Sálomon byggir virki

v1  Tá ið tey tjúgu árini vóru umliðin, og Sálomon var liðugur at byggja hús Harrans og kongshøll sína, v2  tá víggirdi hann tær borgir, sum hann hevði fingið av Hurami, og læt Ísraelsmenn setast niður har. v3  Síðan fór hann móti Hámat-Zóba og vann sigur av henni. v4  Og hann víggirdi Tadmor í oyðimørkini og allar tær vistaborgir, sum hann hevði bygt í Hámat. v5  Somuleiðis bygdi hann uppaftur Bet-Hóron hitt ovara og Bet-Hóron hitt niðara til víggirdar borgir við borgargørðum, borgarliðum og lokum, v6  framvegis Báalat og allar Sálomons vistaborgir og vagnliðsborgir og reiðmannaborgir og alt tað, sum hann fýsti at byggja, bæði í Jerúsalem, á Libanon og í øllum kongaríki sínum.

Arbeiðismenn Sálomons

v7  Alt tað fólk, ið eftir var av Hetitum, Ámoritum, Perezitum, Hivitum og Jebusitum og ikki var av Ísrael, v8  eftirkomarar teirra, sum eftir vóru í landinum, av tí at Ísraelsmenn ikki høvdu avoytt teir, á teir legði Sálomon vinnuskyldu, eins og verið hevur alt fram at hesum degi. v9  Men av Ísraelsmonnum setti hann ongan at starva sum træl fyri seg; teir vóru hermenn og herhøvdingar og oddamenn fyri vagnliðinum og reiðliðinum. v10  Sálomon kongur hevði tvey hundrað og fimmti yvirumsjónarmenn, ið høvdu eftirlit við fólkinum.

Høll til dóttur Fáraos

v11  Og Sálomon læt dóttur Fáraos flyta úr Dávidsborgini niðan í tað húsið, sum hann hevði bygt henni; tí at hann hugsaði: Eg vil ikki lata konu búgva í høllini hjá Dávidi, Ísraels kongi; tí at heilagir eru teir staðir, hagar Guðs ørk kemur.

Tempultænastan

v12  Tá ofraði Sálomon Harranum brennioffur á altari Guðs, tí, sum hann hevði reist fyri framman forsalin; v13  hann frambar tey offur, sum Móses hevði skilað til fyri hvønn dag á hvíludøgum, tendringardøgum og hátíðunum tríggjar ferðir um árið, á hátíð hinna ósúrgaðu breyða, á vikuhátíðini og á leyvskálahátíðini. v14  Og hann setti prestarnar í tænastu eftir varðflokkum, so sum Dávid, faðir hans, hevði fyriskipað, og gav Levitunum størv til at lovsyngja og vera prestunum til hjálpar, eins og tað tørvaði fyri hvønn dag, og somuleiðis setti hann duravørðirnar eftir varðflokkum til at goyma at hvørjum einstøkum liði, tí at soleiðis hevði hin Guðsmaðurin Dávid boðið. v15  Og ikki í nøkrum luti varð vikið frá tí, sum kongur hevði boðið viðvíkjandi prestunum og fægoymslunum.

v16  Soleiðis varð lokið øllum verki Sálomons frá tí degi, tá ið grundað var fyri húsi Harrans og hagar til Sálomon var liðugur at byggja hús Harrans.

Farmasigling (smbr. 1 Kong 9,10.17-28)

v17  Um tað mundið fór Sálomon til Ezjon-Geber og Elot við strondina í Edóms landi; v18  og Huram sendi honum við monnum sínum skip og sjóvanda manning, ið saman við monnum Sálomons fóru til Ofir og fluttu haðan fýra hundrað og fimmti talentir av gulli, sum teir førdu Sálomoni kongi.