v1 Alt Júda fólk tók tá Uzzia, sum bert var sekstan vetra gamal, og gjørdi hann til kong eftir Ámazja, faðir hans; v2 tað var hann, sum víggirdi Elot og vann hana aftur undir Júda, eftir at kongurin var lagstur til hvíldar hjá fedrum sínum. v3 Uzzia var sekstan vetra gamal, tá ið hann varð kongur, og fimmti og tvey ár ríkti hann í Jerúsalem. Móðir hansara æt Jekolja og var úr Jerúsalem. v4 Hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum Harrans á allan hátt, eins og Ámazja, faðir hans, hevði gjørt; v5 trúliga søkti hann Guð, so leingi sum Zekarja, ið hevði kent honum gudsótta, var á lívi; og so leingi sum hann søkti Harran, gav Guð honum eydnu.
v6 Hann fór herferð móti Filistum og breyt niður borgargarðarnar í Gát, Jabne og Asdod; hann reisti borgir í Asdods umdømi og aðrastaðni í Filistalandinum. v7 Guð hjálpti honum móti Filistunum og móti Árábunum, sum búðu í Gur-Báal, og móti Meunitunum. v8 Ammonitar guldu eisini Uzzia skatt, og ágiti hans barst alt til Egyptalands, tí at vald hans varð ovurmikið. v9 Uzzia bygdi torn í Jerúsalem við hornaliðið, við dalsliðið og í hornum borgargarðsins og víggirdi tey. v10 Hann bygdi eisini torn í oyðimørkini og læt høgga út nógvar brunnar, tí at hann átti miklar fæflokkar bæði á láglendinum og á fjallaslættanum og eisini akurmenn og víngarðsmenn á fjøllunum og á fruktagóðum lendi, tí at hann hevði miklan áhuga fyri landbúnaði. v11 Uzzia átti vígbúnan her, ið gjørdi hertænastu í flokkum eftir tí tali, sum Jeuel ritari og Máaseja tilsjónarmaður høvdu kannað undir umsjón Hánanja, ein av høvdingum kongs. v12 Talið á øllum køppunum, ið vóru ættarhøvdingar, var tvey túsund og seks hundrað. v13 Undir teimum stóð herur av trý hundrað og sjey túsund og fimm hundrað monnum, ið gjørdu hertænastu av øllum alvi til tess at veita kongi hjálp móti fíggindunum. v14 Uzzia búði allan herin út við skjøldrum og spjótum, hjálmum, brynjum, bogum og sleingisteinum. v15 Uppi á tornunum og á borgargarðshornunum í Jerúsalem læt hann gera snildislig væl, ið skutu avstað ørvar og stórar steinar. Navnfremi hansara barst til fjarløgd lond; tí at á undursaman hátt varð hann hjálptur, so at vald hans varð ovurmikið.
v16 Men tá ið hann hevði fingið hetta mikla vald, tá varð hjarta hans hástórt og elvdi mikið ilt, so at hann í ólýdni móti Harranum, Guði sínum, fór inn í tempul Harrans og brendi roykilsi á roykilsisaltarinum. v17 Men Ázarja prestur helt aftan á hann og við honum áttati dirvismiklir prestar Harrans, v18 og teir stigu upp ímóti Uzzia kongi og søgdu við hann: »Tað er ikki givið tær, Uzzia, at kveikja roykilsi fyri Harranum, men einans prestunum, sonum Árons, ið vígdir eru til tess. Far út úr halgidóminum, tí at tú hevur slitið trúnað, og ikki verður tað tær til heiðurs fyri Harranum Guði!« v19 Men øði kom í Uzzia, har hann stóð við roykilsiskeri í hond til reiðar at ofra roykilsi; og meðan hann oysti sína vreiði út yvir prestarnar, breyt líktrá út á enni hans, har hann stóð við altarið frammi fyri prestunum í húsi Guðs. v20 Og tá ið Ázarja høvuðsprestur og allir prestarnir litu at honum, sóu teir, at hann var líktráur á enninum; síðan róku teir hann út haðan; og ikki var hann sjálvur seinur at sleppa sær út, av tí at Harrin hevði sligið hann. v21 Síðan var Uzzia kongur líktráur til deyðadags, og tó at hann var líktráur, fekk hann loyvi til at búgva í høllini, men slapp ikki inn í hús Harrans. Jótam, sonur hans, ráddi fyri kongshøllini og dømdi fólkið í landinum.
v22 Men tað, sum meira er at siga um Uzzia, hevur Jesaja Ámozson profetur ritað frá upphavi til enda. v23 Síðan legðist Uzzia til hvíldar hjá fedrum sínum, og teir jarðaðu hann hjá fedrum hans, har sum grevsturin hjá kongunum var, av tí at teir høvdu í huga, at hann var líktráur. Og Jótam, sonur hans, tók ríkið eftir hann.