v1 Síðan gjørdi hann altar av kopari, tjúgu alnir langt, tjúgu alnir breitt og tíggju alnir hátt.
v2 Somuleiðis gjørdi hann hitt stoypta havið, sum var tíggju alnir frá trom til trom og runt; fimm alnir var tað djúpt, og tríati alnir langt band lá kring alla tromina. v3 Niðri undir tromini allan vegin íkring vóru myndir av oksum, ið rukku kring alt havið, tíggju á hvørji alin; hesar myndir sótu í tvinnanda røðum, stoyptar úr einum saman við havinum. v4 Tað stóð á tólv oksum; av teimum horvdu tríggir norðureftir, tríggir vestureftir, tríggir suðureftir og tríggir eystureftir, soleiðis at havið hvíldi á teimum, og døvir teirra horvdu inneftir. v5 Tað var eina løgd til tjúktar, og tromin á tí gjørd eins og tromin á steypi, vorðin sum liljublóma; tað tók trý túsund bat.
v6 Framvegis gjørdi hann tíggju ílát; fimm teirra setti hann høgrumegin og fimm teirra vinstrumegin til tváttar; í teimum skuldi verða skolað tað, sum nýtt varð við brenniofrini; men havið skuldi vera fyri prestarnar at tváa sær í. v7 Framvegis gjørdi hann hinar tíggju gullljósastakarnar, soleiðis sum teir áttu at vera, og setti teir inn í aðalhúsið, fimm høgrumegin og fimm vinstrumegin. v8 Framvegis gjørdi hann tey tíggju borðini og setti tey upp í aðalhúsinum, fimm høgrumegin og fimm vinstrumegin; eisini gjørdi hann hundrað skálir av gulli.
v9 Og hann gjørdi forgarð prestanna og forgarðin mikla, og á forgarðin setti hann veingjaportur, sum hann legði við kopari. v10 Havið setti hann høgrumegin templið við landsynningshornið.
v11 Og Huram gjørdi pottarnar, eldspakarnar og offurbollarnar; og leyk Huram soleiðis tí verki, sum hann hevði fingið at gera fyri Sálomon kong við hús Guðs: v12 Báðar súlurnar og bæði tey kúlurundu súlnahøvdini ovast á teimum og bæði netverkini til at hylja bæði tey kúlurundu súlnahøvdini ovast á súlunum, v13 og tey fýra hundrað granateplini á báðum netverkunum, tvey røð av granateplum á hvørjum netverkinum, sum hylja skuldu bæði tey kúlurundu súlnahøvdini ovast á súlunum, v14 kervagnarnar tíggju við teim tíggju kerunum, v15 havið og teir tólv oksarnar undir tí, v16 pottarnar, eldspakarnar, offurbollarnar og øll tilhoyrandi amboð gjørdi Huram-Ábi fyri Sálomon kong til hús Harrans úr skygdum kopari. v17 Kongur læt stoypa hetta á Jórdanslættanum við Ádama vað millum Sukkot og Zereda. v18 Sálomon læt gera ovurmikið av øllum hesum lutum, tí at ikki varð kannað eftir, hvussu nógv ið fór til av kopari. v19 Og Sálomon læt gera øll tey amboð, sum vera skuldu í húsi Guðs, gullaltarið, borðini, sum sýnisbreyðini lógu á, v20 ljósastakarnar við lampunum, ið tendraðar skuldu verða á tilskilaðan hátt fyri framman innhúsið, av skírum gulli, v21 blómuprýðið, lampurnar, ljósasaksarnar av gulli, ja, av úrvalsgulli, v22 og knívarnar, offurbollarnar, kannurnar, eldpannurnar av skírum gulli og leikindini á teim innaru tempulhurðunum fyri tí alraheilagasta og á tempulhurðunum fyri aðalhúsinum av gulli.