Templið verður vígt (smbr. 1 Kong 8,12-50. Sl 132,8-10)

v1  Tá mælti Sálomon: »Harrin hevur sagt, at í myrkri hann búgva vildi! v2  Nú havi eg bygt tær hús at búgva í, bústað tær til handar um allar ævir.«

v3  Síðan vendi kongur sær á og vælsignaði allan savnað Ísraels, meðan allur savnaðurin stóð uppi; v4  og hann segði: »Lovaður veri Harrin, Ísraels Guð, sum við hond síni evnaði tað, sum hann heitti Dávidi, faðir mínum, tá ið hann segði: v5  Frá tí degi, eg leiddi fólk mítt út úr Egyptalandi, havi eg ikki útvalt nakra borg hjá øllum Ísraels ættum til tess at byggja har navni mínum bústað og ikki útvalt nakran mann til at vera høvdinga yvir fólki mínum Ísrael. v6  Men Jerúsalem útvaldi eg navni mínum til bústaðar, og Dávid útvaldi eg til at vera høvdinga yvir fólki mínum Ísrael. v7  Og Dávid, faðir mín, ætlaði at reisa hús fyri navni Harrans, Ísraels Guðs. v8  Men Harrin segði við Dávid, faðir mín: Tað, at tú ætlar at byggja navni mínum hús, er víst ein góð gerð av tær, v9  tó skalt ikki tú byggja húsið, men sonur tín, sum kemur av lendum tínum, hann skal byggja navni mínum hús. v10  Nú hevur Harrin evnað tað orð, sum hann talaði, og eg eri komin í stað Dávids, faðirs míns, og eri setstur í hásæti Ísraels, eins og Harrin segði, og havi bygt navni Harrans, Ísraels Guðs, bústað. v11  Og har havi eg sett ørkina við sáttmálanum í, sum Harrin gjørdi við Ísraels børn.«

v12  Síðan gekk Sálomon fram fyri altar Harrans, meðan allur savnaður Ísraels var hjástaddur, og breiddi út hendur sínar. v13  Tí at Sálomon hevði latið gera fimm alnir langan, fimm alnir breiðan og tríggjar alnir høgan pall av kopari og sett hann upp í miðjum forgarði; har uppá fór hann og fell á knæ frammi fyri øllum savnaði Ísraels, breiddi út hendur sínar upp ímóti himni v14  og mælti: »Harri, Ísraels Guð, eingin gudur er javnlíki tín á himni og á jørð, tú, sum heldur uppi sáttmálanum og góðsku tíni móti tænarum tínum, tá ið teir av øllum hjarta ganga fyri ásjón tíni, v15  tú, sum hevur hildið tað, ið tú heitti tænara tínum Dávidi, faðir mínum, og við hond tíni hevur evnað tað, sum tú talaði við munni tínum, eins og nú er hent. v16  So halt nú Harri, Ísraels Guð, tað, sum tú heitti tænara tínum Dávidi, faðir mínum, tá ið tú segði: Aldrin skal vanta tær eftirmaður fyri ásjón míni til at sita í hásæti Ísraels, um synir tínir bert vilja varðveita vegir sínar og ganga eftir lóg míni, eins og tú hevur gingið fyri ásjón míni. v17  Ja, lat nú Harri, Ísraels Guð, sannast tað orð, sum tú tilsegði Dávidi, tænara tínum.

v18  Men man tá Guð av sonnum kunna búgva manna millum á jørðini? Sí, himinin, ja, himnanna himnar taka teg ikki, enn minni tað hús, sum eg havi reist. v19  Men snúgv tær Harri, Guð mín, at bøn og bønliga ákalli tænara tíns, so at tú hoyrir tey róp og tær bønir, sum tænari tín ber fram fyri ásjón tína, v20  og lat tíni eygu vera opin yvir hesum húsi dag og nátt, yvir tí staði, sum tú segði um, at har skuldi navn títt búgva – so at tú hoyrir tær bønir, sum tænari tín biður, horvdur móti hesum staði. v21  Og hoyr tú ta bønligu bøn, sum tænari tín og fólk títt Ísrael biðja, horvd móti hesum staði, ja, hoyr hana frá himni, bústaði tínum, og fyrigev tú, tá ið tú hoyrir.

v22  Um einhvør syndar ímóti næsta sínum, og eiður verður kravdur av honum, at hann skal svørja, og hann kemur at gera eiðin frammi fyri altari tínum í hesum húsi, v23  tá hoyri tú tað í himni tínum og leggi uppí og dømi tá millum tænara tína, soleiðis at tú letur hin seka fáa afturlønt tað, sum hann hevur gjørt, og sigur hin sakleysa rættvísan og lønir honum eftir rættvísi hans.

v24  Og um fólk títt verður at lúta fyri fíggindanum, av tí at tey syndaðu ímóti tær, og tey tá aftur venda við og játta navn títt og biðja til tín og bøna um náði fyri ásjón tíni í hesum húsi, v25  tá hoyri tú tað í himni tínum og fyrigevi tað, sum fólk títt Ísrael syndaði móti tær, og leið tey heim aftur í tað land, sum tú gavst teimum og fedrum teirra.

v26  Tá ið himinin letist aftur, og einki regn kemur, av tí at teir syndaðu móti tær, og teir tá biðja, horvdir móti hesum staði, játta navn títt og víkja frá syndum sínum, av tí at tú eyðmýkir teir, v27  tá hoyri tú tað á himni og fyrigevi synd tænara tíns og fólks tíns, Ísraels, ja, tú kenni teimum tann góða vegin, sum teir eiga at ganga, og lati tað regna í landi tínum, sum tú gavst fólki tínum til ognar.

v28  Um hallár verður í landinum, ella drepsótt gongur, ella svarti roði og gulnan kemur í kornið, um ongsprettur og jarðvargar herja á, ella fíggindar treingja at fólkinum í einihvørji av borgum tess – ja, hvat tað enn er fyri sótt ella plága, sum berst á – v29  hvønn ein av øllum fólki tínum Ísrael, sum tá bønandi breiðir út hendur sínar móti hesum staði og biður til tín og bønar um náði av trega og tungum móði, v30  hann hoyri tú av himni, bústaði tínum, og fyrigevi, við tað at tú endurgeldur hvørjum einum atgerðir hans, tí at tú kennir hjørtu teirra – ja, eina tú kennir hjørtu manna, v31  til tess at teir mega óttast teg og ganga leiðir tínar allar sínar ævidagar í tí landi, sum tú hevur givið fedrum várum.

v32  Eisini hin fremmanda, sum ikki er av fólki tínum, men kemur úr fjarløgdum landi fyri sakir mikla navns tíns, tínar sterku handar og útrætta arms tíns – og hann kemur at biðja frammi fyri hesum húsi, v33  tá hoyri tú hann í himni, bústaði tínum, og lati hann fáa alt tað, sum hann rópar til tín um, til tess at allar tjóðir jarðar mega kenna navn títt og óttast teg eins og fólk títt Ísrael og sanna, at navn títt er nevnt yvir hesum húsi, sum eg havi bygt.

v34  Tá ið fólk títt fer í hernað móti fíggindum sínum, hagar sum tú sendir teir, og teir biðja til tín við andlitinum móti hesi borg, sum tú hevur útvalt, og húsinum, sum eg havi reist navni tínum, v35  tá hoyri tú í himni bønir teirra og bønligu ákallan og hjálpi teimum at fáa sín rætt. v36  Tá ið teir synda móti tær – tí at eingin er, ið ikki syndar – og tú reiðist á teir og letur teir fáa ósigur av fíggindum sínum, og sigurvegarar teirra flyta tey burtur í annað land, hvørt tað er langt ella skamt av leið, v37  og teir tá ganga í seg sjálvar í tí landi, sum teir eru herleiddir til, og venda við og biðja til tín í útlegdarlandi sínum og siga: Vit hava syndað, gjørt illa og farið fram í gudloysi – v38  og teir venda við til tín av heilum huga og allari sál síni í tí landi, sum sigurvegarar teirra hava herleitt teir til, og biðja við andlitinum móti landinum, sum tú hevur givið fedrum teirra, og móti borgini, sum tú útvaldi, og húsinum, sum eg havi reist navni tínum, v39  tá hoyri tú í himni, bústaði tínum, bønir teirra og bønligu ákallan og fremji rætt teirra og fyrigevi fólki tínum tað, sum tey hava syndað ímóti tær. v40  So veri tá, Guð mín, eygu tíni vakin og oyru tíni opin fyri teimum bønum, ið bidnar verða á hesum staði. v41  So rís tú, Harri Guð, og kom á hvíldarstað tín, tú og veldisørk tín! Prestar tínir, Harri Guð, veri klæddir í frelsu, og lat tínar gudrøknu fegnast um gott frá tær! v42  Harri Guð, sig ikki burtur salvaða tín, minst tú miskunn tína móti Dávidi, tænara tínum!«