Frá Jóahazi

v1  Landsalmúgan tók nú Jóahaz Jósiason og gjørdi hann til kong í Jerúsalem eftir faðir hans. v2  Jóahaz var tjúgu og trý ára gamal, tá ið hann varð kongur, og hann sat sum kongur í Jerúsalem í tríggjar mánaðir. v3  Men kongur Egyptalands koyrdi hann frá ræðinum í Jerúsalem og læt landið gjalda í skatti hundrað talentir av silvuri og tíggju talentir av gulli. v4  Síðan gjørdi Egyptalands kongur Eljakim, bróður hans, til kong yvir Júda og Jerúsalem og broytti navn hans til Jójakim; men Jóahaz, bróður hans, tók Neko og hevði hann við sær til Egyptalands.

Jójakim

v5  Jójakim var tjúgu og fimm ára gamal, tá ið hann varð kongur, og hann ríkti í Jerúsalem í ellivu ár. Hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans, Guðs síns. v6  Nebukadnezar, kongur í Bábel, fór herferð móti honum og bant hann við fjøtrum av kopari til tess at flyta hann til Bábel. v7  Av ílátunum í húsi Harrans hevði Nebukadnezar nøkur við sær og setti tey í høll sína í Bábel. v8  Men tað, sum meira er at siga um Jójakim og alt tað andstyggiliga, sum hann hevðist at, og sum búði honum í brósti, tað er jú ritað í bókini um kongar Ísraels og Júda. Og Jójakin, sonur hans, tók ríkið eftir hann.

Jójakin

v9  Jójakin var átjan vetra gamal, tá ið hann varð kongur, og tríggjar mánaðir og tíggju dagar ríkti hann í Jerúsalem. Hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans. v10  Men tá ið árið var umliðið, sendi Nebukadnezar boð og læt flyta hann til Bábel saman við dýrmætastu ílátum hús Harrans. Og hann gjørdi Zidkia, bróður hans, til kong yvir Júda og Jerúsalem.

Zidkia; fall Jerúsalems

v11  Zidkia var tjúgu og eitt ára gamal, tá ið hann varð kongur, og í ellivu ár sat hann sum kongur í Jerúsalem. v12  Hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans, og ikki hann eyðmýkti seg fyri Jeremia profeti, sum talaði orð av munni Harrans. v13  Eisini gjørdi hann uppreist móti Nebukadnezari kongi, sum hevði latið hann svørja við Guð; og hann treiskaðist og herdi hjarta sítt til ikki at venda við til Harrans, Ísraels Guðs. v14  Somuleiðis sýndu allir Júda høvdingar og prestarnir og fólkið trúloysi við at fara eftir andstygdum tjóðanna og dálkaðu hús Harrans, ið hann hevði halgað í Jerúsalem. v15  Og Harrin, Guð fedra teirra, sendi teimum støðugt áminningar við ørindrekum sínum, tí at hann vildi eira fólki sínum og bústaði sínum, v16  men teir spottaðu ørindrekar Guðs og vanvirdu orð hans og hildu profetar hans fyri gjøldur, til vreiði Harrans móti fólki hans varð so mikil, at teir buðu tess ikki bøtur. v17  Tá læt hann Kaldea kong fara herferð móti teimum, og hann drap ungmenni teirra við svørði í heilaga húsi teirra og eirdi hvørki unglingum ella ungmoyggjum, gomlum ella gráhærdum; alt gav hann upp í hendur hans. v18  Og øll ílátini í húsi Guðs, bæði stór og smá, og somuleiðis fægripirnar í húsi Harrans og fægripirnar hjá kongi og hjá høvdingum hans, alt samalt flutti hann til Bábel. v19  Teir settu eld á hús Guðs og brutu borgargarðar Jerúsalems niður, brendu upp hallirnar og beindu fyri øllum dýrum lutum, sum har vóru. v20  Og teir, ið komust høvdu undan svørðinum, herleiddi hann til Bábelborgar; og teir vórðu at trælum hjá honum og sonum hans, alt til Persar tóku kongsvaldið; v21  so at tey orð, sum Harrin hevði talað við Jeremia, gingu út, til tess at landið skuldi fáa hvíldartíðir sínar afturgoldnar; tí at meðan tað lá í oyði, hvíldi tað, til tey sjeyti árini vóru umliðin.

Kýrus gevur hinum herleiddu heimfararloyvi (smbr. 2 Kong 23,30-36; 24)

v22  Men á fyrsta ríkisári Kýrusar Persakongs læt Harrin – til tess at evna tey orð, sum hann hevði talað við Jeremia – anda Kýrusar Persakongs vakna upp, so at hann sendi boð um alt ríki sítt og somuleiðis skrivliga kunngering soljóðandi: v23  »So sigur Kýrus Persakongur: Øll kongaríki jarðarinnar hevur Harrin, Guð himnanna, givið mær, og hann hevur skipað mær at reisa sær tempul í Jerúsalem í Júda. Hvør tykkara, sum tilhoyrir fólki hans, við honum veri Harrin, Guð hans, og hann fari heim aftur!«