Frá Hizkia Júda kongi (smbr. 2 Kong 18,1-6)

v1  Hizkia var tjúgu og fimm ára gamal, tá ið hann varð kongur; og hann sat sum kongur í Jerúsalem í tjúgu og níggju ár. Móðir hans æt Ábia Zekarjadóttir. v2  Hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum Harrans á allan hátt, eins og Dávid, forfaðir hans, hevði gjørt.

v3  Í fyrsta mánaði á fyrsta ríkisári sínum læt hann opna hurðarnar í húsi Harrans og gjørdi tær aftur. v4  Síðan læt hann prestarnar og Levitarnar koma, stevndi teimum saman á hinum opna økinum eystantil v5  og segði við teir: »Hoyrið meg, tit Levitar! Halgið nú tykkum sjálvar og halgið hús Harrans, Guðs fedra tykkara, og koyrið alt óreint út úr halgidóminum. v6  Tí at fedrar várir vóru ótrúgvir og gjørdu tað, sum ilt var í eygum Harrans, Guðs várs; teir søgdu hann burtur, snúðu andlitum sínum burtur frá bústaði Harrans og vendu honum bakið. v7  Teir lokaðu eisini hurðar forsalsins og sløktu lampurnar; offureld hava teir ikki kveikt og ikki framborið Ísraels Guði brennioffur í halgidóminum. v8  Tí kom vreiði Harrans yvir Júda og Jerúsalem, og hann læt teir verða illa viðfarnar og gjørdi teir til ræðslu og háð, soleiðis sum tit síggja tað við egnum eygum. v9  Sí, aftur fyri hetta eru fedrar várir falnir fyri svørði og synir og døtur og konur okkara herleidd. v10  Men nú havi eg í huga at gera sáttmála við Harran, Ísraels Guð, til tess at brennandi bræði hans má víkja frá okkum. v11  Latið nú ikki ágrýtni vanta hjá tykkum, synir mínir, tí at tykkum hevur Harrin útvalt til at standa fyri ásjón síni og tæna sær, og til tess at tit skulu vera tænastumenn hans og kveikja honum offureld!«

v12  Tá gingu fram Levitarnir Máhat Ámasaison og Jóel Ázarjason av Kehatitunum. Av Meraritunum Kisj Abdison og Ásarja Jehallelelsson; av Gersjonitunum Jóas Zimmason og Eden Jóason; v13  av Elizafanssonum Sjimri og Jeuel; av Ásafssonum Zekarja og Mattanja; v14  av Hemanssonum Jehiel og Sjimei, og av Jedutunssonum Sjemaja og Uzziel; v15  teir savnaðu brøður sínar, halgaðu seg og fóru undir at reinsa hús Harrans, eins og kongur hevði boðið eftir orði Harrans. v16  Og prestarnir fóru inn í hús Harrans til tess at reinsa tað; og alt óreint, teir funnu inni í templi Harrans, fluttu teir út í forgarð hús Harrans, har Levitarnir tóku við tí og bóru tað út í Kedrons dal. v17  Á fyrsta degi hins fyrsta mánaðar byrjaðu teir at halga, og á áttanda degi mánaðarins vóru teir komnir at forsali Harrans; síðan halgaðu teir hús Harrans í átta dagar, og á sekstanda degi hins fyrsta mánaðar vóru teir lidnir. v18  Tínæst gingu teir inn fyri Hizkia kong og mæltu: »Vit hava nú reinsað alt hús Harrans, brennioffuraltarið og alt, sum tí tilhoyrir, sýnisbreyðaborðið og alt, sum tí tilboyrir, v19  og øll tey ílát, sum Ákaz kongur í trúloysi sínum hevði vanhalgað, meðan hann var kongur, tey hava vit sett fram og halgað; tey standa nú frammi fyri altari Harrans.«

v20  Næsta morgun snimma stevndi Hizkia høvuðsmonnum borgarinnar saman og fór niðan í hús Harrans; v21  og teir leiddu fram sjey tarvar, sjey veðrar, sjey lomb og sjey havrar sum syndaoffur fyri ríkið, fyri halgidómin og fyri Júda; og hann beyð Áronssonum, prestunum, at ofra tað á altari Harrans. v22  Tarvarnir vórðu nú slátraðir, og prestarnir tóku við blóðinum og slettu tað á altarið; síðan vórðu veðrarnir slátraðir, og teir slettu blóðið á altarið; somuleiðis slátraðu teir lombini og slettu blóðið á altarið. v23  Tínæst leiddu teir syndaoffurhavrarnar fram fyri kongin og savnaðin, og teir løgdu hendur sínar á teir; v24  síðan slátraðu prestarnir teir og bóru blóð teirra á altarið sum syndaoffur til tess at gera sátt fyri allan Ísrael; tí at kongurin hevði boðið, at brenniofrið og syndaofrið skuldu vera fyri allan Ísrael. v25  Og hann setti Levitarnar í húsi Harrans við glymskálum, hørpum og gígum, eins og Dávid og Gád, síggjari kongs, og Nátan profetur høvdu boðið, tí at av Harranum var hetta boð givið við profetunum. v26  Stóðu nú Levitarnir við ljóðførum Dávids og prestarnir við lúðrunum. v27  Síðan beyð Hizkia at ofra brenniofrið á altarinum, og samstundis við brenniofrinum byrjaði eisini songur Harrans og lúðrarnir at ljóða, meðan ljóðføri Dávids, Ísraels kongs, skipaðu. v28  Tá tveitti savnaðurin seg fram eftir rommum, meðan songurin ljómaði, og lúðrarnir geltu, alt til liðugt var at ofra brenniofrið. v29  Men tá ið liðugt var at ofra, fell kongur á knæ og allir, sum hjástaddir vóru, og teir tilbóðu. v30  Hizkia kongur og høvdingarnir buðu síðan Levitunum at syngja Harranum lovsong við orðum Dávids og Ásafs síggjara; teir hevjaðu tá lovsong við frøi, lútaðu og tilbóðu.

v31  Og Hizkia kongur tók til máls og segði: »Nú hava tit vígt tykkum Harranum; gangið nú fram og komið við sláturofrum og takkarofrum í hús Harrans!« Tá kom allur savnaðurin við sláturofrum og takkarofrum, hvør ið fúsur var til tess. v32  Men talið á brenniofrum, sum savnaðurin ofraði, var sjeyti stórdýr, hundrað veðrar og tvey hundrað lomb; alt hetta fór í brenniofrum til Harrans. v33  Og takkarofrini vóru seks hundrað stórdýr og trý túsund smalur. v34  Men prestarnir vóru ov fáir til, at teir fingu flett øll brennioffurdjórini; tí máttu frændur teirra Levitarnir dugna teimum hond, til arbeiðið var liðugt, og prestarnir høvdu halgað seg; tí at Levitarnir halgaðu seg av meira reinmeintum huga enn prestarnir. v35  Umframt hetta var eisini nøgd av brenniofrum við feitu stykkjum takkarofranna og droypiofrini aftur við brenniofrunum. Soleiðis varð tænastan við hús Harrans fingin aftur í rættlag. v36  Og Hizkia og alt fólkið gleddust yvir tað, sum Guð hevði gjørt fyri fólkið; tí at hetta barst alt á so brádliga.