v1 Framvegis skalt tú gera altar av ákásiuviði fimm alnir langt og fimm alnir breitt, fýrhyrnt skal altarið vera og tríggjar alnir høgt. v2 Á hvørjum av teimum fýra hornum altarsins skalt tú gera eitt horn, sum skal vera áfast við altarið; og tú skalt leggja tað við kopari. v3 Og tú skalt gera pottar til øsku altarsins og eldspakar og offurbollar, soðkrókar og pannur; øll amboð tess skalt tú gera úr kopari. v4 Um altarið skalt tú gera rimaverk eins og rutt net av kopari og festa fýra ringar av kopari á rimaverkið á fýra hornum tess v5 og lata rimaverkið vera niðanvert við miðgjørð altarsins, so at verkið tekur upp á hálvt altarið. v6 Framvegis skalt tú gera stengur til altarsins, stengur av ákásiuviði og leggja tær við kopari. v7 Stengurnar skulu verða stungnar ígjøgnum ringarnar soleiðis, at tær eru fram við altarinum báðumegin, tá ið tað verður borið. v8 Tú skalt gera altarið av borðum, opið innan; eins og tað varð sýnt tær á fjallinum, skalt tú gera tað.
v9 Og soleiðis skalt tú gera forgarð tjaldtempulsins: Sunnantil skulu tjøld vera fyri forgarðinum av tvinnaðum egyptiskum líni, hundrað alnir long hesumegin, v10 og tjúgu stólpar við tjúgu undirstabbum av kopari; men krókarnir á stólpunum og tvørstengurnar av silvuri. v11 Og somuleiðis norðarumegin hundrað alnir long tjøld og tjúgu stólpar við tjúgu undirstabbum av kopari, men krókarnir á stólpunum og tvørstengurnar av silvuri. v12 Vestantil fyri forgarðinum allan vegin tvørturum skulu vera fimmti alna long tjøld og tíggju stólpar við tíggju undirstabbum. v13 Og forgarðurin eystantil allan vegin tvørturum skal vera fimmti alnir; v14 her skulu øðrumegin vera fimtan alna long tjøld og tríggir stólpar við trimum undirstabbum, v15 og hinumegin fimtan alna long tjøld og tríggir stólpar við trimum undirstabbum. v16 Og fyri inngongd forgarðsins skal vera tjúgu alna long tjaldváð, marglitt vovin av bláum purpuri og reyðum purpuri, skarlaki og tvinnaðum egyptiskum líni, og fýra stólpar við fýra undirstabbum. v17 Allir stólpar forgarðsins íkring skulu hava tvørstengur av silvuri, krókar av silvuri og undirstabbar av kopari. v18 Tjøldini kring um forgarðin skulu hvørjumegin eftir longdini vera hundrað alnir og hvørjumegin tvørturum vera fimti alnir og hæddin fimm alnir; úr tvinnaðum egyptiskum líni skulu tey vera og undirstabbarnir av kopari. v19 Øll amboð, sum nýtt verða í tænastuni við tjaldtemplið, og somuleiðis hælir tess og hælir forgarðsins skulu vera av kopari.
v20 Og tú skalt bjóða Ísraelsmonnum at flýggja tær reina olju úr stoyttum oljuberjum á ljósastakan, so at lampurnar altíð mega verða settar upp á hann. v21 Í samfundartjaldinum uttanvert við fortjaldið, ið hongur frammanvert við vitnisburðin, skulu Áron og synir hansara gera hana til, so at hon má brenna frá morgni til myrkurs frammi fyri Harranum. Hetta skal vera Ísraelsmonnum ævig fyriskipan ættarlið eftir ættarlið.