Halgigáva Dávids

v1  Tá ið Sálomon var liðugur við hús Guðs, flutti hann inn hagar halgigávur Dávids, faðirs síns, gullið og silvurið, og læt øll amboðini leggja inn í goymslubúrini í húsi Guðs.

Ørkin flutt inn í templið (smbr. 1 Kong 7,51; 8,1-11)

v2  Síðan stevndi Sálomon øllum Ísraels elstu og øllum oddamonnum kyntáttanna og ættarhøvdingum Ísraelsmanna saman í Jerúsalem til tess at flyta sáttmálaørk Harrans niðan úr Dávidsborgini, tað er Zion. v3  Tá komu allir menn í Ísrael saman hjá kongi á hátíðini í etanim mánaði, tað er hin sjeyndi mánaðurin. v4  Og allir Ísraels elstu komu, og Levitarnir tóku ørkina, v5  og teir fluttu hana niðan og samfundartjaldið og øll hini heilagu amboðini, sum vóru í tjaldinum; prestarnir og Levitarnir fluttu tey niðan. v6  Og Sálomon kongur og allur savnaður Ísraels, ið komin var saman hjá honum frammi fyri ørkini, ofraðu smalur og stórdýr í tílíkum nøgdum, at hvørki kundi kannast ella fáast tal á. v7  Síðan fluttu prestarnir sáttmálaørk Harrans á stað sín inn í tempulsins innhús, hitt alraheilagasta, inn undir veingir kerúbanna. v8  Og kerúbarnir breiddu veingir sínar út yvir har, sum ørkin stóð, og huldu soleiðis ørkina og burðarstengur hennara. v9  Men burðarstengurnar vóru so langar, at tær sóust frá tí heilaga, men uttanífrá sóust tær ikki, og har hava tær verið fram at hesum degi. v10  Í ørkini var einki uttan báðar talvurnar, sum Móses hevði lagt í hana undir Hóreb, talvur sáttmálans, ið Harrin hevði gjørt við Ísraels menn, tá ið teir fóru út úr Egyptalandi. v11  Men tá ið prestarnir síðan gingu út úr halgidóminum – tí at allir prestarnir høvdu halgað seg og løgdu ikki í at ganga eftir varðflokkum; v12  og allir Levita-sangmenn, bæði Ásaf, Heman og Jedutun við sonum og frændum sínum, klæddir í hvítt lín, stóðu eystanvert við altarið við glymskálum, hørpum og gígum og saman við teimum eitt hundrað og tjúgu prestar, sum blástu í lúður – v13  og teir allir ísenn tóku undir at blása og syngja og lovaðu og prísaðu Harranum og lótu glymja lúðrar og gígur og onnur ljóðføri til tess at lova Harranum við hesum orðum: »Tí at góður hann er, og miskunn hans varir um ævir!« – tá fylti skýggið hús Harrans, v14  so at prestarnir ikki fingu staðið fyri tí og gjørt tænastu, tí at hús Guðs varð fult av dýrd Harrans.