Vinskapur Sálomons við Huram. Farið verður undir at byggja templið (smbr. 1 Kong 5)

v1  Sálomon fekk nú hug til at byggja navni Harrans hús og sjálvum sær kongshøll, v2  og tessvegna búði Sálomon út sjeyti túsund burðarmonnum og áttati túsund monnum til at høgga grót úr fjøllunum; og yvir teimum setti hann trý túsund og seks hundrað umsjónarmenn. v3  Og Sálomon sendi Hurami kongi av Týrus hesi boð: »Ver móti mær, sum tú vart móti Dávidi, faðir mínum, honum, sum tú sendi sedrisvið, so at hann fekk bygt sær høll at búgva í. v4  Eg ætli nú at byggja navni Harrans, Guðs míns, tempul og vil halga honum tað til tess at kveikja har fyri ásjón hans yndisangandi roykilsi, til altíð at hava sýnisbreyðini frammi og morgun og kvøld at frambera brennioffur á hvíludøgum og tendringardøgum og á hátíðardøgum Harrans, Guðs várs, soleiðis sum tað er skylda Ísraels um allar ævir. v5  Húsið, sum eg vil bygga, skal vera stórt, tí at Guð vár er størri enn allir aðrir gudar. v6  Ja, hvør er førur fyri at byggja honum hús? Tí at himinin og himnanna himnar taka hann ikki; hvør eri tá eg, at eg skal reisa honum hús – um ikki tað er til tess at kveikja roykilsi fyri ásjón hans. v7  Send mær nú mann, sum er kønur í at smíða úr gulli, silvuri, kopari og jarni og til at virka burtur úr reyðum purpuri, skarlaki og bláum purpuri og væl dugir at skera út, at hann kann starva saman við teimum hagleiksmonnum, sum eru her hjá mær í Júda og Jerúsalem, og sum Dávid, faðir mín, fekk til vegar. v8  Send mær eisini sedrisvið og syprisvið og sandelvið frá Libanon, tí at eg veit, at menn tínir væl kunnu at høgga trø á Libanon; menn mínir skulu tá starva saman við tínum. v9  Men mær er tørvur á nógvum viði, tí húsið, sum eg ætli at byggja, skal vera bæði stórt og undursamt. v10  Men monnunum frá tær, sum trøini høgga, vil eg geva í matarvist tjúgu túsund kor av hveiti, tjúgu túsund kor av byggi, tjúgu túsund bat av víni og tjúgu túsund bat av olju.«

v11  Huram kongur av Týrus svaraði við brævi, sum hann sendi Sálomoni: »Av tí at Harrin elskar fólk sítt, hevur hann gjørt teg til kong yvir tí!« v12  Og Huram legði afturat: »Lovaður veri Harrin, Ísraels Guð, sum skapað hevur himin og jørð, at hann hevur givið Dávidi kongi so vitran og hygnan son, sum er førur fyri at byggja Harranum tempul og sjálvum sær kongshøll. v13  Her sendi eg tær kønan og skilagóðan mann, Huram-Ábi. v14  Móðir hansara er av Dáns ætt, men faðir hansara Týrusmaður; hann kann at smíða bæði úr gulli og silvuri, kopari, jarni, gróti og træi og virka burtur úr reyðum og bláum purpuri, egyptiskum líni og skarlaki, og hann er kønur í útskurði og kann fullføra hvørt eitt listasmíð, sum honum verður litið til; saman við listasmiðum tínum og hagleiksmonnum harra míns, Dávids, faðirs tíns, skal hann starva. v15  Sendi tí harri mín trælum sínum hveitina, byggið, oljuna og vínið, sum hann talaði um. v16  So skulum vær høgga øll tey trø á Libanon, sum tær er tørvur á, og senda tær tey í flaka eftir havinum til Jáfo; men haðan mást tú sjálvur flyta tey til Jerúsalem.« v17  Sálomon læt nú telja allar útlendskar menn, sum vóru í Ísraels landi – longu áður hevði Dávid, faðir hans, latið teir telja – og royndist tal teirra at vera eitt hundrað og fimmti og trý túsund og seks hundrað. v18  Av hesum hevði hann sjeyti túsund til at bera, áttati túsund til at høgga grót í fjøllunum og trý túsund og seks hundrað sum umsjónarmenn til at halda fólki til vinnu.