. v11  Og hvørja ferð Levitarnir sóu, at nógv fæ var í kistuni, bóru teir hana til umsjónarmenn kongs; ritari kongs og umsjónarmaður hjá høvuðsprestinum komu tá og tømdu kistuna og settu hana síðan aftur á stað sín; soleiðis gjørdu teir ferð eftir ferð og savnaðu ørgrynnu av fæ. v12  Kongur og Jójada lótu tað upp í hendurnar á verkstjórunum fyri umvælingarstarvinum við hús Harrans; og teir leigaðu síðan steinhøggarar og træsmiðir til at bøta um hús Harrans og somuleiðis jarnsmiðir og koparsmiðir til at væla um hús Harrans. v13  Teir, ið vóru fyri starvinum, fóru nú undir verkið, og væl leið eftir; teir bygdu hús Guðs eftir tí máti, tað átti at hava, og gjørdu tað sterkt. v14  Tá ið teir vóru lidnir, fluttu teir kongi og Jójada tað, sum eftir var av fænum; av tí vórðu gjørd amboð húsi Harrans til handar, amboð, sum vórðu nýtt við tænastuna og ofringarnar, bæði skálir og ker av gulli og silvuri. Og teir frambóru støðugt brennioffur í húsi Harrans, so leingi sum Jójada livdi.

Jóas havnar Harranum

v15  Men Jójada andaðist gamal og mettur av døgum; hann var eitt hundrað og tríati ára gamal, tá hann doyði. v16  Og teir jarðaðu hann í Dávidsborgini hjá kongunum, av tí at hann hevði gjørt væl móti Ísrael og móti Guði og húsi hans. v17  Men tá ið Jójada var deyður, komu Júda høvdingar og bóru upp bønir fyri kongi, og kongur eftirlíkaði teimum. v18  Tá havnaðu teir húsi Harrans, Guðs fedra teirra, og fóru at dýrka Ásjerustólpar og gudamyndir, so at vreiði kom yvir Júda og Jerúsalem fyri hesa søk teirra. v19  Og hann sendi profetar millum teirra til at beina teir aftur til Harrans og vara teir við; men teir góvu tí ongan geym. v20  Tá klæddi seg andi Guðs í Zekarja, son Jójada prests, og hann steig fram fyri fólkið og mælti: »So sigur Guð: Hví bróta tit boðorð Harrans og gera tykkum eydnuleysar? Av tí, at tit siga Harran burtur, hevur eisini hann sagt tykkum burtur!« v21  Men teir svóru seg saman ímóti honum og grýttu hann til bana eftir boðum kongs í forgarði hús Harrans. v22  Jóas kongur mintist ikki á tann kærleikan, ið Jójada, faðir hans, hevði sýnt honum, men læt sonin drepa. Men í deyðastundini rópaði hann: »Harrin sær og hevnir!«

Áramitar herja; samansvørjing (smbr. 2 Kong 12,1-16)

v23  Men tá ið árið var umliðið fór Áramita herur ímóti honum; teir brutust inn í Júda og Jerúsalem og oyddu av fólkinum allar høvdingar tess og sendu konginum av Damaskus allan ránsfongin, sum teir tóku. v24  Og tó at Áramitar komu við fámentum heri, gav Harrin ovurmiklan her upp í hendur teirra, aftur fyri at teir høvdu sagt burtur Harran, Guð fedra sína. Soleiðis lótu teir revsidóm ganga yvir Jóas. v25  Tá ið teir fóru frá honum – teir lótu hann eftir í svárari pínu – tá gjørdu tænarar hansara samansvørjing ímóti honum, aftur fyri at hann hevði dripið sonin hjá Jójada presti, og teir drópu hann, meðan hann lá í rekkju síni. Soleiðis doyði hann, og teir jarðaðu hann í Dávidsborgini, tó ikki í kongagrøvunum. v26  Hesir vóru teir, ið svóru seg saman ímóti honum: Zákar, sonur Sjimatar hinnar ammonitisku, og Józabad, sonur Sjimritar hinnar móabitisku. v27  Um synir hans og um alt tað, sum spáað var ímóti honum, og um hvussu hann gjørdi aftur hús Guðs frá grund, er jú ritað í útlegging kongabókarinnar. Og Ámazja, sonur hans, tók ríkið eftir hann.