Jetro vitjar Móses

v1  Men tá ið Jetro, prestur í Midian, verfaðir Mósesar, hoyrdi um alt, sum Guð hevði gjørt fyri Móses og Ísrael, fólk sítt, hvussu Harrin hevði leitt Ísrael út úr Egyptalandi, v2  tá tók Jetro, verfaðir Mósesar, Zipporu, konu Mósesar, sum hann hevði sent heim aftur, v3  og báðar synir hansara; annar teirra æt Gersjom, tí at hann hevði sagt: »Eg eri útiseti í fremmandum landi;« v4  og hin æt Eliezar, tí at hann hevði sagt: »Guð faðirs míns er hjálp mín, og hann hevur bjargað mær undan svørði Fáraos;« v5  og Jetro, verfaðir Mósesar, kom til Mósesar við sonum og konu hansara út í oyðimørkina, har ið hann hevði herbúðir sínar við fjall Guðs, v6  og læt bera Mósesi hesi tíðindi: »Jetro, verfaðir tín, er komin til tín við konu tíni og báðum sonum hennara.« v7  Móses fór tá út ímóti verfaðir sínum, lútaði honum og kysti hann; og tá ið teir høvdu heilsast, gingu teir inn í tjaldið. v8  Móses segði nú verfaðir sínum frá øllum, ið Harrin hevði gjørt Fárao og Egyptum fyri Ísraels sakir, frá øllum treytum, ið teimum høvdu verið fyri á ferðini, og hvussu Harrin hevði bjargað teimum. v9  Tá gleddist Jetro yvir alt tað góða, sum Harrin hevði gjørt Ísrael, við tað at hann hevði bjargað teimum úr hondum Egypta. v10  Og Jetro segði: »Lovaður veri Harrin, ið bjargaði tykkum úr hondum Egypta og úr hondum Fáraos! v11  Nú veit eg, at Harrin ber av øllum gudum, tí at hann hevur bjargað fólkinum úr hondum Egypta, stuðlaður til tess av dramblæti teirra móti Ísraelsmonnum!« v12  Jetro, verfaðir Mósesar, bar nú fram brennioffur og sláturoffur Guði til handa; og Áron og allir hinir elstu í Ísrael komu og hildu máltíð saman við verfaðir Mósesar fyri ásjón Guðs.

Jetro kennir Mósesi nýggja rættarskipan

v13  Morgunin eftir settist Móses at skipa fólkinum rætt; og fólkið stóð frammi fyri honum frá morgni til myrkurs. v14  Men tá ið verfaðir Mósesar sá alt tað strev, ið Móses hevði við fólkinum, segði hann: »Hvat er hetta fyri strev, sum tú hevur við fólkinum? Hví situr tú einsamallur og dømir, meðan alt fólkið stendur frammi fyri tær frá morgni til myrkurs?« v15  Móses svaraði verfaðir sínum: »Jú, fólkið kemur til mín til tess at leita ráð við Guð. v16  Og hvørja ferð teir hava kærumál sín ámillum, koma teir á fund við meg; og tá dømi eg teirra millum og kenni teimum fyriskipanir Guðs og lógir hans.« v17  Men verfaðir Mósesar segði við hann: »Hetta fer ikki at bera til, sum tú gert; v18  á henda hátt leggjast tit fyri, bæði tú og fólkið, sum við tær er; hetta er ov nógv strev fyri teg, tí tú fært ikki gjørt hetta einsamallur. v19  Men lurta nú eftir mær, so skal eg leggja tær ráð, og Guð skal vera við tær: Tú skalt sjálvur fólksins vegna ganga fram fyri Guð og bera sakarmál teirra fram fyri hann; v20  og tú skalt kenna teimum skipanirnar og lógir og kunngera teimum vegin, sum teir skulu ganga, og tað, sum teir eiga at gera. v21  Men tú skalt kjósa tær úr øllum fólkinum dugandi menn, ið óttast Guð, og rættlátar menn, ið hata órættvísan vinning, og teir skalt tú skipa høvdingar yvir teimum, summar yvir túsund, summar yvir hundrað, summar yvir fimmti og summar yvir tíggju. v22  Teir skulu javnan mæla fólkinum lógskil, soleiðis at teir við øllum hinum størru málum skulu koma til tín, men í smærri málum skulu teir sjálvir døma; soleiðis skalt tú lata teir dugna tær hond og lætta um strev títt. v23  Gert tú hetta, og Guð vil tað soleiðis, tá skalt tú ikki lúgvast, og alt hetta fólk fara heim til sín sjálvs í øllum góðum.«

v24  Móses lýddi orðum verfaðirs síns og gjørdi alt, sum hann hevði sagt; v25  hann kjósaði sær dugandi menn av øllum Ísrael og skipaði teir høvdingar yvir fólkinum, til fyristøðumenn, summar yvir túsund, summar yvir hundrað, summar yvir fimmti og summar yvir tíggju; v26  teir mæltu tá alsamt fólkinum lógskil; hini torføru málini løgdu teir fram fyri Móses, og í øllum smærri málum dømdu teir sjálvir. v27  Síðan skildist Móses við verfaðir sín, og hann fór heim aftur í land sítt.