v1 Jósia var átta ára gamal, tá ið hann varð kongur, og hann sat sum kongur í Jerúsalem í tríati og eitt ár. v2 Hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum Harrans, og steig í fótaspor Dávids, forfaðirs síns, og veik ikki til høgru ella vinstru.
v3 Á áttanda ríkisári sínum, meðan hann enn var blaðungur, fór hann at søkja Guð Dávids, forfaðirs síns, og á tólvta ári fór hann undir at reinsa Júda og Jerúsalem fyri offurheyggjar og Ásjerustólpar og hinar skornu og stoyptu gudamyndirnar. v4 Í hjástøðu hans vórðu altar Báalanna niðurrivin, sólsúlurnar, sum á teimum vóru, støkti hann og breyt Ásjerustólparnar og hinar skornu og stoyptu gudamyndirnar, sorlaði tey sundur og spjaddi dusmið út yvir gravirnar hjá teimum, ið høvdu biðið til teirra. v5 Bein prestanna læt hann brenna á altarum teirra og reinsaði soleiðis Júda og Jerúsalem. v6 Men eisini í borgum Manasse og Efraims og Símeons alt til Naftali og kring um í oyðitoftum teirra v7 breyt hann altarini niður og smildraði og sorlaði Ásjerustólpar og gudamyndir og støkti sólsúlurnar um alt Ísraels land. Síðan snúðist hann heim aftur í Jerúsalem.
v8 Á átjanda ríkisári sínum fór hann at reinsa landið og templið; tá sendi hann Sjáfan Ázaljason og Máaseja borgarstjóra og Jóa Jóahazson frásagnameistara til at væla um hús Harrans, Guðs síns. v9 Tá ið teir komu til Hilkia høvuðsprest, avhentu teir fæ tað, sum latið hevði verið til hús Guðs, tað, sum Levitarnir, ið vóru duravørðir, høvdu savnað av Manasse og Efraim og øllum øðrum Ísraels monnum og av øllum Júda, Benjamin og Jerúsalembúgvum. v10 Teir fingu tað upp í hendur á verkstjórunum, ið høvdu umsjón við húsi Harrans; og verkstjórarnir, ið starvaðu fyri húsi Harrans, nýttu tað til at bøta sprungur og væla um templið við, v11 við tað at teir lótu træsmiðir og byggingarmenn fáa tað til tess at keypa fyri tað høgdar steinar og stokkar til tvørbjálkar og syllar í teimum bygningum, sum Júda kongar høvdu latið farast. v12 Menninir framdu nú verkið upp á æru og trúgv, og sum formenn fyri teimum vóru settir Levitarnir Jáhat og Óbadja av Meraritanna ætt og Zekarja og Mesjullam av Kehatitanna ætt, at teir skuldu hava umsjón við teimum. v13 Teir vóru eisini formenn fyri burðarmonnunum og øllum teimum, ið høvdu eitthvørt tænastustarv um hendur; nakrir av Levitunum vóru eisini ritarar, tilsjónarmenn og duravørðir.
v14 Men tá ið teir tóku fram fæið, sum var givið til hús Harrans, fann Hilkia prestur bókina, sum lógin stóð í, sum Harrin hevði givið við Mósesi. v15 Hilkia mælti tá við Sjáfan ritara og segði: »Eg havi funnið lógbókina í húsi Harrans!« Síðan fekk Hilkia Sjáfani bókina. v16 Og Sjáfan bar kongi bókina og gav honum samstundis hesa frágreiðing: »Alt tað, sum tænarar tínir vórðu bidnir at gera, hava teir greitt úr hondum; v17 fæið, sum fanst í húsi Harrans, hava teir tikið fram og latið tað upp í hendur á umsjónarmonnum og verkstjórum!« v18 Síðan greiddi Sjáfan kongi frá og mælti: »Hilkia prestur hevur fingið mær bók!« Og Sjáfan fór at lesa upp fyri kongi. v19 Men tá ið kongur hoyrdi orð lógarinnar, tá skræddi hann klæði síni. v20 Tá beyð kongur Hilkia og Áhikami Sjáfanssyni og Abdoni Mikasyni og Sjáfani ritara og Ásaja, tænara kongs, og segði: v21 »Farið og leitið tykkum ráð hjá Harranum fyri meg og fyri teir, sum eftir eru í Ísrael og Júda, viðvíkjandi bókini, sum funnin er; tí at mikil er tann vreiði, sum Harrin hevur úthelt yvir okkum, aftur fyri at fedrar várir hava ikki varðveitt orð Harrans til tess at halda alt tað, sum ritað er í hesi bók.«
v22 Hilkia og teir, sum kongur sendi, fóru nú til Huldu profetinnu, konu Sjallums klædnagætara Tokhatssonar, Hasrasonar; hon búði í nýggja býlinginum í Jerúsalem; tá ið teir bóru hetta upp á mál fyri henni, v23 svaraði hon teimum: »So sigur Harrin, Ísraels Guð: Sigið við mannin, ið sendi tykkum til mín: v24 So sigur Harrin: Eg man leiða ógævu yvir henda stað og yvir íbúgvar hans, allar tær bølbiðingar, ið ritaðar eru í hesi bók, sum lisin varð upp fyri Júda kongi, v25 aftur fyri at teir hava sagt meg burtur og kyndu øðrum gudum offureldar til tess at reita meg við øllum handaverkum sínum, so at vreiði mín uttan íhald hevur verið úthelt yvir henda stað; v26 men við Júda kong, ið sendi tykkum at leita ráð hjá Harranum, skulu tit siga: So sigur Harrin, Ísraels Guð: Tey orð, sum tú hevur hoyrt, skulu standa við; v27 men av tí at hjarta títt blotnaði, so at tú eyðmýkti teg fyri Guði, tá ið tú hoyrdi orð hans móti hesum staði og móti íbúgvum hans, við tað at tú eyðmýkti teg fyri ásjón míni og skræddi klæði tíni og grætst fyri ásjón míni, tessvegna vil eisini eg bønhoyra, sigur Harrin! v28 Sí, eg vil lata teg savnast til fedrar tínar; í friði skalt tú koma niður í grøv tína, og eygu tíni skulu ikki fáa at síggja alla ta ógævu, sum eg ætli at leiða yvir henda stað og yvir tey, sum har búgva!« Við hesum svari komu teir aftur til kongs.
v29 Tá sendi kongur boð og stevndi til sín øllum hinum elstu í Júda og Jerúsalem. v30 Síðan fór hann niðan í hús Harrans og somuleiðis allir Júda menn og Jerúsalembúgvar, prestarnir, Levitarnir og alt fólkið, bæði gomul og ung; og hann las upp fyri teimum alt tað, sum stóð í sáttmálabókini, sum funnin var í húsi Harrans. v31 Og kongur fór upp á pall sín og gjørdi tann sáttmála fyri ásjón Harrans at vilja fylgja Harranum og varðveita boðorð hans, vitnisburðir og skipanir av øllum hjarta sínum og av allari sál síni til tess at halda orð sáttmálans, ið ritað vóru í hesi bók. v32 Og hann læt allar teir, sum vóru í Jerúsalem og Benjamin ganga undir henda sáttmála; og Jerúsalembúgvar gjørdu eftir sáttmála Guðs, Guðs fedra sína. v33 Jósia oyddi allar andstygdir út úr øllum landslutum hjá Ísraels monnum og noyddi øll, sum í Ísrael vóru, til at tæna Harranum, Guði fedra teirra. Og so leingi sum hann var á lívi, viku teir ikki frá Harranum, Guði fedra sína.