Eldur av himni

v1  Tá ið Sálomon hevði lokið bøn síni, kom eldur av himni og oyddi brenniofrið og sláturofrini, og dýrd Harrans fylti húsið. v2  Og ikki fingu prestarnir gingið inn í hús Harrans, av tí at dýrd Harrans fylti tað. v3  Og tá ið allir Ísraelsmenn sóu eldin og dýrd Harrans yvir húsinum, tá tveittu teir seg fram eftir rommum niður í steintúnið og tilbóðu og lovaðu Harranum við hesum orðum: »Tí at hann er góður, og miskunn hans varir um ævir!«

Tempulvígslan

v4  Kongurin og alt fólkið ofraðu nú sláturoffur frammi fyri Harranum. v5  Í sláturofrum ofraði Sálomon kongur tjúgu og tvey túsund stórdýr og eitt hundrað og tjúgu túsund smalur; soleiðis vígdi Sálomon og alt fólkið tempul Harrans. v6  Prestarnir stóðu har, sum teir áttu at standa, og somuleiðis Levitarnir við teimum ljóðførum Harrans, ið Dávid kongur hevði latið gera, og sum teir lovaðu Harranum við, »tí at miskunn hans varir um ævir;« og meðan teir sungu lovsong Dávids, blástu prestarnir í lúðrar yvir av teimum, og alt fólkið stóð uppi. v7  Og Sálomon vígdi miðjan forgarðin fyri framman húsi Harrans, tí at har ofraði hann brenniofrini og feitu stykkini av takkarofrinum, tí at koparaltarið, sum Sálomon hevði gjørt, kundi ikki taka alt brenniofrið, grónofrið og feitu stykkini.

Leyvskálahátíðin

v8  Samstundis helt Sálomon kongur hátíðina í sjey dagar saman við øllum Ísrael; tað var ovurmikil mannfjøld komin hagar frá Hámat og alt at Egyptalands á; v9  áttanda dagin hildu teir hátíðarveitslu, tí at sjey dagar vóru teir um at víga altarið, og hátíðina hildu teir í sjey dagar. v10  Og á tjúgunda og triðja degi hins sjeynda mánaðar læt hann fólkið fara heim aftur í tjøld síni, fegið og í góðum hýri yvir alt tað góða, sum Harrin hevði gjørt ímóti Dávidi, tænara sínum, og Sálomoni og fólki sínum Ísrael.

Harrin birtist aftur fyri Sálomoni (smbr. 1 Kong 8,62-66; 9,1-9)

v11  Tá ið nú Sálomon var liðugur at byggja hús Guðs og kongshøllina, og alt, sum hann hevði havt í hyggju at gera við hús Guðs og høll sína, var væl úr hondum greitt, v12  tá birtist Harrin fyri Sálomoni á náttartíð og segði við hann: »Eg havi hoyrt bøn tína og havi útvalt mær henda stað til offurhús. v13  Tá ið eg lati himinin aftur, so at einki regn kemur, ella eg bjóði ongsprettum at eta upp landið, ella eg lati drepsótt ganga á fólk mítt, v14  og um fólk mítt, sum navn mítt er nevnt yvir, tá bønandi fellur á knæ og søkir ásjón mína og víkur frá vándu vegum sínum, tá vil eg bønhoyra tey á himni og fyrigeva syndir teirra og grøða land teirra. v15  Skulu nú eygu míni vera opin og oyru míni geva gætur eftir teirri bøn, ið biðin verður á hesum staði. v16  Og nú havi eg útvalt og halgað mær hetta hús sum ævinligan bústað hjá navni mínum; og allar dagar skulu eygu míni og hjarta mítt vera har. v17  Um tú nú gongur fyri ásjón míni, eins og Dávid, faðir tín, gjørdi, og tú gert eftir øllum tí, sum eg havi boðið tær, og heldur skipanir og lógir mínar, v18  tá vil eg grundfesta kongsstól tín, so sum eg heitti Dávidi, faðir tínum, tá ið eg segði: Tær skal ongantíð vanta eftirmaður til at ráða fyri Ísrael. v19  Men um tit víkja frá og havna fyriskipanum og boðorðum mínum, sum eg havi lagt fyri tykkum, og tit fara at tæna øðrum gudum og tilbiðja teir, v20  tá vil eg slíta tykkum upp úr landi mínum, sum eg gav tykkum; og hetta hús, sum eg havi halgað navni mínum, skal eg skúgva burtur frá ásjón míni og gera tað til tiltak og spott millum alra tjóða, v21  so at hvør, ið kemur fram við hesum áður so háreista húsi, skal øtast og halda fyri: Hví man Harrin hava farið so illa við hesum landi og hesum húsi? v22  Og svarað skal verða: Av tí, at teir søgdu burtur Harran, Guð fedra sína, sum leitt teir hevði út úr Egyptalandi, og hildu seg aftur at øðrum gudum og tilbóðu og tænaðu teimum, tess vegna hevur hann leitt yvir teir hesa ógævu!«