v1 Síðan sendi Hizkia boð um í øllum Ísrael og Júda og ritaði brøv til Efraims og Manasse um at koma til hús Harrans í Jerúsalem at halda Harranum, Ísraels Guði, páskir. v2 Kongur og høvdingar hans og allur savnaðurin í Jerúsalem ráddu tá av at halda páskirnar í øðrum mánaðinum. v3 Tí at teir høvdu ikki fingið hildið tær ta ásettu tíðina, av tí at ikki nóg nógvir prestar høvdu halgað seg, og at fólkið ikki enn var samansavnað í Jerúsalem. v4 Hetta tókti kongi og øllum savnaðinum rætt, v5 og teir gjørdu ta skipan at lata boð fara um í øllum Ísrael frá Beersjebu til Dán um, at menn skuldu koma til tess at halda Harranum, Ísraels Guði, páskir í Jerúsalem; tí at ikki høvdu teir hildið tær so fjølmentir, sum ásett hevði verið.
v6 Tá fóru boðberar skundisliga við brøvum frá kongi og høvuðsmonnum hans um allan Ísrael og Júda og mæltu samsvarandi kongsins boði: »Horvið, tit Ísraelsmenn, aftur til Harrans, Guðs Ábrahams, Ísaks og Ísraels, so at hann má snúgva sær at teirri leivd av tykkum, ið komist hevur undan hondum Assurs konga. v7 Verið ikki sum fedrar og brøður tykkara, ið slitu trúnað við Harran, Guð fedra sína, so at hann gav teir upp til oyðingar, eins og tit sjálvir síggja. v8 Treiskist nú ikki eins og fedrar tykkara, men rættið Harranum hond og komið til halgidóms hans, ið hann hevur halgað um allar ævir, og tænið Harranum, Guði tykkara, so at brennandi bræði hans má víkja frá tykkum. v9 Tí at snúgva tit tykkum til Harrans, tá munnu brøður og synir tykkara finna náði fyri teimum, ið hava herleitt teir, so at teir mega koma heim aftur í hetta land; tí at náðigur og miskunnsamur er Harrin, Guð tykkara, og man ikki snúgva andliti sínum frá tykkum, um tit venda við til hansara!« v10 Boðberarnir fóru nú um frá eini borg í aðra í Efraims landi og Manasse alt til Zebulon, men vórðu flentir út og spottaðir. v11 Tó vóru nakrir í Ásjer og Manasse og Zebulon, ið eyðmýktu seg og komu til Jerúsalem. v12 Eisini í Júda stuðlaði Guðs hond monnum til at halda tað av sameindum huga, sum kongur og høvuðsmenninir høvdu boðið eftir orði Harrans.
v13 Tá savnaðist í Jerúsalem nógv fólk saman í øðrum mánaði til tess at halda hátíð hinna ósúrgaðu breyða, ovurmikil mannfjøld. v14 Tey fóru undir at taka burtur tey altar, sum vóru í Jerúsalem, og somuleiðis tóku teir øll roykilsisílátini og tveittu tey oman í Kedrons dal. v15 Síðan slátraðu teir páskalambið á fjúrtanda degi í øðrum mánaði. Prestarnir og Levitarnir lótu skomm rína á sær, so at teir halgaðu seg og komu við brenniofrum í hús Harrans. v16 Og teir fóru fram á sín ásetta stað, eins og tilskilað var í lóg Mósesar Guðsmansins, og prestarnir slettu blóðið, sum Levitarnir rættu teimum. v17 Tí at har vóru nógvir í savnaðinum, sum ikki høvdu halgað seg; tí máttu Levitarnir slátra páskalombini fyri allar teir, sum ikki vóru reinir, til tess at halga teir Harranum. v18 Tí at fjøldin av fólkinum, serstakliga teir frá Efraim, Manasse, Issakar og Zebulon, hevði ikki halgað seg og ikki etið páskalambið, soleiðis sum skrivað stóð; men Hizkia bað fyri teimum og mælti: »Tú, góði Harri, v19 fyrigev teimum, ið hava lagt allan sín hug á at søkja Guð, Harran, Guð fedra sína, tó at teir ikki eru reinir, so sum halgidómurin krevur tað!« v20 Harrin bønhoyrdi Hizkia og læt fólkið sleppa óskalað.
v21 Síðan hildu Ísraels menn, sum staddir vóru í Jerúsalem, hátíð hinna ósúrgaðu breyða í sjey dagar við miklari gleði; og Levitarnir sungu hvønn dag Harranum lovsong og av øllum mátti. v22 Og Hizkia talaði blídliga til allar Levitarnar, sum høvdu sýnt avbæran dugnaskap í tænastu Harrans; og teir hildu hátíðina at enda teir sjey dagarnar og ofraðu takkaroffur og lovaðu Harranum, Guði fedra sína. v23 Men tá ráddi allur savnaðurin av at halda hátíð sjey dagar afturat; teir hildu tá við gleði hátíð sjey dagar afturat. v24 Tí at Hizkia, Júda kongur, gav savnaðinum túsund tarvar og sjey túsund seyðir; framvegis góvu høvuðsmenninir savnaðinum túsund tarvar og tíggju túsund seyðir; og nógvir prestar halgaðu seg. v25 Tá gleddi seg allur Júda savnaður og somuleiðis prestarnir og Levitarnir og allur savnaður teirra, sum komnir vóru úr Ísrael, og hinir fremmandu, ið komnir vóru úr Ísraels landi, og teir, sum búðu í Júda. v26 Og tá var mikil gleði í Jerúsalem; tí at ongantíð áður hevði tílíkt borist á í Jerúsalem, síðan Sálomon, sonur Dávids, Ísraels kongs, var á døgum. v27 Og prestarnir og Levitarnir risu upp og signaðu fólkið, og rødd teirra varð hoyrd; bøn teirra komst til himins at heilaga bústaði hans.