Lógir um at flyta mál

v1  Tú mást ikki ganga um við sleyi. Styðja ikki hann, ið órætt hevur, so at tú við vitnisburði tínum elvir yvirgangsverk. v2  Lat ikki fjøldina leiða teg út í tað illa. Eigur tú at svara í sakarmáli, tá rong ikki rættin til tess at gera fjøldini eftir vild. v3  Í sakarmáli mást tú ikki gera mannamun, tó at maður er fátækur. v4  Kemur tú fram á oksa fígginda tíns ella asna hans, ið vilstir eru, tá skalt tú beina teimum aftur til hansara. v5  Sært tú asna fígginda tíns liggja avveltan undir klyv síni, mást tú ikki fara frá honum, nei, tú skalt hjálpa manninum at fáa hann aftur á føtur. v6  Tú mást ikki reingja rættin fyri hinum fátæka tjóðfelaga tínum í sakarmáli hans. v7  Hav teg langt burtur frá órættvísum máli; og bana ikki hinum sakleysa og honum, ið rætt hevur; tí at eg rættvísgeri ikki hann, ið órætt hevur. v8  Tak ikki við mutri, tí at mutur blindar hin væl skygda og fløkir mál hins rættláta. v9  Kúga ikki útisetan; tit vita, hvussu tað finst at vera útiseti, tí at tit hava sjálvir verið útisetar í Egyptalandi.

Lógir um hvíludagar og høvuðshátíðirnar

v10  Í seks ár skalt tú sáa jørð tína og bera inn grøði hennara, v11  men sjeynda árið skalt tú lata hana hvíla og liggja fyri einki, til tess at fátæku tjóðfelagar tínir mega fáa at eta; og tað, sum teir lata vera eftir, kunnu villdjórini á bønum eta. Soleiðis skalt tú bera teg at bæði við víngarði og oljutrøum tínum. v12  Í seks dagar skalt tú verk títt vinna, men sjeynda dagin skalt tú halda hvíludag, til tess at oksi tín og asni mega hvíla seg og hústrælur tín og útisetin fáa andað. v13  Alt, sum eg bjóði tykkum, skulu tit halda; tit skulu ikki nevna aðrar gudar; ikki taka teir upp á tungu! v14  Tríggjar ferðir um árið skalt tú halda mær hátíð. v15  Hátíð hinna ósúrgaðu breyða skalt tú halda; eins og eg beyð tær, skalt tú í sjey dagar eta ósúrgað breyð ta ásettu tíð í ábib mánaði, tí at tá fóru tit út úr Egyptalandi. Eingin má koma tómhentur fram fyri ásjón mína; v16  og somuleiðis hveitiskurðarhátíðina, tá ið tú skert frumgróðurin av øllum verki tínum, sum tú sáaði í veltu tína; og aldinhøgtíðina um árslok, tá ið tú hevur flutt úrtøkuna av verki tínum heim úr bønum. v17  Tríggjar ferðir um árið skal alt kallkyn títt koma fram fyri Harran, drottin. v18  Ikki mást tú ofra blóðið av sláturofri mínum saman við ósúrgaðum breyði; og tað feita av hátíðarofri mínum má ikki verða liggjandi til næsta morgun. v19  Tað fyrsta, frumgróðurin av jørð tíni, skalt tú bera inn í hús Harrans, Guðs tíns. Tú mást ikki sjóða geitarlamb í mjólk undan móður síni.

Áminning um at halda boð Harrans. Heiti um sigur á Kánáanitum

v20  Sí, eg sendi eingil mín undan tær til at varðveita teg á ferðini og leiða teg á tann stað, sum eg havi ætlað tær. v21  Vara teg fyri honum og lýð rødd hans; rís ikki upp ímóti honum; hann vil ikki fyrigeva misbrot tykkara, tí at navn mítt er í honum. v22  Lýðir tú rødd hans og gert alt, sum eg sigi, tá skal eg vera fíggindi fígginda tína og mótstøðumaður mótstøðumanna tína. v23  Ja, eingil mín skal ganga undan tær og leiða teg til Ámorita, Hetita, Perezita, Kánáanita, Hivita og Jebusita; og eg skal avoyða teir. v24  Tú mást ikki tilbiðja ella dýrka gudar teirra og ikki hátta tær eftir siðum teirra; nei, tú skalt sorla gudamyndir teirra og smildra steinsúlur teirra. v25  Tit skulu tæna Harranum, Guði tykkara, tá vil eg vælsigna breyð títt og vatn og reka allar sóttir frá tær. v26  Eingin barnskotin og eingin óburin kvinna skal finnast í landi tínum; og tú skalt slíta fullan aldur. v27  Ræðslu mína man eg senda undan tær og loypa ekka á allar tær tjóðir, ið tú kemur til; og eg man lata fíggindar tínar flýggja undan tær. v28  Eg vil senda eiturflugur undan tær; og tær skulu reka Hivitar, Kánáanitar og Hetitar undan tær. v29  Tó vil eg ikki reka teir burtur fyri tær eftir einum ári, so at landið ikki verður oyði, og villdjórini verða tær ov nógv. v30  So við og við vil eg reka teir undan tær, til tú verður so fjølmentur, at tú kanst ogna tær landið. v31  Landamark tíni vil eg lata røkka frá Reyðahavinum og alt at havi Filista, frá oyðimørkini alt at stóránni; tí at eg gevi íbúgvar landsins upp í tykkara hendur, og tú skalt reka teir undan tær. v32  Ikki mást tú gera sáttmála við teir ella við gudar teirra. v33  Teir skulu ikki verða búgvandi í landi tínum, tí at tá kundu teir tølað teg til at synda ímóti mær og til at dýrka gudar sínar, so at tað verður tær at snerru.