Inntøkur prestanna og Levitanna

v1  Tá ið alt hetta var liðugt, fóru allir Ísraels menn, ið har vóru staddir, út í Júda borgir og brutu steinsúlurnar niður, høgdu sundur Ásjerustólparnar og beindu fyri offurheyggjunum og altarunum í øllum Júda, Benjamin, Efraim og Manasse, til einki var eftir av teimum; síðan fóru allir Ísraels menn heim aftur á óðal sítt í borgum sínum.

v2  Men Hizkia skipaði prestarnar og Levitarnar eftir teimum varðflokkum, sum teir hoyrdu til, og setti hvønn teirra í tænastu sína við brenniofrini og takkarofrini og til at gera tænastu við at syngja lovsong og takkargerð í herbúðaliðum Harrans. v3  Og kongurin læt av ognum sínum til tað, ið skuldi verða ofrað sum brennioffur á morgni og kvøldi, hvíludøgunum, tendringardøgunum og á hátíðunum samsvarandi tí, sum ritað er í lóg Harrans. v4  Og hann álegði fólkinum, sum búði í Jerúsalem, at geva prestunum og Levitunum teirra lut, so at teir kundu halda fast við lóg Harrans. v5  So skjótt sum hesi boð vóru komin út, bóru Ísraelsmenn fram í nøgdum frumgróðurin av korni og aldinløgi, olju og hunangi og alla jarðargrøðina og góvu fulla tíggjund av øllum. v6  Eisini teir Ísraelitar, sum búðu í Júda borgum, góvu tíggjund av stórdýrum og smalum, og teir komu við halgigávunum, sum halgaðar vóru Harranum, Guði teirra, og løgdu tað í rúgvu við rúgvu. v7  Í triðja mánaði fóru teir undir at leggja upp í rúgvur, og í sjeynda mánaði vóru teir lidnir. v8  Tá ið tá Hizkia og høvuðsmenninir komu og litu at rúgvunum, hálovaðu teir Harranum og fólki hans Ísrael. v9  Og tá ið Hizkia spurdi prestarnar og Levitarnar um rúgvurnar, v10  svaraði honum Ázarja, høvuðsprestur, ið var av Zádoks ætt, og segði: »Síðan menn fóru aftur at lata offuravskurðin til hús Harrans, hava vit etið okkum mettar og havt nógv til avlops, tí at Harrin hevur signað fólk sítt, so at øll henda nøgdin er til avlops hjá okkum!«

v11  Hizkia beyð nú at gera herbergi í húsi Harrans, og tá ið tað var gjørt, v12  komu teir trúliga hagar við offuravskurðinum, við tíggjundum og halgigávunum; fyri hesum var Kónanja Leviti høvuðsumsjónarmaður, og næstur honum var Sjimei, bróðir hans. v13  Men Jehiel, Ázarja, Náhat, Ásahel, Jerimot, Józabad, Eliel, Jismakja, Máhat og Benaja vóru hjálparumsjónarmenn hjá Kónanja og Sjimei, bróður hans, eftir tí, sum tilskilað var av Hizkia kongi og Ázarja, høvuðsmanni fyri húsi Guðs. v14  Kóre Jimnason Leviti, ið var duravørður á eystursíðuni og hevði umsjón við teimum sjálvkravdu gávunum, ið fluttar vórðu Guði, skuldi býta út offuravskurð Harrans og hinar háheilagu gávurnar. v15  Undir honum stóðu Eden, Minjamin, Jesjua, Sjemaja, Ámarja og Sjekanja; í prestaborgunum skuldu teir trúliga flýggja út frændum sínum, bæði smáum og stórum, eftir varðflokkum sínum; v16  somuleiðis teimum av kallkyni, sum skrásettir vóru í ættartølunum, trý ára gomlum og haðan eldri. Undantiknir vóru teir, ið komu dag um dag í hús Harrans; soleiðis skuldu teir røkja tænastustørv síni sambært varðflokkum teimum, ið teir hoyrdu til. v17  Og prestarnir vórðu skrásettir í ættartøl eftir ættum sínum og somuleiðis Levitarnir tjúgu ára gamlir og haðan eldri sambært tænastu síni eftir varðflokkum sínum. v18  Teir vórðu skrásettir í ættartøl saman við øllum húsfólki sínum við konum, sonum og døtrum sínum, øllum húskinum; tí at trúliga skuldu teir røkja síni heilagu størv. v19  Árons synir, prestarnir, ið búðu á beitilendunum kring borgir teirra, høvdu skráddar menn í hvørji borg til at fáa øllum kallmonnum millum prestanna og teimum av Levitunum, ið vóru skrásettir í ættartal, tað, sum teir áttu at fáa.

v20  Soleiðis bar Hizkia seg at í øllum Júda, og hann gjørdi tað, sum var gott og rætt og satt fyri ásjón Harrans, Guðs síns. v21  Og alt, sum hann fór undir viðvíkjandi tænastuni í húsi Guðs ella lógini og boðunum um at søkja Guð sín, tað gjørdi hann av heilum huga, og tað eydnaðist honum.