Templið verður bygt

v1  Síðan fór Sálomon undir at byggja hús Harrans í Jerúsalem á Moriafjalli, har sum Harrin hevði birtst fyri Dávidi, faðir hans, á staði tí, sum Dávid hevði búgvið til, á treskivølli Ornans Jebusita. v2  Og hann byrjaði at byggja í øðrum mánaði á fjórða ríkisári sínum. v3  Og grundvøllurin, sum Sálomon legði til at byggja hús Guðs á, var seksti alnir langur eftir fornum máti og tjúgu alnir breiður. v4  Og forsalurin fyri framman tempulhúsið var tjúgu alnir breiður samsvarandi breidd tempulsins og tjúgu alnir háur; og hann legði hann innan við skírum gulli. v5  Aðalhúsið bróstaði hann við syprisborðum, og eisini tað legði hann við skírum gulli og prýddi tað við pálmum og blómukransum. v6  Framvegis setti hann húsið við dýrum steinum til prýðis; og gullið var Parváimgull. v7  Og hann legði húsið, bjálkar, gáttir, bróst og hurðar við gulli og læt kerúbar skera út á bróstinum. v8  Hann gjørdi eisini hitt alraheilagasta; longd tess tvørtur við templinum var tjúgu alnir og breiddin tjúgu alnir; hann legði tað við skírum gulli, sum vá seks hundrað talentir. v9  Naglarnir vógu fimmti siklar í gulli; eisini loftsherbergini legði hann við gulli.

Kerúbarnir tveir

v10  Í hinum alraheilagasta gjørdi hann tveir hagliga útskornar kerúbar og legði teir við gulli. v11  Veingirnir á kerúbunum vóru tilsamans tjúgu alnir langir; annar vongurin á øðrum kerúbinum, fimm alnir langur, nart við tempulbróstið, og hin vongurin, sum eisini var fimm alnir langur, nart við veingin á hinum kerúbinum, v12  og annar vongurin á hinum kerúbinum, fimm alnir langur, nart við tempulbróstið, og hin vongurin, sum eisini var fimm alnir langur, var áfastur við veingin á hinum kerúbinum. v13  Soleiðis vóru veingirnir á hesum kerúbunum – fult útbreiddir – tjúgu alnir; teir stóðu upprættir við andlitunum inneftir.

Fortjaldið

v14  Og hann gjørdi fortjaldið av bláum og reyðum purpuri, skarlaki og egyptiskum líni og prýddi tað við kerúbum.

Koparsúlurnar tvær (smbr. 1 Kong 6,1-28; 7,15-22)

v15  Hann gjørdi tvær súlur til at standa fyri framman templið; tær vóru tríati og fimm alnir háar, og súlnahøvdið oman á hvørjari var fimm alnir. v16  Síðan gjørdi hann heingikransar eins og hálsfesti, sum hann hongdi upp á súlnahøvdini, og setti hundrað granatepli á heingikransarnar. v17  Hesar súlur reisti hann fyri framman templið, aðra høgrumegin og hina vinstrumegin. Høgru súluna nevndi hann Jákin og hina vinstru Bóaz.