v1 Eftir hesar tilburðir og váttanir um trúskap kom Sankerib, Assurs kongur; hann herjaði á Júda og settist um tær víggirdu borgirnar í teirri ætlan at leggja tær undir seg. v2 Tá ið nú Hizkia varð tess vísur, at Sankerib var komin og ætlaði at gera álop á Jerúsalem, v3 ráddist hann við høvdingar og hetjur sínar um at tippa vatnslindirnar, ið vóru fyri uttan borgina, og stuðlaðu teir honum til tess. v4 Savnaðist tá fjøld av fólki saman, og teir tiptu allar lindir og løkir, ið runnu gjøgnum landið, tí at teir søgdu sum so: »Hví skulu Assurs kongar finna nøgdir av vatni, tá ið teir koma?« v5 Og hann herdi hugan og tók at laða uppaftur borgargarðin har, sum hann var brotin, reisti torn uppi á honum og bygdi annan borgargarð uttan fyri hann, víggirdi Millo í Dávidsborgini og læt gera nøgdir av skotvápnum og skjøldrum. v6 Og hann skipaði herhøvdingar yvir fólkinum, stevndi teimum til sín á torginum við borgarliðið og talaði treystliga til teirra og mælti: v7 »Verið hugreystir og dirvismiklir, ræðist ikki og óttist ikki Assurs kong og alla hesa mannfjøld, sum við honum er, tí at hann, sum er við okkum, er sterkari enn teir, ið eru við honum, v8 tí at við teimum er armur av holdi, men við okkum er Harrin, Guð vár, til tess at hjálpa okkum og veita okkum sigur í orrustum várum!« Tá troystaði fólkið á orð Hizkia, Júda kongs. v9 Seinni, meðan Sankerib, Assurs kongur, sat um Lákisj við øllum herliði sínum, sendi hann menn sínar til Jerúsalem á fund Hizkia, Júda kongs, og til allar Júda menn við hesi orðsending: v10 »Soleiðis sigur Sankerib, Assurs kongur: Hvat er tað, tit troysta á, nú tit sita innibyrgdir í Jerúsalem? v11 Vissuliga man Hizkia tøla tykkum, so at tit fara at doyggja av hungri og tosta, tá ið hann sigur: Harrin, Guð vár, vil frelsa okkum úr hondum Assurs kongs! v12 Hevur ikki Hizkia sjálvur beint fyri offurheyggjum og altarum hans og boðið Júda monnum og Jerúsalembúgvum at tilbiðja frammi fyri einum altari og einans kveikja offureld á tí? v13 Vita tit ikki, hvat sjálvur eg og fedrar mínir hava gjørt við allar tjóðir landanna? Vóru tjóðgudar landanna førir fyri at bjarga londum teirra av hond míni? v14 Hvør av øllum gudum hjá hesum tjóðum, ið fedrar mínir vígdu deyðanum, var førur fyri at frelsa fólk sítt av míni hond? Skuldi tá gudur tykkara verið førur fyri at frelsa tykkum av míni hond?« v15 Nú, latið ikki Hizkia tøla og teipa tykkum á henda hátt; trúgvið honum ikki, tí at ikki hevur nakar gudur hjá nakrari tjóð í nøkrum ríki verið mentur at bjarga fólki sínum av míni hond ella av hond fedra mína. Hvaðna minni man tá gudur tykkara vera førur fyri at bjarga tykkum av míni hond!« v16 Og mong onnur orð talaðu menn hans ímóti Harranum Guði og móti Hizkia, tænara hans. v17 Hann ritaði eisini soljóðandi bræv til hans til tess at háða Harran, Ísraels Guð, og tala ímóti honum; í tí stóð: »Eins og tjóðgudar landanna ikki bjargaðu tjóðum sínum av míni hond, soleiðis man heldur ikki Guð Hizkia bjarga fólki sínum av míni hond!« v18 Og teir rópaðu við harðari rødd á júdeiskum máli á fólkið í Jerúsalem, sum gekk uppi á borgargarðinum, til tess at gera teir ræddar, so at teir kundu taka borgina; v19 teir talaðu um Guð í Jerúsalem á sama hátt sum um jarðarinnar tjóðgudar, ið eru verk av manna hondum! v20 Men vegna hetta fóru teir, Hizkia kongur og profeturin Jesaja Ámozson, at biðja og rópa til himins. v21 Tá sendi Harrin eingil, sum beindi fyri øllum reystum gørpum, høvuðsmonnum og høvdingum í herbúðunum hjá Assurs kongi, so at hann skemdur fór heim aftur í land sítt; og tá ið hann kom inn í hov guds síns, feldu hans egnu synir hann har við svørði. v22 Soleiðis bjargaði Harrin Hizkia og Jerúsalembúgvum undan hond Sankeribs, Assurs kongs, og undan øllum øðrum og veitti teimum frið allar vegir. v23 Og mangir førdu Harranum gávur til Jerúsalem og Hizkia, Júda kongi, dýrar gripir, so at hann eftir hetta varð mikil í metum millum allar tjóðir.
v24 Um hetta mundið legðist Hizkia deyðasjúkur; tá rópaði hann til Harrans; og Harrin bønhoyrdi hann og gav honum undurtekin. v25 Men Hizkia endurgalt ikki ta vælgerð, sum honum var sýnd; hjartað hansara varð hástórt, og kom tí vreiði yvir hann og yvir Júda og Jerúsalem. v26 Men Hizkia og Jerúsalembúgvar eyðmýktu seg og søgdu burtur hugmóð sítt, so at vreiði Harrans ikki kom yvir teir, so leingi sum Hizkia livdi.
v27 Hizkia var ríkur maður og ovurmikil í metum; hann gjørdi sær fæhirðslur til silvur og gull, dýrar steinar og balsamurtir, til skildir og alskyns virðisgripir, v28 og somuleiðis goymsluhús til úrtøkuna av korni, aldinløgi og olju, fjós til alskyns fenað og kvíggj til fæflokkarnar. v29 Hann bygdi sær borgir og átti nøgdir av seyði og neytum, tí at Guð hevði givið honum ovurmiklan eyð. v30 Hesin Hizkia var tað, sum tipti ovaru Gihon vatnslind og veitti vatnið vestureftir oman í Dávidsborgina. Hizkia var eydnumaður í øllum, sum hann tók sær fyri. v31 Tí var tað einans til tess at royna hann og vita, hvat honum í hjarta búði, at Guð gav hann upp í hendur sendimannanna, sum sendir vóru av Bábelhøvdingum til tess at kanna tekinið, sum hevði borist á í landinum.
v32 Men tað, sum meira er at siga um Hizkia og góðverk hans, tað er jú ritað í opinberingini hjá profetinum Jesaja Ámozsyni og í bókini um kongar Júda og Ísraels. v33 Síðan legðist Hizkia til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður, har leið liggur niðan at grøvunum hjá eftirkomarum Dávids; allir Júda menn og Jerúsalembúgvar sýndu honum miklan heiður við deyða hans. Og Manasse, sonur hans, tók ríkið eftir hann.