Páskirnar verða hildnar

v1  Síðan helt Jósia Harranum páskir í Jerúsalem, og teir slátraðu páskalambið á fjúrtanda degi hins fyrsta mánaðar. v2  Hann setti prestarnar til størv teirra og stuðlaði teimum til at gera tænastu við hús Harrans. v3  Men við Levitarnar, sum frøddu allan Ísrael og vígdir vóru Harranum, segði hann: »Setið ørkina halgu inn í templið tað, sum Sálomon Dávidsson, Ísraels kongur, bygdi; á økslini nýtast tit ikki at bera hana meira; tænið nú Harranum, Guði tykkara, og fólki hans Ísrael! v4  Búgvist nú til eftir ættargreinum og varðflokkum tykkara, eins og Dávid, Ísraels kongur, og Sálomon, sonur hans, hava skrivliga fyriskipað, v5  og skipið tykkum í halgidóminum, soleiðis at ein kyntáttur av Levitum samsvarar hvørjum ættarbólki av frændum tykkara almúgumonnunum; v6  slátrið síðan páskalambið og halgið tykkum og tilreiðið tað til brøður tykkara til tess at halda tað, sum Harrin hevur boðið við Mósesi.

v7  Og Jósia útvegaði almúgumonnunum tríati túsund seyðir, smálomb og geitarlomb, alt samalt til páskaoffurs fyri allar teir, ið har vóru, og somuleiðis trý túsund stórdýr, alt av kongsins egnu ognum. v8  Høvdingar hans góvu fólkinum, prestunum og Levitunum sjálvkravdar gávur; og Hilkia, Zekarja og Jehiel, høvuðsmenn fyri húsi Guðs, góvu prestunum til páskaoffurs tvey túsund og seks hundrað smalur og trý hundrað stórdýr. v9  Og Kónanja, Sjemaja og Netánel, brøður hans, og somuleiðis Hásjabja, Jeiel og Józabad, høvuðsmenn Levitanna, útvegaðu Levitunum til páskaoffurs fimm túsund smalur og hundrað stórdýr.

v10  Soleiðis varð tænastan skipað; prestarnir gingu á stað sín og somuleiðis Levitarnir eftir varðflokkum sínum, eins og kongur hevði tilskilað. v11  Teir slátraðu páskalombini, og prestarnir slettu blóðið, sum teir fingu frá teimum; men Levitarnir flettu. v12  Og teir tilreiddu brenniofrið til tess at lata ættarbólkar almúgumannanna fáa tað, so at teir kundu ofra Harranum tað, eins og ritað er í Mósebók; á sama hátt gjørdu teir við stórdýrini. v13  Síðan steiktu teir páskalambið við eld, eins og lógin fyriskipar; men halgigávurnar sjóðaðu teir í pottum, ketlum og ponnum og skundaðu sær at geva almúgumonnunum tað. v14  Síðan tilreiddu teir offur til sín sjálvs og til prestarnar; tí at prestarnir, synir Árons, ofraðu brennioffur og feitu stykkini, alt til náttin kom á; tessvegna tilreiddu Levitarnir bæði sær og prestunum, sonum Árons. v15  Og sangararnir, synir Ásafs, vóru á staði sínum, eins og Dávid og Ásaf, Heman og Jedutun, síggjari kongs, høvdu fyriskipað; og duravørðir vóru við hvørt eitt lið; teimum nýttist ikki at fara frá tænastu síni, tí at Levitarnir tilreiddu teimum.

v16  Soleiðis varð øll tænasta Harrans fingin í lag á tí degi, og tey hildu páskirnar og ofraðu brennioffur á altari Harrans eftir boði Jósia kongs. v17  Og Ísraelitarnir, sum har vóru, hildu ta ferðina páskirnar og hátíð hinna ósúrgaðu breyða í sjey dagar. v18  Tílíkar páskir høvdu ikki verið hildnar í Ísrael, síðan Sámuel profetur var á døgum; og eingin Ísraels kongur hevði nakrantíð hildið einar páskir sum tær, ið hildnar vórðu av Jósia og prestunum, Levitunum og øllum Júda monnum og Ísraels monnum, ið har vóru staddir, og av Jerúsalembúgvum. v19  Á átjanda ríkisári Jósia vórðu hesar páskir hildnar.

Andlát Jósia

v20  Eftir alt hetta, tá ið Jósia hevði fingið templið aftur í rættlag, fór Neko, kongur Egyptalands, og legði bardagar sínar við Karkemisj við Eufrat, og Jósia legði út ímóti honum. v21  Men Neko sendi honum hesi boð: »Hvat hava vit hvør við annan at gera, Júda kongur? Tað er ikki móti tær, eg komi í dag, men móti tí kongshúsi, sum eg havi ófrið við. Og Guð hevur biðið meg skunda mær. Hav teg nú undan tí gudi, sum er við mær, at hann ikki týnir teg!« v22  Jósia vildi tó ikki víkja fyri honum, men fór at berjast við hann; hann vildi ikki lýða orðum Neko, tó at tey vóru frá Guði, og legði til orrustu í Megiddodali. v23  Men ørvagarparnir skutu eftir Jósia kongi; tá mælti kongur við menn sínar: »Flytið meg burtur hiðan, tí at eg eri illa særdur!« v24  Menn hansara tóku hann tá av vagninum og settu hann upp í hin vagnin hjá honum og fóru við honum út úr orrustuni; men tá ið teir komu til Jerúsalem, andaðist hann. Hann varð jarðaður í grøvum fedra sína, og allir Júdamenn og Jerúsalembúgvar syrgdu Jósia. v25  Og Jeremia yrkti harmaljóð eftir Jósia, og allir sangarar og allar sangkonur hava í harmljóðum sínum talað um Jósia alt fram at hesum degi; og síðan hevur tað verið fastur siður í Ísrael at syngja hesi ljóð; tey standa í harmljóðunum. v26  Men tað, sum meira er at siga um Jósia og góðverk hans, ið samsvaraðu tí, sum ritað er í lóg Harrans, v27  søga hans frá upphavi til enda, tað er jú alt ritað í bókini um kongar Ísraels og Júda.